mánadagur 8. februar 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 08. februar 2016 · Nr. 16
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
STUTTSØGD ÍTRÓTTARTÍÐINDI
20 NÝGGJ FØROYSK MET
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Oddaliðini í La Liga, FC
Barcelona, Atlético Madrid
og
Real
Madrid
halda
skansan við hvør sínum sigri
um vikuskiftið. FC Barcelona
vann 2-0 ímóti Levante,
Atético 3-1 ímóti Eibar og
Real 2-1 ímóti Granada. FC
Barcelona, sum hevur ein
dyst tilgóðar, er oddalið trý
stig frammanfyri Atlético og
fýra stig frammanfyri Real.
Fernando Torres skeyt
sítt mál nummar 100 fyri
Atlético Madrid, tá ið hann
leygardagin varð innskiftur
í 3-1-sigrinum ímóti Eibar
og skeyt síðsta málið í
dystinum. Tey 100 málini
hevur hann skotið upp á 295
dystir.
Fyri fyrstu ferð í 2016
mátti
Bayern
München
leygardagin
at
fara
av
vøllinum uttan ein sigur,
tá ið vitjanin hjá Bayer
Leverkusen
endaði
við
0-0-javnleiki. Tað eina stigið
førir neyvan stóran miss við
sær, tí Bayern München er
framvegis greitt oddalið, átta
stig frammanfyri Borussia
Dortmund nú 14 umfør eru
eftir at spæla.
Við 22 sigrum út av 25
møguligum
stevnir
PSG
trygt
ímóti
enn
einum
fronskum
meistaraheiti.
Eftir 2-1-sigur í 'Le Classique'
ímóti Marseille, har Angel di
Maria og Zlatan stóðu fyri
málunum, er PSG nú heili 24
stig frammanfyri Monaco,
sum er á 2. plássi.
Brasilski áleyparin, Jo,
sum áður hevur spælt við
Manchester
City,
skiftir
eisini til kinesiskan fótbólt.
Hann er farin til Jiangsu
Suning, har hann gerst triðja
brasilska keypið í januar
aftaná Ramires og Alex
Teixeira. 28 ára gamli Jo
spældi seinast við Al-Shabab
í sameindu Emiratunum.
Watford-áleyparin, Odion
Ighalo, sigur, at hann eisini
fekk eitt rimmar tilboð um
at skifta til eitt kinesiskt
felag, har hann tey næstu
fýra árini hevði fingið 600
milliónir krónur í løn. Hann
sigur við Daily Mail, at tað
var ein trupul avgerð at taka,
men at dreymur hansara er
at spæla í Premier League.
Afrikanska
fótbólts
samgongan, CAF, er samd
um at øll 54 limalondini
fara at atkvøða fyri Sheikh
Salman bin Ebrahim al-
Khalifa úr Bahrain til FIFA-
forsetavalið. Hann er harvið
greiður favorittur at vinna
valið, har suðurafrikanski
Tokyo Sexwale, sum dúvaði
upp á afrikanskar atkvøður,
nú neyvan hevur nakran
møguleika.
Nakrir
Ajax-fjepparar
eru handtiknir eftir at teir í
dystinum ímóti Feyenoord
høvdu
eina
dukku
av
Feyenoord-málverjanum,
Kenneth Vermeer, har hann
ímyndaðist at verða hongdur
við tekstinum “sonur eina
skøkju”. Ajax tekur frástøðu
frá
hendingini,
sum
er
íkomin í kjalarvørrinum á
at Vermeer skifti úr Ajax til
Feyenoord.
AM. FÓTBÓLT
Denver Broncos vann 24-
10 ímóti Carolina Panthers
í Super Bowl 50 , sum varð
spæld í nátt føroyska tíð.
Støðan í hálvleikssteðginum
var 13-7 til Denver Broncos,
sum
serliga
sýnti
gott
verjuspæl og slapp at lyfta
tiltikna
Vince
Lombardi-
steypið.
BORÐTENNIS
Føroyskir borðtennisleikarar
hava um vikuskiftið luttikið
í Roskilde Cup, har tað
gjørdist
til
trý
føroysk
heiðursmerki. Fróði Fríðason
Jensen vann gull í herre
klasse 3, Anna Mikkjalsdóttir
vann gull í dame klasse 2 og
Durita Fríðadóttir Jensen
vann silvur í dame junior B.
HONDBÓLTUR
Fyri fyrstu ferð í søguni kann
HC Midtjylland kalla seg
steypavinnara í donskum
manshondbólti. Hetta hendi
eftir 30-26-sigur ímóti GOG
í gjár. Ávegis í finaluna
gjørdist tað eisini til púra
óvæntaðar
sigrar
ímóti
stórfeløgunum KIF Kolding
København og Team Tvis
Holstebro.
FORMIL 1
Tað
gongur
lítið
framá
hjá Michael Schumacher,
sum gjørdist heilaskaddur
eftir
skívanlukku
fyri
tveimum
árum
síðani.
Fyrrverandi stjórin á Formil
1-liðnum hjá Ferrari, Luca
di Montezemolo, sigur við
The Guardian, at hann veit
nýtt frá Schumacher, men
at tað ikki eru góð tíðindi.
Hvat tað er, vil hvørki hann
ella Schumacher-legan siga
nakað um.
SÚKKLING
Heimsins mest vinnandi lið,
Etixx-QucikStep,
verður
ikki við í Tour of Qatar, sum
byrjar í dag. Fyriskipararnir
vilja ikki hava liðið við aftur,
tí at vinnarin tvey tey síðstu
árini, Niki Terpstra, ferð
eftir ferð var ov seinur upp
á sigursskammilin, eins og
liðið - sambært teimum -
sýnti vánaliga atferð.
Pætur Albinus
Um vikuskiftið hava før
oyskir íðkarar umboðandi
Treystið, Bragdið og Hvirlu
na
luttikið
í
kappingini
Stórmót í Reykjavík. Talan
gjørdist um søguskriving
hjá frælsa ítróttinum, sum
hevur vent nøsina ímóti
Føroyum aftur við heili 20
nýggjum føroyskum metum
í viðførinum.
Orsøkin til, at talan
gjørdist um somikið nógv
met, er tann, at nøkur teirra
vórðu betraði fleiri ferðir
og at enda taldi heili 20
tilsamans.
Eitt met, sum skaraði
framúr, var metið hjá Re
bekku Fuglø á 800m-teini
num. Ikki einans kutaði hon
hálvt sekund av føroyska
metinum, sum hon eisini
átti frammanundan, men
við tíðini 2.14,23 rann hon
somuleiðis skjótastu tíð
nakrantíð á hesum teinin
um í Stórmót.
Eisini tann einans 14 ára
gamla Oddvør Josephsen
vísti tenn í Íslandi, har hon
á 400m-teininum rann við
tíðini 60,83 sekund, sum –
umframt at vera føroyskt
met – eisini lýkur kravtíðina
til oyggjaleikirnar.
albinus@sosialurin.fo
Frælsi ítrótturin hevur av álvara gjørt um seg í kapping í Íslandi um vikuskiftið,
har heiðursmerkjaregn kastaði heili 20 nýggj føroysk met av sær.
Nýggj føroysk met
Rebekka Fuglø, 800 m (2.14,23)
Oddvør Josephsen, 400 m
(60,83)
Margit W. Fríðmundsdóttir,
trístøkk (10.31, 10.32, 10.49)
Birita Ryan, longdarlop (4.49,
4.59)
Margit W. Fríðmundsdóttir,
longdarlop (4.75, 4.81, 4.93)
Hervør Niclasen, hæddarlop
(1.44, 1.47)
Bára Jógvansdóttir Glerfoss,
hæddarlop (1.50)
Elisabet Holm Simonsen, 60
m (8.50)
Hildur Poulsen, 60 m (8.49)
Alda Sigurðardóttir Lam
hauge, 60 m (8.41)
Margit W. Fríðmundsdóttir,
200 m (27.53)
Rebekka Fuglø, 1500m (4.36,19)
Tórur Mortensen, trístøkk
(14.12, 14.45)
Gull
Tórur Mortensen, trístøkk
Rebekka Fuglø, 1.500 m
Oddvør Josephsen, 800 m
Maria Biskopstø, 1.500 m
Vibeka Sivertsen, 600 m
Julian Gregersen, 1.500 m
Rebekka Fuglø, 800 m
Elin Niclasen, kúluvarp
Maria Biskopstø, 800 m
Elin Kristina Ryan, 3.000 m
Silvur
Oddvør Josephsen, 400 m
Miso Buha, longdarlop
Andreas Bjarnastein Antoft,
hæddarlop
Hans Sivertsen, 400 m
Gunnar Sivertsen, 3.000 m
Óluva Allansdóttir Joensen,
kúluvarp
Bára Jógvansdóttir Glerfoss,
hæddarlop
Hans Sivertsen, 800 m
Gunnar Sivertsen, 1.500 m
Bronsa
Birita Ryan, longdarlop
Hervør Niclasen, hæddarlop
Elisabet Holm Simonsen, 60 m
Jan Elmar Sørensen, 1.500 m
Hans Erland Thomsen, 600 m
Andreas Bjarnastein Antoft,
60 m
Andreas Bjarnastein Antoft,
longdarlop
Sára Debesardóttir, trístøkk
Hans Erland Thomsen, 200 m
Hans
Erland
Thomsen,
longdarlop
Miso Buha, kúluvarp
Andreas Bjarnastein Antoft,
200 m
Steintór Egholm, 400 m
Rúni Seloy, 400 m