mánadagur 8. februar 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 08. februar 2016 · Nr. 16
ÍTRÓTTUR
REMY ER AFTUR
Tróndur Arge
Remy G. Hansen hevur havt
trupulleikar við rygginum
hetta kappingarárið, men er
nú við aftur. Tað sæst aftur
á heiðursmerkja útdeilingini,
tí verandi FM vinnarin vann
einstaklingakappingina við
sigri á kappingarneytanum,
Bárði
Olsen,
í
finaluni.
Remy G. Hansen legði hart
út í sjálvari finaluni, og var
á odda 5-0, áðrenn Bárður
Olsen kom fyri seg. Serliga
fýra tey fyrstu settini vísti
verandi FM vinnarin gott
spæl. Síðani kom Bárður
Olsen fyri seg og vann trý
sett, men megnaði ikki at
lukka áttanda settið, hóast
hann hevði seks pílar. Remy
G. Hansen takkaði fyri og
vann 6-3.
FM kappingin er í ár
skipað soleiðis, at tað verður
eitt endaliga FM umfar,
eftir at tær tíggju FM
kappingarnar hava verið.
Fyri at sleppa við skal ein
spælari hava luttikið í seks
kappingum, So hóast Bárður
Olsen er langt fremst í
samlaðu FM stigatalvuni,
so hevur Remy G. Hansen
framvegis
møguleika
at
geva
argjamanninum
skarpan gang til endaligu
FM
kappingina.
Hann
vann eisini 7. umfar í FM
kappingini,
umframt
at
hann bleiv nummar tvey
í
tvímansleiki
hesaferð.
Remy G. Hansen hevði eisini
fægst pílar í kappingini hjá
monnum við 13 pílum.
Stórhendingar
hjá kvinnunum
Tað vóru tvær sjálvsamar
stórhendingar í kappingini
hjá kvinnum. Eyðna Olsen
úr
Team
Sandoy
fekk
fyrsta
180’aran
í
hesum
kappingarárðinum
hjá
kvinnum. Tað er tá allir
tríggir
pílarnir
standa
í
trífalt 20. Har til brúkti hon
einans 16 pílar at lukka, eftir
at hon bara fekk 21 í trimum
teimum fyrstu pílunum.
Beint áðrenn hendi eitt
annað sum eisini er sjálv
samt. Gunnbjørg Dam úr
Havnar Dartfelag lukkaði við
útgangi uppá 150. Hægstið
útgangur, sum er skrásettur
í
eini
altjóða
kvinnu-
dartkapping er 161. Hægsti
møguligi útgangur er 170.
Her kann eisini nevnast, at
Bárður Olsen hevði hægsta
útgangin hjá monnum við
140.
Tað vóru 31 luttakarar í
einmasleikið hjá monnum, og
12 hjá kvinnu, meðan tað vóru
15 pør hjá tvímansleikið.9.
umfar verður í hølunum
hjá Klaksvíkar Dartfelag 27.
feburar.
Vinnarar í kappingini
8. umfar:
Einmansleikur, menn:
Remy G. Hansen, Kongshavn
Bárður Olsen,HDF
Jákup
Martin
Jacobsen,
Kongshavn
Bogi H. Isaksen, KDF
Einmansleikur,
kvinnur:
Joan Edvør Thomassen, VDF
Elisabeth Nicolajsen, Team
Sandoy
Sólveig Skorastein, HDF
Maibritt Hvíthamar, HDF
Tvímansleikur:
Uni Árting & Jan McIntosh,
HDF
Remy G. Hansen, Kongshavn
& Petur Thomsen, Tofta Dart
Bogi Isaksen KDF & Hans
Eivind Olsen, Team Sandoy
Regin Enghamar & Jørgen
Meitelberg, HDF
Remy G. Hansen er við aftur í FM kappingini, og gjørt bart í 8. Umfari, sum var í hølunum
hjá Havnar Dartfelag leygardagin. Hjá kvinnunum vóru stórhendingar á skránni