Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Neli Heldarskarð Tað verða nummar eitt og numm­ar trý í Hvonndeildini, Neistin og VÍF, ið skulu spæla steypafinalu á gula gólv­inum í høllini á Hálsi komandi leygardag. Hetta er greitt eftir nakrar tættar og spenn­ andi hálvfinalur, har Neistin og VÍF fyrst og fremst vunnu seg í finaluna av tí orsøk, at tveir stórskjúttar traðkaðu í karakter, tá ið tørvurin á teim­um var størstur. Kyndil klárar ikki at steðga Neistanum Mikukvøldið spældu granna­ feløgini, Neistin og Kyndil, fyrra hálvfinaludystin sína­millum. Eyðkent fyri dyst­ir ímillum hesi liðini er, at teir ikki eru serliga væl spældir, og eiheldur verða nógv mál skorað. Tó er talan um intensar dystir, har kvinnurnar veruliga fara til stálið. Neistakvinnur hava vunnið hvønn einasta lands­kapp­ingardyst ímóti Kyndli hetta kappingarárið, og hetta mynstrið megnaðu kyndils­kvinnur ikki at bróta miku­kvøldið. Neistin vann dystin 17-14.  Tískil skuldu kyndils­ kvinn­ur vinna við trimum mál­um ella meir, um tað skuldi eydnast teimum at vinna seg í steypafinaluna. Tað var nær við, at tað eydn­ aðist, men serliga var tað ein ein­stakur neistaleikari, sum gjørdi, at hetta ikki lat seg gera. Marjun var einaráðandi Leygardagin eydnaðist tað nevniliga loksins Kyndli at basa Neistanum. Sum van­ ligt er, so blivu fá mál skor­að ímillum hesi liðini – Kyndil vann dystin 17-15. Hetta úrs­litið rakk sum kunn­ugt akkurát ikki til eitt finalu­ pláss. Samanlagt vann Neistin 32-31. Um hugt verður eftir dóm­araseðlinum frá hesum dysti, so sæst, at tað vóru bert fimm leikarar hjá Neista­num, ið skoraðu mál í seinna dystinum. Fýra av hes­um leikarum skoraðu bert eitt mál í part, meðan hini 11 á undranarverdan hátt vórðu skorað av Marjuni Danberg hjá Neistanum. – Tað lá væl fyri í dag við málskjótingini, og eg tók av, segði Marjun Danberg í sam­ røðu við Rás2 eftir dystin, tá ið Hilmar Jan Hansen bað hana seta orð á sítt egna avrik. Sum áður skrivað, so plaga kvinnudystirnir ímill­ um Neistan og Kyndil ikki at vera væl spældir. Dystirnir eru tó stuttligir at spæla, sig­ ur Marjun Danberg: Tað er altíð stuttligt at spæla ímóti Kyndli. Tá ið tað eru júst Neistin og Kyndil, sum spæla, so verða fólk meira vill. Dystirnir okkara mill­um hava ongantíð verið væl spældir. Munurin ímill­ um liðini er kanska tann, at með­an Kyndil ger ein tekn­ isk­an feil í endanum, so megna vit í størri mun at  halda høvdið kalt. Tvær ferðir í hesum kapp­ ingarárinum hevur Neistin tapt ímóti StÍF, og tí passaði tað Marjuni fínt, at tað verð­ ur VÍF, sum Neistin skal spæla finalu ímóti. – Fyri okkum er tað kanska betri at spæla ímóti VÍF, tí at vit hava bara tapt ímóti StÍF. Kanska tað verð­ ur stuttligt, kanska tað verð­ ur ein góð finala. Ongin veit. Allar hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vóru spennandi, men høvuðsorsøkirnar til, at tað blivu Neistin og VÍF, sum spældu seg í finaluna, vóru ávíkavist Marjun Danberg og Marianna Holm Jacobsen MARJUN OG MARIANNA SKUTU SEG Í FINALUNA