Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16 ÍTRÓTTUR Eg veit heldur ikki, hvat ein góð finala er, endaði Marjun Danberg heldur skemt­iliga í samrøðu við Rás2 leygar­ kvøldið.  Marianna á muni Mótstøðuliðið hjá Neista­ num í finaluni verður VÍF. Tað var annars ikki nógv, sum bendi á, at tað ikki skuldi verða so, tá Sunfríð Berg Johansen legði StÍF á odda 17-14 miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið hesi lið­ini spældu sín seinna hálv­finalu­dyst sínamillum leygar­kvøldið. Hesa løtuna riggaði alt hjá StÍF. Stutt framman­undan hevur Rebekka Justinussen tvær ferð­ir bankað bóltin í málið, og eigur eisini avleveringina inn á strikuna til Sunfríð. Síðani fær VÍF skil á verju­ spælið. Tað ganga 13 minuttir til næsta málið hjá StÍF, meðan vestmannakvinnur skora fýra. Tvey av teimum skorar Marianna Holm Jacobsen, sum var ein sannur ein­mans­ herur fyri VÍF. Hon skor­ar ikki færri enn 11 mál á Skála, og samanlagt skorar hon heili 19 mál fyri VÍF í hálv­ final­unum. VÍF hevur mist ein stóran part av skothóttanini við, at Liljan Djurhuus ikki spælir í løtuni. Tí hvílur nógv á Mariannu Holm Jacobsen, sum saman við Agnas Olsen gongur á odda. Tá tóktist StÍF hava meiri styrki í breidd­ini av spælarum, sum kunnu skora, tá ið á stendur. Ætlanin riggar Í báðum dystunum fekk VÍF fleiri brotskøst, tá tær spæla inn á strikuna til Kathe Frederiksen, sum hevur verið ein styrkur fyri VÍF í ár. Hetta riggaði eisini væl á Skála. – Vit hava eina ætlan í álop­inum, sum blívur við at rigga, sigur Marianna Holm Jacobsen, ið skoraði seks av heili átta brotskøstum. Hóast hon brendi tvey, so helt hon áfram at skjóta, hóast tær fyrr hava skift um, tá ið tað verður brent. – Eg sigi ikki nei at skjóta, og tá so Geir Wardum sigur, at eg skal skjóta, so skjóti eg, sigur toppskjúttin í dyst­ inum. Marianna Holm Jacobsen iðrar seg um, at tað gekk so illa at dekka upp fyri skjútt­ unum hjá StÍF eitt skifti. – Tær sleppa at skjóta úti frá og skora eisini hvørja ferð eftir, at vit hava skorað. Vit dekka ikki nóg væl upp. Tað ger mun, tá vit taka okkum saman í verjupartinum, og taka tað meiri róligt í álops­ spæl­inum, sigur vinstri bakkurin, sum letur væl at sein­asta kortrinum í dyst­ inum. VÍF skal nú møta Neista­ num í steypafinaluni, sum verður um vikuskiftið í høll­ ini á Hálsi. Seinastu orðini hjá toppskjúttanum eru, at hon gleðir seg til finaluna. Samanlagda úrslitið frá hálvfinaludystunum ímillum StÍF og VÍF bleiv 43-40 til VÍF. Ein serligur dystur fyri Marionnu At tað júst eru Neistin og VÍF, sum hittast í steypafinaluni, hevur óivað ein serligan týdn­ing fyri størsta profilin hjá VÍF, Marionnu Holm Jacobsen. Marianna spældi hond­bólt við Neistanum í øllum sínum barna- og ung­dóms­árum, áðrenn hon flutti niður í nøkur ár, har hon eisini hevur spælt hond­bólt. Undan hesum hond­bólts­kappingárinum flutti Marianna heimaftur. Upp­runa­liga ætlanin var, at hon aftur skuldi umboða barn­dóms­felagið, Neistan, men heldur brádliga og óvænt­að valdi Marianna at fara at spæla við VÍF stutt undan kappingarársbyrjan. Har hevur tað gingist henni ómeta­liga væl, og higartil er Marianna toppskjútti í bæði lands- og steypakappingini. Neistin og VÍF hava tvær ferðir áður spælt ímóti hvørj­ um øðrum í ársins útgávu av landskappingini. Í báðum førum hava neistakvinnur staðið eftir sum vinnarar. Fyrst vann Neistin tepurt, 24-23, á heimavølli, men í seinna dystinum, sum varð spældur í Vestmanna, hølv­ aði Neistin VÍF av, tá ið úti­ liðið vann heili 37-26.  Eisini vann Neistin steypa­kappingini og í fjør, og tískil má Neistin metast at vera favorittur und­an final­uni leygardagin. Av­rik­ ini hjá Marjuni Danberg og Marionnu Holm Jacobsen fáa tó óivað stóra ávirkan á úrs­litið av dystinum. neli@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Neistin - Kyndil 17-14 (11-7) Neistin: Marjun Danberg 4, Lilja Mohr 4, Eir Berg 3, Birita Jacobsen 2, Jacklin Durhuus 1, Brynja Høj 1, Nicoleta Hansen 1 og Drós Ragnarsdóttir 1  Kyndil: Anna Brimnes 8, Irena Dam 2, Turið Arge Samuelsen 1, Súna K. Hansen 1, Bára K. Hansen 1 og Ásleyg Súnadóttir 1 Kyndil - Neistin 17-15 (10-7) Kyndil: Turið Arge Samuelsen 7, Bára K. Hansen 2, Ásleyg Súnadóttir 2, Marianna G. Eystberg 2, Súna K. Hansen 1, Gudrun R. Olsen 1, Anna Brimnes 1 og Randi Wardum 1 Neistin: Marjun Danberg 11, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1, Nicoleta Hansen 1 og Brynja Høj  VÍF - StÍF 20-19 (11-10) VÍF: Marianna Holm Jacobsen 8, Randi Virgarsdóttir 3, Daniella Joensen 3, Kathe Frederiksen 2, Brynja Rógvadóttir 2 og Agnas Olsen 2 StÍF: Birna Tummasardóttir 6, Rebekka Justinussen 4, Fríðrún Danielsen 3, Bára Berthelsen 3, Guðrið Poulsen 2 og Sunfríð Berg Johansen 1 StÍF - VÍF 21-23 (10-9) StÍF: Fríðrún Olsen 6, Rebekka Justinussen 6, Birna Tummasardóttir 4, Sunfríð B. Johansen 2, Guðrið Poulsen 2 og Bára Berthelsen 1 VÍF: Marianna Holm Jacobsen 11, Agnas Olsen 3, Daniella Joensen 3, Kathe Frederiksen 2, Durita C. Jojic 2 og Beinta Sveinbjørnsdóttir 2