mánadagur 8. februar 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Neli Heldarskarð
Hvørki
Neistin
ella
H71
høvdu betru kortini á hond
unum undan sínum seinnu
hálvfinaludystum í gjár, sum
blivu spældir ímóti ávíkavist
StÍF og KÍF. Men á heima
vølli, har bæði neistamenn
og hoyvíkingar spældu í gjár,
lótu liðini ongan iva vera
um, hvør skal spæla í mans
finaluni í Coca Cola-steypa
kappingini.
Skaði fekk
avgerandi týdning
Fyrri
hálvfinaludysturin
ímillum StÍF og Neistan bleiv
spældur á Skála hóskvøldið.
Her
høvdu
strandingar
greiða yvirvág og vunnu
tryggan sigur. Endaliga úrs
litið gjørdist 24-20 til StÍF
eftir hálvleiksstøðuna 12-
7. Sostatt var StÍF ávegis í
finaluna eftir fyrra dystin,
men tó var ein hending í
hesum dysti, sum fekk avger
andi týdning fyri seinna
hálvfinaludystin
ímillum
liðini bæði.
Ein av stóru profilunum
hjá StÍF, Kjartan Johansen,
bleiv nevniliga skaddur í
hesum dysti, og tað var ein
sannur meinbogi fyri strand
ingar,
ið
høvdu
kunnað
brúkt nøkur av vanligu og
obligatorisku málunum hjá
Kjartani í seinna dystinum,
har StÍF hevði óvanliga ilt
við at skora mál.
Neistin setti
StÍF upp á pláss
Hóast
endaliga
úrslitið
ber brá av einum løttum
neistasigri, so var StÍF væl
við í fyrra hálvleiki í dyst
inum í høllini á Hálsi í gjár.
Neistamenn vóru annars
eitt skifti á odda 10-5, men
StÍF bardi seg væl inn aftur
í dystin og javnaði til 10-
10. Hálvleiksstøðan gjørd
ist 12-10 til Neistan, og tað
merkti, at Neistin var á
odda við tveimum málum
í sjálvum dystinum, men
kortini aftanfyri við tveim
um málum í samlaða rokn
skapinum.
Um dysturin var spenn
andi í fyrra hálvleiki, so
kann tað sama als ikki
sigast um seinna hálvleik,
har Neistin av álvara setti
StÍF upp á pláss. Leiðslan
hjá Neistanum vaks stigvíst,
og
seinastu
minuttirnar
gjørdist munurin so stórur
ímillum liðini, at spenning
urin fánaði. Endaliga úrslitið
gjørdist 27-19 til Neistan, ið
sostatt vann 47-43 samanlagt.
Álopsspælið hjá StÍF var
sera darvað av, at Kjartan
Johansen
manglaði,
men
sum steinur oman á byrðu
bleiv garvaði stórskjúttin hjá
StÍF, Sveinur Justinussen,
eisini mansvardur ein part
av dystinum. Hetta gjørdi sítt
til, at StÍF vantaði skotstyrki,
tá ið liðið gjørdi atsóknir
ímóti neistamálinum.
Hjá Neistanum vóru tað
fleiri mans, ið stóðu fyri mál
skjótingini, men sum vanligt
var tað vinstri vongurin, Rói
Berg Hansen, sum gjørdist
toppskjútti. Hann skoraði
átta mál.
Ein onnur orsøk til stóra
munin ímillum liðini vóru
málmansavrikini hjá ávíka
vist bretskt-danska Nicholas
Satchwell hjá Neistanum og
grønlendska Isak Olsen hjá
StÍF.
Nicholas
Satchwell
stóð ein dreymadyst í mál
inum, har hann hevði eina
røð av bjargingum. Eitt skifti
í seinna hálvleiki var enntá
eitt tíðarskeið í eini 10 min
uttir, har StÍF ikki skoraði
eitt einasta mál.
Hinvegin stóð Isak Olsen
ein av sínum lakaru dystum.
Fleiri av málunum fóru held
ur lættliga í mál, og tað er
ikki ov nógv at krevja, at mál
maðurin hevði kunnað forð
að eini trý av teimum. Men
sjálvandi skal eisini havast
í huga, at ein góð verja ofta
viðførir ein góðan málmann,
meðan ein minni góð verja
ofta viðførir ein minni góðan
málmann.
H71 misti fyri
munin á gólvið
Fyrri
hálvfinaludysturin
ímillum KÍF og H71 varð
spældur í Kollafirði hós
kvøldið. Her vóru tað koll
firðingar, ið drógu longra
stráðið við at vinna 23-21.
Ein stóran part av dystinum
tyktist ein sigur til hoyvík
ingar tó at vera sannlíkur
– serliga, tá ið 46 minuttir
vóru spældir. Tá legði H71 seg
á odda 19-15, men eftir hetta
steðgaði H71 upp. Seinastu
14 minuttirnar vann KÍF heili
8-2, tískil 23-21. Hetta merkti,
at kollfirðingar høvdu lítlan
fyrimun undan seinna hálv
finaludystinum, sum varð
spældur í einari kjokkfullari
Hoyvíkshøll í gjár.
Hóast bæði Neistin og H71 høvdu tapt sín fyrra hálvfinaludyst,
so vístu hesi lið onga náði fyri sínum mótstøðuliðum,
tá ið seinnu hálvfinaludystirnir blivu spældir í gjár.
Bæði liðini leiktu seg ruddiliga í steypafinaluna
NEISTIN OG
H71 VÓRU
EIRINDALEYS