mánadagur 8. februar 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 8. februar 2016 · Nr. 16
ÍTRÓTTUR
Alt bar til hjá H71
Tað sást á øllum brøgdum,
at hoyvíkingar ætlaði at
spæla seg í steypafinaluna í
ár, sum teir akkurát gjørdist
ov stuttir til í fjør. H71 legði
seg skjótt á odda, og tað
tók heili 11 minuttir og 40
sekund, áðrenn KÍF skoraði
sítt fyrsta mál. Undan fyrsta
málinum hjá KÍF hevði sjálvt
málmaðurin hjá H71, Ári
Dam, skorað. Hetta hendi,
tá ið kollfirðingar í einari
roynd at fáa hol á settu ein
sjeynda útileikara á vøllin í
álopsstøðu. Men KÍF misti
bóltin í álopinum, og hetta
gagnnýtti Ári Dam, ið við
neyvum skoti skeyt bóltin
í mál frá hinum endanum í
høllini.
Eftir 20 minuttir var
støðan 10-2 til H71, og í
stuttum
kann
sigast,
at
munurin
ímillum
liðini
gjørdist so stórur, at KÍF
ongantíð av álvara hótti H71.
Hálvleiksstøðan var 14-7, og
hóast tað hilnaðist betur í
seinna hálvleiki hjá kollfirð
ingum við málskjótingini,
so var finaluplássið hjá H71
ongantíð í veruligum vanda.
Endaliga úrslitið gjørdist 25-
20 til H71, sum sostatt vann
46-43 samanlagt.
Ein av meira skemtiligu
hendingunum í dystinum
hendi seg í seinna hálvleiki,
tá ið nummar 89 hjá H71,
Jónas Djurhuus, tók brots
kast. Jónas skoraði upp á
brotskastið, men gleðin hjá
honum um skoraða málið
var tó stokkut, tí at í tí, at
Jónas vendi sær og skuldi
renna aftur at verja, rann
hann av berari tilvild inn í
Andrias Nielsen hjá KÍF, sum
telist ímillum allar tyngstu
spælararnar í føroyskum
hondbólti.
Jónas
small
niður, men tó kom hann seg
eftir stuttari løtu og spældi
í restini av dystinum. Jónas
skoraði fimm av málunum
hjá H71, men toppskjúttin
var tó danski Mark Lausen-
Marcher, ið skoraði seks av
málunum hjá H71 í gjár. Hin
danin og vanligi toppskjúttin
hjá H71, Peter Krogh, skoraði
bert trý mál hesaferð.
H71 eru favorittar
Hóast alt ber til í kappingar
ítrótti, og serliga í steypa
kappingum, so sleppa hoy
víkingar ikki undan, at teir
standa sum favorittar undan
finaluni komandi vikuskifti.
Heili 17 stig skilir liðini í
landskappingini,
og
tað
vitnar um ein ávísan mun
á dygdunum hjá liðunum
báðum.
H71
og
Neistin
hava
higartil spælt tríggjar dystir
sínamillum hetta kappingar
árið. Fyrstu tveir dystirnar
vann H71 greitt, ávíkavist
27-16 og 26-16, men í triða
dystinum, sum bleiv spæld
ur 18. desember í fjør í somu
høll, har liðini hittast á gula
gólvinum komandi leygar
dag, vístu neistamenn, at
tað ber til hjá teimum at
fáa úrslit ímóti H71. Neistin
var aftanfyri við heili sjey
málum, men tó eydnaðist
onkursvegna teimum bláu at
innheinta leiðsluna hjá hoy
víkingum. Endaliga úrslitið
gjørdist 20-20 í hesum dysti.
Hesi liðini hittust eisini
í steypakappingini í fjør,
tá ið Neistin í hálvfinaluni
vann við bert einum máli
ímóti hoyvíkingum. Tískil
er hetta annað árið á rað,
at neistamenn spæla seg í
steypafinaluna. Í fjør taptu
teir tepurt ímóti VÍF, men
Neistin kann brynja seg til
finaluna komandi leygardag
við vissuni um, at tað áður
hevur borið til at bast H71.
Tó so, um H71 rakar dagin,
so verður tað allar helst hoy
víkingar, ið strúka avstað
við steypasigrinum. Livst, so
spyrst.
neli@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
StÍF - Neistin 24-20 (12-7)
StÍF: Sveinur Justinussen 8, Pætur Johansen 5, Jógvan G. Joensen 4,
Kjartan Johansen 3, Fríði R. Djurhuus 2, Pætur Joensen 1 og
Borgar M. Persson 1.
Neistin: Rói Berg Hansen 6, John í Innistovu 3, Andras Joensen 2,
Regin Petersen 2, Sjúrður K. Thomasen 2, Jugoslav Djumic 2,
Teis Horn Rasmussen 2 og Herbjørn Lava 1
Neistin - StÍF 27-19 (12-10)
Neistin: Rói Berg Hansen 8, John í Innistovu 5, Teis Horn Rasmussen 4,
Regin Petersen 3, Sjúrður Thomasen 3, Andras Joensen 2, Jugoslav Djumic 1
og Herbjørn Lava 1
StÍF: Allan Norðberg 5, Borgar M. Persson 5, Pætur Johansen 3,
Sveinur Justinussen 2, Jógvan G. Joensen 2, Leivur Justinussen 1
og Pætur Ó. Joensen 1
KÍF - H71 23-21 (10-11)
KÍF: Ási Dam 6, Fríði Weyhe 4, Rúni Joensen 3, Hans Eli Sigurbjørnsson 3,
Andrias Nielsen 3, Tony Weyhe 2 og Teitur Joensen 2
H71: Mark Lausen-Marcher 8, Jónas Djurhuus 5, Tróndur Arge 3,
Hilmar Leon Jacobsen 1, Sigmundur Nolsø 1, Hans Kári Hansen 1,
Pætur Thomsen 1 og Peter Krogh 1
H71 - KÍF 25-20 (14-7)
H71: Mark Lausen-Marcher 6, Jónas Djurhuus 5, Tróndur Arge 4, Peter Krogh 3,
Hilmar Leon 2, Pætur Thomsen 2, Helgi Hoydal 1, Hans Kári Hansen 1
og Ári Dam 1
KÍF: Tony Weyhe 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 5, Rúni Joensen 3, Teitur Joensen 3,
Andrias Nielsen 2 og Rógvi Weyhe 1