mánadagur 8. februar 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 08. februar 2016 · Nr. 16
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Hey Ári og til lukku
við finaluplássinum!
Hevði tú væntað, at
tað bleiv so lætt?
Takk fyri tað! Nei eg hevði ikki
væntað ein lættan dyst, og eg
haldið heldur ikki at dysturin var
so lættur, sum hann kanska sá út til
at verða, tí vit vita at kollfirðingar
aldrin geva upp.
Tú er málmaður, men
skoraði dagsins mál.
Hvat hendi har?
Kollfirðingar velja at taka mál
verjan út og spæla við 7 monnum
í álopinum, og teir gera tá eina
feilavlevering sum endar í mínum
hondum. Av tí at málið var tómt
so royndi eg meg bara við einum
skotið úr mínum egna feltið.
Hevur tú skorað nakað
mál sum málmaður fyrr?
Hóast eg havi haft møguleikarnir
til tað, so er tað ongantíð eydnast
fyrr. Slapp enntá einaferð at
skjóta straffi í einari steypafinalu,
eisini ímóti KÍF, men tað brendi
eg.
Hvat sigur tú til at møta
Neistanum í finaluni?
Eg havi spælt (og vunnið) fýra
steypafinalur í vaksnamanna
deildini, og í øllum finalum
havi eg umboða Neistan, so tað
verður løgið. Neistin er kanska, á
pappírinum, eitt nemt lið at møta,
men teir hava víst seg at verða
ómetaiga sterkir, so tað verður
uttan iva ein torførur og javnur
dystur.
Hvør er tín ítróttarliga
fyrimynd?
Sum yngri var eg sera bergtikin
av Kasper Hvidt, sum tá var
danskur landsliðsmálverji, og tað
var stóra fyrimyndin.Nú eri eg
kanska nakað gamal til at hava
plakatir hangandi av idolum í
kamarinum. Men eg eg má siga at
eg læri nógv við at studera stílin
hjá makkarin í H71 málinum
Tóraldur Kollsker, og av ráðunum
frá málmansvenjaranum Jens á
Skipagøtu, so vit kunna gott kalla
teir mínar fyrimyndir!
Vikan ið fór
Meinhardt E. Olsen skorar í
venjingardysti fyri Vendsyssel,
har Hallur Hansson, René S.
Joensen og Brandur H. Olsen
fáa ein hálvleik, meðan Gilli
Rólantsson ikki er við AaB
Føroya besti súkklari, Torkil
Veyhe, er farin suðureftir
til Spania at fyrireika seg
til nýggja kappingarárið
Bárður Jógvansson Hansen
venur í 40 minuttir við svenska
Gelfe, tá hann brákar tvey
rivjabein. Hann skuldi við til
Barcelona á venjingarlegu,
men tað verður av ongum
Uttan at spæla, so er føroyska
fótbóltslandsliðið farið tvey
pláss fram á FIFA styrkilistanum.
Føroyar eru á 94. plássi
Bárður Olsen ger sáttmála við AB,
eftir at hann hevur vant við NSÍ
Tórshavnar kommuna
undirskrivar ráðgevarasáttmála
við HMP Consult um projektering
av hallarútbyggingini á Hálsi, sum
kemur at hava 1.800 sitipláss
...við ítróttinum
ÍTRÓTTARUMMÆLI
5 SKJÓTIR
Hvussu nógv kanst tú vænta av
eini bók, um ævisøguna hjá einum
25 ára gamlum donskum málverja,
sum hevur ein dreym um at spæla
fyri danska landsliðið? Ikki so
øtiliga nógv, hóast hann í nøkur
ár var knýttur at søguríka enska
felagnum Liverpool, har hann
millum annað hevur spælt saman
við Steven Gerrard og Daniel
Agger.
Bókin er fyri tað mesta ein
søga í tíðarrað um lívið hjá Martin
Hansen. Í so máta ein heldur
vanlig sjálvævisøga í eini tíð, har
fleiri og fleiri av sjálvævisøgunum
eru royndir at bróta upp úr
nýggjum.
Tað góða við sjálvævisøgum
hjá ítróttarfóli, sum ikki beinleiðis
liva av at heimsins stóru fyritøkur
elska teg er, at tey kunnu loyva
sær at siga meiri. Tó siti eg eftir
við eini kenslu av, at Martin
Hansen ikki torir at siga eitt ilt
orð um Liverpool ella Danmark.
Jú, hann hevur sjálvandi onkrar
góðar søgur, men tað er lítið
vandamikið tað mesta av tí.
Í stundum er bókin fangandi
fyri ein Liverpool fjeppara sum
meg, men annars skalt tú verða
danskari og fótbóltsfjeppari fyri
at fáa nakað sum helst burturúr
bókini.
Langt frá líka vánalig sum
bókin um Peter Graulund, men
hetta er also ikki ein ”must read”
bók. Martin Hansen skuldi heldur
bíðað nøkur ár, áðrenn hann kom
við fyrtsu bókini. Ov lítið kjøt á.
LES HANA UM: Tú ert ein stórur
Liverpool fjeppari og lesur alt, sum
er um Liverpool
IKKI HYGGJA EFTIR HONUM: Tú
ert annað enn Liverpool fjeppari.
Har eru nógvar aðrar góðar at
vejla millum
HVUSSU ER BÓKIN AT LESA: Hon
er løtt og líka til at lesa
HVAT SIGUR TÚ? Hygg eftir eftur
onkrar aðrari ævisøgu, so sum hjá
Steven Gerrard og Andre Agassi
Tróndur Arge
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
★★★★★★
FAKTA Martin Hansen er 25 ár í dag, og spælir við ADO Den Haag i Hollandi. Hann byrjaði í Brøndby, áðrenn hann sum
15 ára gamal bleiv seldur til Liverpool, men fekk ongantíð nakran minutt á besta liðnum
Daniel Agger, um dagin, tá hann segði nei til FC Barcelona
og helt fram í Liverpool, men bleiv seldur nakað seinni
(Eruoman.dk)
Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United, óður
um spurningar í samband við José Mourinho
– Frá tí degnum gekk alt galið, men
trupulleikin er, at eg veit ikki hví
– Hví skal eg svara upp á nakað,
sum tit hava funnið uppá?
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Ári E. Dam
Aldur: 28
Ítróttur: Hondbóltur(Málverji
hjá H71)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvat stendur styttingin NFL fyri?
2 Hvussu nógv lið eru í NFL?
3 Hvør vann Super Bowl í ár?
4 Hvør vann Super Bowl í fjør?
5 Hvat nummar í røðini var Super Bowl í ár?
6 Hvar varð Super Bowl spælt í ár?
7 Hvør er einasti quarterback, sum framvegis spælir, og
hevur vunnið fýra Super Bowls?
8 Hvussu eitur steypið á myndini?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 1. National Football League
2. 32, 3. Denver Broncos, 4. New England Patriots
5. 50, 6. Levi's Stadium, Santa Clara, California
7. Tom Brady (New England Patriots)
8. Vince Lombardi Trophy
Martin Hansen: Inside Liverpool