mánadagur 8. februar 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 08. februar 2016 · Nr. 16
ÍTRÓTTUR
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Teitur
Joensen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Í farnu viku vóru hálvfinalurnar í steypakappingin
í hondbólti. Tað er ikki oftari enn so, tað er
so stórt fokus á føroyskum hondbólti, sum tá
steypakappingin nærkast klimaks. Eg haldi, at
Hondbóltssambandið, og hondbóltsføroyar sum
heild, eru á rættari kós. Landsliðsarbeiði blómar, men
røringur er í menningararbeiðinum. Tó vil eg siga,
at serliga vantandi undirtøkan hjá Team Klaksvík
vísur, at tað er torført at leggja afturat siðbundnu
feløgunum. H71 hevur yvirhálað næstan øll feløgini,
og kemur í næstum at bjóða av í kvinnuhondbólti
eisini. ÍA er stovnað á Argjum, men enn er langt á
mál. Team Klaksvík er ikki einsamalt um at hava tað
trupult, tí Tjaldur úr Runavík fór eisini í ommu sína.
Í suðri er einki nevnivert av manshondbólti, meðan
kvinnuliðið veruliga er flaggskipið, men hevur eisini
trupulleikar við at halda ungum spælarum til.
Tá vit so hava hálvfinalur í steypakappingini í
hondbólti, so er tað avgjørt eitt hugskot, at bara
ein dystur er um dagin. Hetta gevur áskoðarunum,
spælarunum og fjølmiðlunum, at vísa hvørjum
einstøkum dysti størsta ans.
Rás2 hevur fylgt øllum hálvfinalunum, men tríggjar
ferðir vóru tvær hálvfinalur í senn. Tað gevur
framúr dynamik, men eg hugsi at tað kundi verið
gjørt meiri burtur úr, um dystirnir ikki vóru sama
dag. So fekk hvør dystur sum mest av áskoðarum og
áhuga.
Hetta er tað sama í fótbólti, har hálvfinalurnar enn
eru í senn. Eg haldi, at vit skulu tora at mjólka stóru
dystirnar, tí teir eru ikki so nógvir í tali.
Hvar fara pengarnir?
Nógv kjak hevur verið um pengar í føroyskum
fótbólti. Feløgini kæra sína neyð, og serliga FSF
stendur fyri skotum, tí feløgini vilja hava meiri
pengar í sín lut. Sum tú sær í greinini til vinstru, so
stendur ikki á at keypa útlendskar spælarar. Ikki
tí, teir skulu vera vælkomnir til føroyskan fótbólt,
men tað ber ikki til at bjóða stórar upphæddir til
útlendskar spælarar, og samstundis kæra sína neyð
um, at ikki eru pengar at reka ungdómsarbeiði.
Mangan hevur trupulleikin verið, at ungu
spælararnir ikki sleppa framt, men nú er møguleikin,
tí tað er í løtuni ein mangul upp á spælarar, tí so
nógvir fara av landinum. AB hevur millum annað
mist næstan eitt heilt lið seinnu árini, tí menn
fara niður at lesa, meðan eftirspurningurin eftir
føroyskum spælarum er stórur uttanlands.
Hugsi nú um hvat pengarnir enda.
Mjólka stóru
dystirnar
Ítróttar
KLUMMAN
Tróndur Arge
LIBERISKUR SPÆLARI
VENUR VIÐ HB
Tróndur Arge
Hesa vikuna verður ikki
nokk at tosa føroyskt til
venjing hjá HB. In.fo skrivaði
fyrr í vikuni, at serbiski
Milan Peric kemur at venja
við felagnum. Eftir ætlan
skuldi hann koma í farnu
viku, men tað er útsett til
hesa vikuni. Ynski hjá HB
er at finna ein spælara, sum
kann umseta møguleikar til
mál.
HB fær somuleiðis liber
iska Patrick Toh at royndar
venja. Hann hevur seinasta
árið búð í Danmark, har
hann hevur spælt við dan
marksseriuliðnum hjá AaB.
Her ert tó talan um spælara,
sum sjálvur er komin at
bjóða seg fram.
– Patrick Toh kemur at
venja við í kvøld. Hann hevur
bjóðað seg fram og er sjálvur
komin til landið, sigur Jan
Dam, venjari hjá HB.
Seinast hevði felagið 26
ára gamla Sebastian Janik úr
Póllandi til royndarvenjing.
Sum skilst, so verður hann
ikki biðin aftur.
Fyrrverandi Liverpool
spælari til NSÍ
NSÍ arbeiðir í løtuni við
at fáa styrk til sentrala
miðvøllin. Felagið hevði fyri
tveimum vikum síðani AB
leikaran, Bárður Olsen, til
royndarvenjing, sum seinni
tó valdi at leingja sáttmálan
við AB. Sum skilst, so er
eisini ivasamt við Hákuni
Edmundsson,
sum
ikki
er nøgdur í felagnum. Í
komandi viku kemur tó
ein
nýggjur
maður
til
royndarvenjing hjá NSÍ.
Talan er um eitt lutfalsliga
stórt
navn
í
donskum
fótbólti, sum tó ikki enn
hevur fingið nokk burturúr
evnunum. Miðvallarleikarin,
Nicolaj Køhlert, sum síðani
2012 hevur spælt á besta
liðnum hjá Silkeborg, kemur
til landið, og royndarvenur
hesa komandi vikuna. Hetta
váttar Sonni L. Petersen fyri
in.fo.
– Vit fáa ein danskan
miðvallara til landið, sum
venur við okkum komandi
vikuna. Síðani er ætlanin
at gera leigusáttmála við
danska leikaran fram til
summarsteðgin
fyribils,
sigur Sonni L. Petersen,
formaður í NSÍ.
23
ára
gamli,
Nicolaj
Køhlert, skifti í 2009 frá
Esbjerg til Liverpool, har
hann
spældi
í
tvey
ár.
Síðani spældi hann eisini
eitt ár við Glasgow Rangers,
áðrenn hann í 2012 skifti til
Silkeborg, har hann hesi
seinastu árini hevur verið
nógv rundanum besta liðið.
Afturat tí hevur Nicolaj
Køhlert eisini royndir frá
U-16, U-17, U-18, U-19 og U-20
landsliðnum hjá Danmark.
Nýggi
NSÍ
venjarin,
Anders Gerber, hevur áður
starvast sum hjálparvenjari
hjá
júst
Silkeborg,
har
Nicolaj Køhlert tey seinnu
árini hevur spælt.
Fleiri útlendskir
spælarar
Í løtuni royna fleiri feløg at
styrkja seg við útlendskum
spælarum, meðan okkara
bestu fara av landinum.
Umframt HB og NSÍ, so hava
KÍ, B36, ÍF, TB, AB og B68
hava øll fingið tilgongd av
útlendskum spælarum. Tí er
líkt til, at vit fáa ein altjóða
dám yvir landskappingina
komandi kappingarár.
trondur@sosialurin.fo
Tað er sjón fyri søgn, at føroysk
feløg í løtuni leita eftir styrki
uttanlands. HB fær í vikuni
tveir spælarar at royndarvenja,
fyrrverandi Liverpool spælari venur
við NSÍ, meðan útlendskir spælarar
eru at finna í fleiri feløgum