mánadagur 8. februar 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
32 ára gomlu metini
standa enn
Danjal av Rana
H
ann er kanska vorðin pensjónist,
men eg ivist ikki í, at tað løtuna,
hann var í Miðlahúsinum til
hesa samrøðuna, var hann sterkasti
maður í húsinum.
Bjarni Reynagarð hevur í yvir 30
ár arbeitt hjá Leif Mohr, inntil hann
fór frá fyri aldur fyri kortum. Hann er
uppvoksin úti á Reyni, sigldi á ungum
árum úti og búði nøkur ár niðri í
ungdóminum. Í ár eru júst 50 ár síðani
hann flutti aftur til Føroya og fór at
starvast, fyrst hjá Balslev, síðani AEG
og so hjá Leif Mohr.
Tað var longu í uppvøkstrinum,
at áhugin fyri at lyfta vektir varð
kveiktur. Bjarni Reynagarð rættleiðir
meg, tá eg sigi, at hann var millum
teir fyrstu, ið byrjaðu at lyfta vektir í
Føroyum.
– Eg var ikki millum teir fyrstu.
Eg var tann fyrsti. Vit vóru eini 8,
10 dreingir, ið plagdu at kappast um
at lyfta. Torfinn Hansen átti fyrstu
vektina, sum vit nýttu. Úti á Reyni, har
vit vuksu upp, vóru tvær vektstengur,
onnur teirra við kirkjugarðin. Annars
var ein úti á Landavegnum og ein í
rabarbukvarterinum, greiðir hann frá.
Vit plagdu at ganga runt á bilverk
smiðjunum og lyfta amboltar, kapp
aðust um, hvør kundi lyfta tyngsta
amboltin. Eg plagdi at vinna, sigur
Bjarni Reynagarð við einum smíli.
Í 1968 fingu teir meiri skipaðar
umstøður og byrjaðu at venja meiri
miðvíst, fyrst í kjallaranum í hjá most
ur Bjarna. Í 1969, tá Bragdið varð
endurstovnað, fingu teir pláss at venja
í gamla Kommunuskúlanum, tað, sum
í dag er skrivstovan hjá borgarstjór
anum. Har vandu teir frá 1969 til
1973. Í februar 1971 skipaðu teir,
saman við Bragdinum, fyri tí fyrstu
framsýningini.
Umstøðurnar vóru tó kortini so
sum so. Í dag fara vit á internetið at
leita, um vit skulu læra okkum eitt
hvørt. So hepnir vóru teir ikki.
– Vit keytu vektir í ítróttarhandlin
um hjá Viggo í Stórustovu. Við vekt
unum fylgdi ein lítil bóklingur, sum
vísti tær ymisku venjingarnar, og so
royndu vit sum best at eftirapa teim
um. Um okkum tørvaði aðra útgerð,
sum benkur ella kassar, so máttu vit
smíða tað sjálvir, greiðir Bjarni Reyna
garð frá.
Síðani gekk leiðin út í neystið hjá
Havnar Róðrarfelag í Álakeri, har teir
vóru í nógv ár, inntil Form og Figur lat
upp í februar 1985.
– Tað var ikki fyrr enn vit komu í
Form og Figur, at vit veruliga fingu
ferð á menningina. Tá var tó bara
eg eftir av okkum 10, sum byrjaðu.
Nú var opið oftari, umstøðurnar vóru
góðar, og vit sóu stóra framgongd
í, hvat vit orkaðu at lyfta. Nú var eg
eisini mitt í 30’unum, tað vóru 17 ár
síðani eg byrjaði og kroppurin hevði
ongantíð verið sterkari, greiðir Bjarni
Reynagarð frá.
Bjarni Reynagarð setti fleiri før
oysk met hesa tíðina og trý teirra
standa enn.
– Eg vandi upp í 12 tímar um
vikuna, og eg lyfti yvir 3.000 tons
um árið hesa tíðina. Metini, sum enn
standa, eru eisini frá hesi tíðini. Tað
síðsta, sum fall, fall í heyst, so nú havi
eg trý met eftir. Fleiri hava forsvorið,
at teir skuldu taka metini frá mær,
men nú hava tey so staðið í yvir 30 ár,
sigur Bjarni Reynagarð.
Sambært yvirlitinum yvir føroysk
met á yndi.fo, hevur Bjarni Reynagarð
føroyska metið í bonkpress í bæði 75
kiloklassanum og 82,5 kiloklassanum.
Metini eru ávikavist 145 kilo og 172,5
kilo. Harumframt hevur hann eisini
totalmetið í 82,5 kiloklassanum, við
622,5 kilo. Metini vóru sett í 1984 og
1985.
Hóast hann er komin í pensjóns
aldur, so venur hann enn.
– Mær dámar væl at venja og
keði meg ikki eina løtu. Tað er sum
opium fyri sálina. Vit eru nakrir gamlir
menn, sum venja eitt sindur saman.
Umframt at venja tríggjar dagar um
vikuna, svimji eg tveir dagar um vik
una. Annars gangi eg túrar og njóti til
veruna sum pensjónistur aftan á eitt
langt arbeiðslív, sigur hann at enda.
Nógvir hava lovað, at teir skuldu basa honum, men hóast hann sjálvur júst er vorðin
pensjónist, er tað eingin, sum hevur megnað at tikið met hansara í vektlyfting
Mynd: Álvur Haraldsen