Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016 8 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ KirurgiRejser kunning í Miðla­ húsinum um skurðviðgerð móti fiti Leygardagin 20. februar verður fyrilestur og átak í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har umboð fyri KirurgiRejser fara at greiða frá um skurðviðgerðir móti fiti Vilmund Jacobsen Á fundinum, sum byrjar klokkan 13.30, verður høvi at seta fólki spurningar, sum hava fing­ ið skurðviðgerðina, og høvi verður eisini at seta stjóranum og ferða­ sam­skiparanum í KirurgiRejser, Atef El-Kher, spurningar. Tað verður eisini Atef, sum fer at greiða frá skurð­ viðgerðunum. Seinastu árini hevur hann verið stjóri og samskipari í KirurgiRejser, og hann hevur nógvar royndir við fólki, sum hava leitað sær hjálp móti fitini. – Í mínum starvi havi eg hesi árini tosað við mong túsund fólk um trupulleikan við fiti. Hesi hava greitt frá síni støðu, trupulleikum, ynskjum og hugsanum. Atef El-Kher hevur persónliga verið við á flestu ferðum í Grikkalandi og Belgia, har fólk eru skurðviðgjørd móti fiti av royndum og ógvuliga dugna­ligum skurðlæknum. – Á hesum ferðum hevur mín uppgáva verið at fylgt við og vegleitt sjúk­lingar, eins og eg havi verið við í allari tilgongdini – heilt frá fyrstu sam­røðu, til avgerðin er tikin. Atef El-Kher hevur eisini fylgt sjúklingum bæði undir og eftir við­gerð. – Eg havi soleiðis fylgt sjúklingum bæði likamliga og sálarliga, børnum, ungum og eldri. Hetta hevur givið mær eina holla vitan og kunnleika um tankar, kenslur og umstøður hjá sjúklingum, sum eg fari at greiða frá á fundinum í Miðlahúsinum. Á fundinum verður høvi hjá fólki, sum antin eru vorðin skurðviðgjørd – ella, sum ganga við tonkum um at verða skurðviðgjørd – at fáa eina gjøll­iga kunning um viðgerðina. – Sjálvsagt eru familja, vinir, kenn­ ingar og annars øll áhugaði vælkomin í Miðlahúsið til ókeypis tiltakið leyg­ ar­dagin 20. februar, sigur stjórin og ferðasamskiparin í KirurgiRejser, Atef El-Kher. Seta eingi krøv Hugsar tú um at fylgja KirurgiRejser til eina skurðviðgerð uttanlands móti fiti, eru eingi krøv um, at tú skalt klænka teg fyri viðgerðina. – Tú kanst verða skurðviðgjørd/- ur við einum BMI, sum liggur millum 30 og 70, og tú kanst vera í aldrinum, 16-75 ár. Viðgerðin fer fram í Grikka­ landi av ógvuliga royndum og dugna­ ligum skurðlækna – ella í Belgiu av skurðlækna, sum hevur drúgv­astu royndir í Evropa innan slíkar við­gerðir. Her er eingin bíðilisti, og skurð­við­ gerðin tekur bert einar 45 minuttir. Atef El-Kher vísir á, at talan er um læknar, sum hava skurðviðgjørt fleiri túsund fólk, ið hava drigist við fiti­ trupulleikar. – Nógvir føroyingar eru hjálptir gjøgnum KirurgiRejser, antin í Grikka­ landi ella Belgiu. Hevur tú trupulleikar við fiti, sum tú ikki sleppur av við, er vandin við at lata teg skurðviðgera fleiri ferðir minni enn vandin við ikki at lata teg viðgera – og í hesum føri verður serliga hugsað um fylgi­ sjúkur, sum standast av ovurvekt. KirurgiRejser hevur virkað í meira enn 12 ár og hevur hesi árini sent fleiri enn 18.000 fólk til skurðviðgerðir móti fiti, sigur stjórin og ferðasamskiparin, Atef El-Kher, sum verður at hitta í Miðlahúsinum í Vágsbotni 20. februar. Meira er at lesa um hesar og aðrar møguleikar, sum KirurgiRejser bjóða, á heimasíðuni www.kirurgirejser.dk – Hevur tú trupulleikar við fiti, sum tú ikki sleppur av við, er vandin við at lata teg skurðviðgera fleiri ferðir minni enn vandin við ikki at lata teg viðgera, sigur stjórin og ferðasamskiparin, Atef El-Kher KirurgiRejser hevur virkað í meira enn 12 ár og hevur hesi árini sent fleiri enn 18.000 fólk uttanlands til skurðviðgerðir móti fiti Atef El-Kher, stjóri og ferðasamskipari í KirurgiRejser