Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-02-08, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 8. februar 2016síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016 31 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ L ouis Poulsen hevur fingið nýggja framsýning hjá Ide Møblum við breiðum úrvali av bæði nýggjum og kendum vørum. Louis Poulsen & Co. er ein donsk fyritøka, ið framleiðir lampur og ljósbúnað, sum eru teknað av kendum designarum. Vøruúrvalið spennir breitt – heilt frá teimum vælkendu PH lampunum og klassiska designinum hjá Arna Jacobsen til nýskapandi designaran Louise Campbell. Louis Poul­ sen hevur altíð arbeitt saman við tíðarinnar mest áhugaverdu talentum. Úrslitið er lampur í sera høgari góðsku, sum eru við í stórum projektum í Dan­ mark og um allan heim. Filosofiin aftanfyri lamp­ur­ nar er einføld og hevur við sær at funktión og komfort ganga upp í eina hægri eind. Við øðr­ um orðum eru lampurnar ikki einans flottar, men tær økja um trivnaðin bæði heima og á arbeiðsplássinum. Sølufólkini hjá Ide Møblum verða javnan dagførd við tí nýggjasta frá Louis Poulsen. Tí fáa kundarnir altíð góða ráðgeving, um tað tey hava tørv á. – Vit gleða okkum til at vísa kundum okkara nýggju framsýngina og sýna fram teir nógvu ymisku møguleikarnar við ljósi og innrætting, sigur Jan Djurhuus frá Ide Møblum. PARYKKAR.FO Belle madame Bergmann Manager Top NÓGVIR PARYKKAR Á GOYMSLU NIÐARAGØTA 52 ● 188 HOYVÍK Kom og royn parykkin fyrst so tú finnur rætta hárið til tín copyright copyright Nýggj framsýning hjá Ide Møblum