mánadagur 8. februar 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 6 • 8. FEBRUAR 2016
30
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Ågot – í mótgongd og viðgongd
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Myndin hesa vikuna er av einum
Peugeot 403 hjá Yarmouth Mellem-
gaard í Havn.
Her standa Yarmouth Mellemgaard
og Tórhallur Jacobsen á takinum á
bilinum. Teir koyrdu báðir á bilstøðini
Akstur Bil í Havn.
Hesir Peugeot vóru nógv brúktir
sum hýruvognar og rutubilar. Teir
vóru góðkendir til 7 ferðandi og høvdu
eisini pláss til viðførið á takinum.
Peugeot 403 vóru framleiddir
frá 1955 til 1966. Tað var bilasølan
Oleva & Francis Goldney í Havn, sum
hevði umboð fyri Peugeot í Føroyum
um hesa tíðina.
Myndaeigari: Tórhallur Jacobsen, Skálavík
SKIPASØGA
BILASØGA
Peugeot 403
hjá Yarmouth
Mellemgaard
Í endanum av september í 2001 bórust tíðindini um, at klaksvíkingar høvdu keypt ein nýggjan
Ågot, sum er eitt frystilínuskip. Skipið varð keypt úr Noregi og varð yvirtikið í Kristiansund
Vilmund Jacobsen
Å
got er bygdur í 1970 og hevur
siglt undir navninum Urvaag.
Skipið er stívliga 37 metrar
langt og varð høvuðsumvælt í 1995,
tá skipið eitt nú fekk nýggj manninga
rrúm.
Gamli Ågot, sum er frá 1960,
varð seldur reiðarínum hjá Urvaag, tá
nýggjara skipið varð keypt.
Tað var skipsmeklaravirkið MARE-
TEC á Argjum, sum skipaði fyri søluni
av hesum báðum skipum.
Eftir keypið av nýggja Ågot, vórðu
nakrar smærri ábøtur gjørdar umborð,
eins og skipið varð málað.
Fekk stóran skaða
Í endanum av februar mánaði í 2014
fekk Ågot ein stóran skaða, tá teir
eftir túr lógu á Klaksvík. Skaðin hendi,
tá uppsjóvarskipið Slættaberg rendi
bulbustevnið beint inn í stýriborðssíðu
frammarlaga á Ågot. Skipið lak illa, og
tað var ikki lætt at finna út av, hvussu
skipið kundi tettast og síðan fáast á
beding.
Eftir nakrar dagar funnu menn
út av at tetta lekan so mikið, at
Ågot kundi flytast og takast upp á
Klaksvíkar Sleipistøð – og seinni á
bedingina hjá MEST í Havn.
Skaðin, sum Ågot fekk, var so
mikið umfatandi, at tað tók einar sjey
mánaðir at umvæla skipið.
Tað, sum hendi við bryggju í Klaks-
vík, var eitt ógvusligt fíggjarligt inntriv
hjá einum lítlum reiðaríi - ikki minst at
missa so nógva fiskitíð.
– Vit hava líka sum verið noyddir
at skræða meginpartin av hesum
árinum (2014) úr kalendaranum. Tað
kemur sjálvandi at síggjast aftur. Vit
royna sum frægast at fáa endarnar at
røkka – við teimum loysnum, sum nú
einaferð fyriliggja. Sjálvandi er hetta
ikki einfalt, men soleiðis, sum tað sær
út nú, fara vit hugagóðir í gongd aftur.
Tað, sum vit eftir hendingina vóru
mest skeptiskir um, var, um vit fóru
at koma burtur úr hesum við skipinum
í varðveitslu.
Tað segði Eyðstein Poulsen, reið-
ari, tá tíðin nærkaðist, at klárt var at
loysa aftur.
Nú á Flemish Kap
Ågot, sum fyri tað mesta hevur fiskað
við gørnum, síðan skipið kom í flotan,
er í løtuni á línuveiði á Flemish Kap,
har skip og manning fingu eina góða
byrjan.
Tað er soleiðis, at Ågot hevur bæði
garna-og línuloyvi, umframt at hetta
er eitt frystiskip, og hetta kemur
væl við, nú teir saman við øðrum
føroyskum línuskipum royna seg á
Flemish Kap, har frystilínuskip gjørdu
tað væl í fjør vetur, eins og útlitini fyri
hesa vertíðina eisini hava teknað seg
væl.
Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot,
segði um ársskiftið, at eitt av stóru
upplivilsunum í 2015 var, tá teir vóru
uppi í Vesturgrønlandi við Ågot sum
móðurskip hjá jollufiskimonnum, og
eftir ætlanin skulu teir aftur til Grøn-
lands í summar.
vilmund@sosialurin.fo
Garna-og línuskipið Ågot er uppkallað eftir gummuni og mammu til eigararnar