hósdagur 17. mars 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
6
HJÚNABANDSLÓGIN
BARBARA HOLM
M
ikukvøldið sleptu
javnaðartingmenn
inir Heðin Morten
sen
og
Kristin
Michelsen ein bumbu í samgong
una, tá ið uppskotið um at broyta
hjúnabandslógina var til aðru við
gerð í Løgtinginum.
Leingi skiftu tingfólk orð um
uppskotið, og hóast málið nú
aftur er sett í nevnd, tóktist tað
í orðaskiftinum sum, at tingfólk
úr fleiri flokkum vóru sinnað í at
taka undir við einum uppskotið,
sum loyvir samkyndum borgarlig
rættindi, men jurdiska innihaldið
í uppskotinum gav tingfólki ein
knaga at hongja síni ivamál á.
Tveir teirra, sum søgdu seg vera
fyri uppskotinum, men ikki vildu
atkvøða tað ígjøgnum mikukvøldið,
vóru javnaðartingmenninir Kristin
Michelsen og Heðin Mortensen,
og tískil var uppskotið sent aftur
í nevnd.
– Hatta var øgiliga óheppið fyri
samgonguna, eingin ivi um tað,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir á, at hetta uppskotið
er øðrvísi enn onnur uppskot, tí
hetta er av prinsipiellum karakter.
– Tað er trupult fyri ein sam
gonguleiðara, tá ið hann ikki fær
síni fólk at ganga í takt í slíkum
prinsipiellum málum. Tá umræður
mál, sum ikki eru prinsipiell, so
kann man ivaleyst tosa seg til eina
semju. Men tá eitt mál av slíkum
prinsipiellum týdningin fer av
sporinum, so er tað alt annað enn
gott fyri samgonguna, sigur fyrr
verandi løgmaður.
§266b elvdi til rumbul
Jóannes Eidesgaard var samgongu
leiðari, tá ið §266b skuldi viðgerðast
í Løgtinginum í 2006. Og hóast tað
heldur ikki var eitt sokallað sam
gongumál, men heldur eitt upp
skot, sum einstøk tingfólk løgdu
fram, so var tað kortini sera prin
sipielt fyri táverandi samgongu.
– Fólk brenna fyri hesum mál
unum. Bæði tey, sum eru fyri, og
tey, sum eru ímóti. Tí er tað av
stórum týdningi, at slíkt verður
handfarið rætt, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Tá eitt mál
av slíkum
prinsipiellum
týdningin fer av
sporinum, so er
tað alt annað
enn gott fyri
samgonguna«
Jóannes Eidesgaard
– Um tú ert vinstravendur og socialdemokratur, og annars gongur
inn fyri javnrættindum, so skuldi man ikki trúð, at hetta var eitt
problem fyri nakað javnaðarfólk. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrr
verandi formaður í Javnaðarflokkinum og løgmaður, nú samgongan
mikukvøldið sparkaði málið um tey samkyndu út á síðulinjuna
Jóannes Eidesgaard
SERA
ÓHEPPIÐ
FYRI SAM-
GONGUNA