Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 7 – Hatta var øgiliga óheppið fyri samgonguna, eingin ivi um tað, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður »Hendan samgongan var jú tann, sum skuldi skipað og býta sam­ felagið av nýggjum, og borga fyri javn­rættindum og einum rætt­vísari samfelag. Men eg má geva Jørn Astrup rætt í, at higartil er stevið í sam­gonguni so mikið iva­samt, at eg kann illa ímynda mær, hvussu tað fer at ganga, tá ið stórmálini koma fyri aftur til støðutakan« Jóannes Eidesgaard Síðani §266b varð samtykt, hevur eingin tikið málið uppá tungu. – Og hetta málið er av júst sama slag. Tað verður ikki friður, fyrr enn uppskotið er samtykt og tey sam­ kyndu hava somu rættindi sum vit onnur. Og tá ið tað er samtykt og tær fyrstu samkyndu vígslurnar hava verið, so vænti eg tey flestu gloyma alt um hetta, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, at tá ið umræður upp­skot av slíkum slag, so hava ting­fólk lyndi til at lata seg í ein yvir­religiøsan ham, sum tey ann­ ars ikki nýta so nógva orku uppá í ting­arbeiðnum. – Tað tykist mangan sum, at tá ið vanlig argumentatión ikki strekk­ir til longur, so hava ting­ fólk lyndi til at lata seg í ein yvir­ religiøsan ham, og argumen­tera út frá tí. Og tað løgna er, at tey halda tað yvirreligiøsa vera brúk­bart, tá tey annars eru tóm fyri góð argu­ ment­ir, sigur Jóannes Eidesgaard. Sigi hvat tit meina Jóannes Eidesgaard fylgdi miku­ dagin partvíst við í orðaskiftinum í Løgtinginum, og hann sigur seg síggja stóran mun á tí, sum ting­ fólk føra fram, tá ið umræður engagement. – Serliga tvey tingfólk tosaðu frá hjartanum, og søgdu sína erligu hugsan um hetta. Tað eru Jógvan á Lakjuni og Sonja Jógvansdóttir. Tey bæði brenna fyri tí tey siga, og tað kann ein og hvør fyrihalda seg til, sigur Jóannes Eidesgaard. Men mong onnur tingfólk kóka hugsanir hjá øðrum saman til sína egnu, og tí er sjónligt, at tey ikki vita reiðiliga, hvat tey sjálvi meina um málið. – Tað mong føra fram er týðiligt adopteraðar meiningar. Tú hoyrir tingfólk sitera hvat bispur hevur sagt, hvat meininheitir siga og onnur fólk við, og so kóka tey tað saman og servera tað sum sítt egna, sigur Jóannes Eidesgaard. Og mangt av hesum botnar í tað, sum Jóannes Eidesgaard áður hevur ført fram – nevniliga at floks­disiplin er ein farin tíð. – Tað verður ikki longur sæð sum ein dygd, at standa saman. Heldur eru tingfólk sjálvsøkin, sig­ur Jóannes Eidesgaard. Generalprøvin ivasamur Í sjónvarpssending í Kring­varp­ inum segði Jørn Astrup Hansen, búskaparfrøðingur, fyrr í vikuni, at tá ið generalprøvin hjá samgonguni hevur verið so skinklutur, so er ivasamt hvussu fer at gangast við frum­sýningini. Her sipaði hann til støð­una áðrenn jól, tá ið tveir javnaðar­ ting­menn settu kýlar í arbeiðið hjá landsstýrismanninum við fiski­ vinnu­málum, um at seta 10 pro­sent av ávísum kvotum til royndar­upp­ boðsølu. Málið er framvegis ikki avgreitt. – Hendan samgongan var jú tann, sum skuldi skipað og býta samfelagið av nýggjum, og borga fyri javnrættindum og einum rætt­ vísari samfelag. Men eg má geva Jørn Astrup rætt í, at higartil er stevið í samgonguni so mikið iva­ samt, at eg kann illa ímynda mær, hvussu tað fer at ganga, tá ið stór­ málini koma fyri aftur til støðu­ takan, sigur Jóannes Eidesgaard. Og júst stevið í samgonguni er tað, sum Jóannes Eidesgaard held­ ur hava fingið eitt skot fyri bógvin mikukvøldið, tá ið broytingin í hjúna­bandslógini til frama fyri samkynd, endaði aftur í nevnd, heldur enn at fara víðari til 3. viðger. – Hetta er ein trupul støða hjá samgonguleiðarunum, og serliga hjá Aksel V. Johannesen, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann vísir á, at tað higartil hava verið javnaðartingfólk, sum hava blokerað fyri prinsipiellu mál­ unum, sum samgongan hevur sett sær fyri. – Tað var øðrvísi hjá løg­manni, um tað vóru hinir sam­gongu­ flokkarnir, sum høvdu trupul­leik­ ar­nar. Men tað er hans­ara egni flokkur, sum skapar trupul­leik­ arnar, og tað ger bara støðuna verri hjá løgmanni, sigur Jóannes Eidesgaard. Og mikukvøldið kom enn eitt prógv uppá, at stevið í Javnaðar­ flokk­inum og harvið samgonguni er ivasamt. Tað eydnaðist løgmanni hóast mikið rumbul, at fáa sam­ stykt eina fíggjarlóg fyri jól, men tá ið umræður tey prinsipiellu mál­ini hjá samgonguni – ja so fær løg­maður ikki rikið síni fólk í rætt. – Samgonguleiðararnir mugu seta seg niður og taka støðu til, hvat teir hava at byggja víðari uppá. Um øll prinsipiell mál skulu steðg­ast av ávísum tingfólkum, so er spurningurin, um samgongan kann halda áfram, sigur Jóannes Eides­gaard, fyrrverandi formaður í Javn­aðar­flokkinum og fyrrverandi løg­maður. BARBARA@SOSIALURIN.FO MYND: ÁLVUR HARALDSEN