hósdagur 17. mars 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
8
HJÚNABANDSLÓGIN
ELJUSTRÍÐIÐ UM TEY TRÝ ORÐINI
»...eller seksuelle orientering«. Tað vóru orðini, sum um í 1988 vórðu mett at legalisera
homosexualitet í Føroyum. Allir tingmenn vóru ímóti, tá atkvøtt var í løgtinginum 2. mai
í 1988. Bara ein atkvøða var fyri. Hon var frá einastu kvinnu á tingi, Karini Kjølbro
EIRIKUR LINDENSKOV
T
að vóru hesi trý orðini:
»eller seksuelle orienter
ing«, sum settu eld í fyri
góðum 28 árum síðani.
Eitt uppskot um broting í
borgarligu revsilógini varð borið í
tingið. Broytingin var í grein 266b,
har trý orð skuldu leggjast afturat,
so at nýggja orðingin fór at verða
soljóðandi:
»Den, der offentligt eller med
forsæt til udbredelse i en videre
kreds fremsætter udtalelse eller
anden meddelelse, ved hvilken en
gruppe af personer trues, forhånes
eller nedværdiges på grund af
sin race, hudfarve nationale elle
etninske oprindelse eller tro eller
seksuelle orientering, straffes med
bøde, hæfte eller fængsel indtil 2
år«
Tað var tann 10. desember í 1987,
at landsstýrið samtykti at leggja
málið um at seta lóg nr. 337 frá 3.
juni 1987 um broytingar í revsi
lógini um forboð móti mismuni
vegna rasu v. m. í gildi í Føroyum.
Í landsstýrinum sótu tá Javn
aðarflokkurin, sum hevði løgmann,
Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýris
flokkurin og Kristiligi Fólkaflokk
urin Føroya Framburðs- og Fiski
vinnuflokkurin.
Tá landsstýrið samtykti at
leggja hesa lógarbroyting fyri
tingið, vóru øll landsstýrisfólkini á
fundi, eisini Niels Pauli Danielsen
úr KRFFFF, sum seinni kúvendi, tá
hann uppdagaði, at hendan lógar
broyting var fyri at verja samkynd.
Uppskotið kom til 1. viðgerð í
løgtinginum uttan at nakar mót
mælti, og málið varð sum vanligt
beint í nevnd. So er tað, at Kristiligi
Fólkaflokkurin raknar við.
Endamálið við hesi lógarbroyt
ing, sum per automatikk kom úr
Fólkatinginum, var at verja sam
kynd ímóti happing og forfylging.
Og Kristiligi Fólkaflokkurin krevur
nú, at málið verður tikið aftur.
Legalisera homosexualitet
Eldur er nú í grindini. Landsstýrið
verður lagt undir bæði eitt og
annað – eisini at vera ógudiligt, tí
tað við hesum lógaruppskotið verj
ir siðloysi.
Kristilig Fólkaflokkurin sendir
samgongufeløgunum bræv, har
flokkurin sigur, at hann tilskilar
sær at standa leysur av samgongu
skjalinum og av annars gjørdum
avtalum.
Hetta tóku Javnaðarflokkurin,
Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýris
flokkurin sum eina uppsøgn av
samgongusamstarvinum.
Torur Niclasen, løgtingsmaður
og formaður í Kristiliga Fólka
flokkinum, sum tá var farin í tvín
ingar, kravdi av landsstýrinum, at
málið varð tikið aftur. Men tað var
eingin møguleiki, gjørdi Atli Dam,
løgmaður, púra greitt.
Vilhelm Johannesen var lands
stýrismaðurin, ið legði uppskotið
fram. Tordur Niclasen legði tað út
sum, at landsstýrið við hesum vildi
legalisera homosexualitet, men tað
var als ikki tað, sum málið gekk út
uppá, segði Vilhelm Johannesen.
Bíblian sum amboð
ímóti javnstøðu
Stríðið um javnstøðulóg og javn
støðunevnd var eisini drigið upp í
hetta málið í 1987. Kristiligi Fólka
flokkurin og annars meiriluti á tingi
stríddist við hond og fót ímóti, at
setast skuldi ein javnstøðunevnd,
og her var Bíblian eisini brúkt sum
argument, soleiðis at løgtingið ikki
við lóg fór at trýsta kvinnur fram
at valdinum.
Endin av hesum stríðnum var,
at Kristiligi Fólkaflokkurin fór
úr samgonguni, sum harvið misti
ein tingmann. Men í staðin fyri
Kristiliga Fólkaflokkin kom hin
helvtin av skrædnaða flokkinum,
sum nú æt Framsóknarflokkurin,
við Adolf Hansen, upp í lands
stýrissamgonguna, og í staðin fyri
Niels Paula Danielsen fór Karolina
Petersen í landsstýrið.
Tá lógarbroytingin umsíðir
kom fyri tingið aftur í 2. viðgerð,
fall málið við einum braki. Bara
ein atkvøða var fyri. Tað var Karin
Kjølbro.
Søgan um viðgerðina
Málið varð lagt fyri tingið 23.
februar í 1988. 25. februar var málið
til 1. viðgerð í løgtinginum og beint
í rættarnevndina.
Undir viðgerðini kom nevndin
eftir, at verandi lóggáva veitir
trygd fyri, at bólkar ella minnilutar
verða ikki háðir og heldur tað tí
vera óneyðugt við broytingum í
galdandi revsilóg.
Ein samd rættarnevnd mælti til
at samtykkja hetta.
2. viðgerð var í løgtinginum
2. mai 1988. Tá fall uppskotið hjá
landsstýrinum við 1 atkvøðu fyri
og 17 ímóti.
Harvið endaði fyrsta stríðið um
tey trý orðini í grein 266b.
Royndin hjá Finni Helmsdal
Næstu ferð, málið varð fyri á tingi,
var tá Finnur Helmsdal, løgtings
maður, sáli, fyri Tjóðveldi, legði
uppskotið fyri tingið í 2005. Tá fall
málið – tó ikki við sama braki sum
í 1988, men við 11 atkøvðum fyri og
19 ímóti. Tá hetta málið var til við
gerðar, sótu Javnaðarflokkurin,
Sambandsflokkurin og Fólkaflokk
urin í landsstýrinum. Í samgongu
skjalinum var eingin binding um
hetta mál.
Í 2006 bar til
Í 2006 løgdu Finnur Helmsdal og
Annita á Fríðriksmørk málið fyri
tingið á triða sinni. Og nú bar til.
Uppskotið varð samtykt við 17 at
kvøðum fyri og 15 ímóti.
Í borgarligu samgonguni, sum
sat til í fjør, hevði Miðflokkurin
tryggjað sær, at mál sum hesi, eitt
nú at loyva samkyndum at giftast,
ikki skuldu samtykkjast.
Nýggja samgongan hevur
tvørturímóti annað endamál, tí
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og
Framsókn fóru til val upp á at veita
samkyndum hesi rættindi.
Nú fáa vit so at síggja, hvussu
leikur fer.
Men vit kunnu staðfesta, at
stríðið um at geva kvinnum sama
rætt sum menn – stríðið um at seta
lóg í gildi um javnstøðu millum
kynini, og stríðið um tey trý orðini
í revsilógini, síðani 1987 hevur ment
seg til stríðið um at loyva sam
kyndum at giftast borgarliga.
Tað ríður um snarið í løgting
inum. Meiriluti er fyri at geva sam
kyndum hesi rættindi. Men semja
er ikki um, hvussu hesi rættindi
skulu kallast.
EIRIKUR@SOSIALURIN.FO
Forsíðan á Sosialinum,
leygadagin 26. mars 1988
Ati P. Dam
Finnur Helmsdal
Niels Pauli Danielsen