hósdagur 17. mars 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
9
www.sansir.fo
Bakkavegur 8 · 625 Glyvrar · Tel +298 40 50 00 · Fax+298 40 50 09 · bakkafrost@bakkafrost.com · www.bakkafrost.com
Dagsskráin fyri fundin verður hendan:
1. Val av fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
Regin Jacobsen, stjóri, greiðir frá virksemi felagsins í farna ári.
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2015 við notum fyri P/F Bakkafrost
og fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing
frá nevnd og stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri
2015, er at finna á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært
góðkenda roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti skjýtur nevnd
felagins upp soljóðandi samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 8,25
kr. fyri hvørt partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd
áljóðandi 403,1 mió. kr. Vinningsbýtið verður útgoldið til teir
partaeigarar, sum eru skrásettir í VPS við afturlatingartíð
tann 8. apríl 2016. Eftir útgjald av vinningsbýti er flutti
vinningurin tilsamans 1.993,9 mió. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 11.
apríl 2016, og skrásetingardagurin (record date) er 12. apríl 2016.
Vinningsbýti verður væntandi útgoldið 25. apríl 2016.”
5. Val av nevnd
Til hendan aðalfundin standa 3 nevndarlimir fyri vali. Hesir
eru Johannes Jensen, Virgar Dahl og Tor Magne Lønnum.
Nevndarlimir felagsins verða valdir fyri 2 ár í senn. Afturval
kann fara fram. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin
gera innstilling til aðalfundin um val av nevndarlimum. Tor
Magne Lønnum hevur boðað frá, at hann ikki tekur við
aftur vali.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Johannes Jensen
og Virgar Dahl fyri 2 ár, og at Teitur Samuelsen, Brattalíð 6,
Tórshavn, verður valdur sum nýggjur nevndarlimur fyri 2 ár.
Teitur Samuelsen er 44 ára gamal, hevur cand.merc.aud. og
hevur drúgvar royndir sum fíggjarstjóri hjá Atlantic Petroleum
og P/F Bakkafrost. Teitur Samuelsen starvast í løtuni sum
stjóri fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar. Teitur Samuelsen er
mettur verandi óheftur.
6. Áseting av samsýning til nevndina og grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndarlønin fyri 2016
verður óbroytt:
Nevndarlimir fáa 200.000 kr. um árið, næstformaðurin fær
250.000 kr. um árið, og formaðurin fær 400.000 kr. um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin fyri nevndar-
limir í grannskoðaranevndini verður 40.000 kr. um árið.
7. Val av limum til valnevndina, herundir val av formanni til
valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Gunnar í Liða og Rógvi Jacobsen
fyri vali. Ola Wessel-Aas hevur avgjørt at fara úr valnevnd ini.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari í Liða og Rógva
Jacobsen fyri 2 ár og nýval av Leif Eriksrød, Oslo, fyri eitt ár.
8. Ásetan av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til limirnar í
valnevndini fyri 2016 verður 12.000 kr. um árið, og at sam -
sýningin til formannin verður 24.000 kr. um árið.
9. Val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er P/F Januar løggilt grannskoðanar-
virki, Hoyvíksvegur 5, 110 Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp afturval av grannskoðara felagsins at
sita til næsta ársaðalfund.
10. Samsýningarpolitikkur
Við tilvísing til grein 10, stk. 4 í viðtøkum felagsins skjýtur
nevndin upp, at galdandi leiðreglur fyri áeggjanarviðurgjald
til leiðslu felagsins, sum vóru samtyktar á aðalfundi felagsins
í 2015, verða óbroyttar galdandi fyri roknskaparárið 2016.
11. Ymiskt
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðu
seðlum
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfund-
inum, verða bidnir um at senda luttøkuskjalið,
sum er at finna á heimasíðu felagsins www.
bakkafrost.com, til P/F Bakkafrost, Bakkavegur
8, 625 Glyvrar, ella at senda luttøkuskjalið við
telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á
tele fax nr. +298 405009. Luttøkuskjalið kann
eisini útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298
405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakka -
frost í seinasta lagi týsdagin tann 5. apríl 2016,
kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðu seðl um
fer eisini fram umvegis heimasíðu felagsins
www.bakkafrost.com ella á skrivstovu felagsins
Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, ella á tlf. nr.
+298 405000 og/ella telefax nr. +298 405009.
Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum
og atkvøðuseðlum er týsdagin tann 5. apríl
2016, kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðal fund -
inum, hava tygum møguleika at geva øðrum
skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com,
umframt á skrivstovu felagsins Bakkavegur 8,
FO-625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt
fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi.
Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum fyritreyt,
at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri
fundarstjóranum. Fulltrú kann eisini gevast
nevnd felagsins. Slíkar fulltrúir kunna sendast
til nevndarformannin umvegis teldupost á
teldubústaði agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska
atkvøðu á sjálvum aðalfundinum.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv
atkvøðurætt á aðalfundinum, sum eru skrásett
í seinasta lagi 1 viku undan aðalfundinum.
Samsvarandi hesum hava partabrøv, sum eru
skrásett í seinasta lagi 1. apríl 2016, kl. 24.00,
atkvøðu rætt.
Ársfrásøgn fyri 2015 og dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum
Ársfrásøgn fyri 2015 við notum fyri P/F Bakka frost
og fyri Bakkafrost samtakið, sum eisini inni heldur
frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins og
grann skoðaraátekning fyri 2015 og dagsskrá við
fullfíggjaðum uppskotum, verður almanna kunngjørd
á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com frá
og við mána degnum 14. mars 2016. Skjølini
liggja eisini frá hesum degi frammi til skjals fyri
parta eigar ar felagsins á skrivstovu felagsins á
Bakkavegi 8, 625 Glyvrar.
Krøv frá partaeigar um felagsins um at taka upp
eitt ávíst evni til dagsskránna á aðalfundinum
skuldu verið sett fram skrivliga fyri nevnd
felagsins á bústaðnum Bakkavegur 8, FO-625
Glyvrar, Føroyar, ella á teldupost bústaðn um
agm@bakkafrost.com í seinasta lagi fríggjadagin
tann 26. februar 2016, og freistin er tí farin.
Móttekur felagið uppskot til evni til dagsskránna
eftir 26. februar 2016, ger nevndin av, um
kravið er sett fram í so góðari tíð, at evnið
kann verða sett á dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur
Partapeningur felagsins er DKK 48.858.065 býttur
í 48.858.065 partabrøv við einum áljóðandi virði
av DKK 1. Felagið eigur sjálvt 298.713 parta brøv.
Hesi partabrøv hava ikki atkvøðurætt.
Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at parta eigar-
ar nir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar DKK 1, teir eiga
í partapeningi.
§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi,
um viðkomandi partaeigari í seinasta lagi 3 dagar
áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum fráboðan
um, at hann ætlar at luttaka á aðal fundinum.
Partaeigari hevur rætt at møta persónliga ella
saman við einum ráðgeva. Partaeigarar felagsins
hava eisini rætt til at møta við fulltrú, sum
parta eigarans vegna kann greiða atkvøðu
sambært skrivligu fulltrúini. Fulltrúin kann vera
galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki longur
enn eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo
Børs hava atgongd til aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við
teimum partabrøvum, sum eru skrásett í seinasta
lagi 1 viku undan ársaðalfundinum.”
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank Norge ASA,
Essendropsgate 7, Oslo, org. nr. NO 911 044 110
MVA til kontoførandi peningastovn, og kunnu
partaeigarar felagsins venda sær til henda
peningastovn fyri at útinna fíggjarligu rættindi
síni í felagnum.
Glyvrar, tann 14. mars 2016.
P/F Bakkafrost
Fyri nevndina
Rúni M. Hansen, nevndarformaður
Innkalling til aðalfund í P/F Bakkafrost
Boðað verður við hesum til
ársaðalfund í P/F Bakkafrost
Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins
á Bakkavegi 8, 625 Glyvrar, fríggjadagin 8. apríl 2016, kl. 15.00.