Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 10 TEMA Slatur – tá tað er ringast Sirka soleiðis greiddi ein fyrr­verandi starvsfelagið hjá 36 ára Kim Nielsen frá, tá ið Vikuskiftis Sosialurin – í eini roynd at finna fram til kjarn­una í málinum – spurdi inn til slaturin um, at Kim Nielsen skal hava verið ónæris­ligur móti børnum. Hetta er eitt serligt tema í Vikuskiftis Sosialinum hesa­ferð. Komandi síðurnar snúgva seg í stóran mun um ein mann í Havn, hvørs størsta mistak eftir øllum at døma er, at hann er ov góður við børn. Kim Nielsen er ikki sum onnur vaksin. Hann kennir ein tryggleika í at vera saman við børnum, og tí skilur polit­isturin Rani Wardum væl, at Kim verður mettur at hava »løgnan atburð«. Meðan hetta temaði hevur verið undir hond, hava fleiri børn, sum Kim Nielsen ígjøgnum árini hevur ansað, ringt til Vikuskiftis Sosialin, tí tey vilja hjálpa. »Eg vil sleppa at siga, at Kim er ein ordiliga fittur maður, og vit gera ofta ymiskt saman enn«, segði tann 15 ára gamli drongurin, sum Kim Nielsen eftir øllum at døma er undir illgruna fyri at hava misnýtt kynsliga. Men hjá løgregluni hava tey ikki hoyrt um Kim Nielsen. Vikuskiftis Sosial­ urin hevur tosað við fleiri politistar, og allir sum ein vátta, at Kim ongan­tíð er meldaður fyri kynsligan ágang. Einaferð varð ein drongur, sum Kim ansaði, tó frá­boðaður til Barna­vernd­ ina, tí illgruni var um, at Kim hevði misnýtt drongin. Barna­verndin fann eingi sjónlig tekin um misnýtslu, og nevndi drongurin er tann, sum vil hjálpa Kim, við at siga frá sínum royndum her í blað­num – um enn dulnevnt. Í fleiri ár hevur Kim eis­ ini ansað eftir børnunum hjá Rana Wardum, sum er løg­reglu­maður búsitandi i Havn. Vaksnu børnini hjá Rana og familja hansara annars, eru enn tætt knýtt at Kim, sum enn í dag er sum hús­fólk hjá teimum. Tey øll og aðrar familjur við vátta, at Kim hevur ongantíð verið ónærisligur, um enn hann iva­leyst hevur havt ótelj­andi møgu­leikar fyri tí, í sínum privata starvi sum hjálpar­ fólk hjá ymiskum familjum. Men kortini hevur Kim eitt spjaldur. Tað, sum upp­ runa­liga byrjaði sum slatur, hevur nú fylgt honum í 15 ár. Seks ferðir hevur hann roynt at gjørt sjálvmorð, tí tung­lyndi sum fylgi av slatr­inum er ikki til at bera. Og minst líka ofta er Kim blivin uppsagdur ella av­ vístur blankt av ymiskum fyri­tøkum og stovnum, uttan nakra nevnda orsøk. Og minst líka ofta eru fólk rund­anum Kim ávarað um, at »hasin maðurin er pedofil«. »Mítt størsta ynski er at arbeiða við børnum, tí tað dugi eg, og tað tími eg«, sigur Kim Nielsen í temasíðunum hesa­ferð. Nú hevur hann fingið nóg mikið. Hann hevur ikki meira at missa, og hevur tí valt at sagt sína søgu við Sosialin. Um enn vit hava roynt dúgliga, so hevur ikki eydnast okkum at finna nakran, sum kann siga ítøkiliga hví Kim Nielsen verður róptur pædofil. Nú er spurningurin, um Kim Nielsen nakrantíð kann fáa uppreisn. Í Føroya Rætti hevur hann roynt at stevna fyri ærumeiðing uttan úrs­lit. Nú fer hann aftur rættar­ liga vegin – í síðsta enda til evro­peiska Manna­rættinda­ dóm­stólin. »Hann hevur løgnan atburð, tí hann vil allatíðina vera saman við børnum« Barbara Holm Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum Slaturin, sum oyði­ legði lívið hjá Kim BIRGITH LASSEN V ikuskiftisSosialurin skrivar hesu ferð um lagn­una hjá einum manni, sum fyri 15 árum síðani varð lagdur undir at vilja gera seg inn á børn. Verður tú lagdur undir at vera pedofil, kunnu av­leið­ingarnar vera fatalir, vísur tað seg. Hvussu kunnu vit forða, at ósek fólk á hendan hátt verða út­stoytt úr samfelagnum? – Tað er ólógligt at kalla ein ann­ an fyri pedofil, um tú ikki kanst prógva tí, sigur Jógvan Páll Lassen, sak­før­ari. Á sakføraramáli verður tað kallað fyri ærumeiðing, um tú spreið­ur ósannan boðskap út, um ein annan person. Tað kann í ring­ asta føri revsast við fongsul. Kim Nielsen, sum Viku­skiftis­ Sosial­urin skrivar um, hevur trup­ ult við at fáa starv, og hann held­ur sjálvur, at orsøkin er slatur um pedo­ fili. Fyri 15 árum síðani varð hann uppsagdur uttan orsøk, og seinni hevur hann fingið illgruna um, at orsøkin var illgruni um pedo­fili. – Í hesum førinum hevur man nokk mett, at tað var tryggari at ofra starvsfólkið, heldur enn at riskera at nakað hendi børnunum, og tað er ringt at taka støðu til, um ein slík avgerð er ærumeiðandi, sigur Jógvan Páll Lassen. Tað er ringt at forða slatur gjøgnum rættarskipanina, men vit kunnu sjálvi gera ein mun, sigur Jógvan Páll Lassen Sakførari Slaturin ferðast skjótt í Føroyum. Okkum dámar væl at koma við nýggjasta slatrinum í kaffi­ steðginum« Jógvan Páll Lassen SLATUR ÁTTI AT VERIÐ REVSAÐ SOSIALT