hósdagur 17. mars 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
11
Temasíðurnar í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð snúgva seg um slatur,
og hvussu ógrundaðir pástandir kunnu forfylgja fólki.
Mugu sjálvi revsa slatri
Kim Nielsen, sum fyri 15 árum síð
ani varð lagdur undir at vera pedo
fil, er aldrin ákærdur fyri pedofili
og tí aldrin dømdur. Hann eigur
at vera viðfarin sum ein ósekur
maður, sigur Jógvan Páll Lassen, tí
einki prógv er fyri, at hann hevur
framt illgerð.
Men hví kennur hann so sterkar
avleiðingar av nøkrum, hann eftir
øllum at døma ikki hevur gjørt?
– Slaturin ferðast skjótt í Føroy
um. Okkum dámar væl at koma
við nýggjasta slatrinum í kaffi
steðginum, og tað kann kanska
tykjast óskyldigt, men tað er í
veruleikanum hetta, sum elvir til
stórar trupulleikar fyri tann, sum
slatrað verður um, sigur Jógvan
Páll Lassen.
Tað er sambært Jógvan Páll
Lassen ólógligt at alment spreiða
ósannan boðskap um annan per
són. Skrivar tú til dømis á facebook,
at ein ávísur persónur er tjóvur,
brýtur tú lógina um ærumeiðing, og
tú kanst fáa revsing. Men fortelur
tú hetta sama í eini kaffistovu ella
heima við hús, brýtur tú onga lóg,
tí tað ikki er eitt alment stað.
Fólkini á kaffistovuni kunnu
tó bera pástandin víðari til fólk,
sum aftur bera pástandin víðari,
og skjótt er pástandurin alment
kendur.
Átti tað tí í veruleikanum at
verið revsivert at slatra?
– Nei, vit kunnu ikki forða
slatri gjøgnum revsiskipanina –
tað hevði verið ov torført. Men vit
kunnu sjálvi gera ein mun. Eg haldi,
tað átti at verið sosialt straffað
at bera ósannan slatur fram. Vit
kunnu byrja við at gevast at slatra
sjálvi og síðan tala at, tá onnur
slatra, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hann vísur til sangin hjá Simme,
har tveir fjaðrar verða til fimm
hønur, og mælir fólki til at at seta
spurnartekin tann slaturin, sum
verður borin fram á kaffistovum.
BIRGITH@SOSIALURIN.FO
Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu politikkarirnir at arbeiða fyri
sokallaðu barnaváttanum. Barnaváttan ein revsiváttan sum
bæði skal brúkast fyri at tryggja, at fólk, sum eru dømd fyri
pedofili og barnaporno, ikki sleppa at arbeiða á dagstovnum og
øðrum umhvørvum, har børn eru. Men tað skuldi eisini brúkast
fyri at tryggja teimum, sum ikki eru dømd, at tey sleppa at
arbeiða á dagstovnum, um tey ynskja tað. Um Kim Nielsen hevði
eina reina barnaváttan, kundi hann víst arbeiðsplássinum á
hana, tá hann søkti um starv. Men uppskotið er altso ikki komið
í gjøgnum enn. Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Aksel
W. Johannesen og Rigmor Dam, sum upprunaliga vóru tvey av
uppskotsstillarunum, men tað hevur ikki eydnast okkum at
fingið fatur á teimum. Vit høvdu gjarna viljað spurt, hvussu
langt tey eru komin í arbeiðinum við barnaváttanum.
– Tað er ólógligt at kalla ein annan fyri pedofil, um tú ikki
kanst prógva tí”, sigur Jógvan Páll Lassen, sakførari
MYND: ÁLVUR HARALDSEN »Onga viðmerking
til barnaváttanir«