Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 12 TEMA Slatur – tá tað er ringast – Eg havi ikki veruliga havt móti til at gera tað. Men onkuntíð tekur sorgin yvirhond og eg gevi upp, sigur Kim Nielsen NÚ HAVI EG EINKI AT MISSA – Eg eri ongantíð meldaður. Ongantíð ákærdur fyri nakað ávíst. Ongantíð funnin sekur í nøkrum. Men sosiali dómurin hevur fylt mær, síðani eg varð uppsagdur uttan orsøk í frítíðarskúla í Havn. Nú fara eg og sakførari mín allan vegin, tí eg má hava uppreisn, um eg skal bjarga mær sjálvum. Orðini eigur 36 ára gamli Kim Nielsen, sum fyri 15 árum síðani varð lagdur undir at gera seg kynsliga inn á børn Sosialt dømdur sum pedofilur BARBARA HOLM Á rið er 2001. Tá 21 ára gamli Kim Nielsen fær starv sum hjálparfólk í frí­tíðar­skúla í Havn. Honum dámar væl starvið, starvs­ fólk­ini og dagligu gongdina á stovn­inum. Alt gongur væl, heldur ungi maðurin. – Mær dámdi so sera væl børnini og familjurnar hjá teimum. Tað var eitt gott stað at arbeiða, minnist Kim Nielsen aftur á. Men bert fáar mánaðir eftir starvs­setan verður hann kallaður inn til leiðaran. Orsøkin er, at hann ikki longur skal starvast á frí­tíðarskúlanum. Kim Nielsen er ungur og óroyndur tá. Hann veit ikki, at ein eigur at fáa grund­gev­ ingar fyri, hví ein verður sagdur úr starvi. – Eg fekk einki at vita um hví. Í nakrar dagar hugsaði eg um, hví tað hendi so brádliga, men so slepti eg tí, sigur Kim Nielsen. Stutt eftir fær Kim starv sum hjálparfólk hjá einari familju í Havn við trimum børnum. Hann av­lastar foreldrini, fer eftir børn­ unum, hjálpir teimum við tí dagliga og ansar teimum, tá foreldrini eru upp­tikin. Tá er alt framvegis púra vanligt. – Eg stórtreivst við børnunum og tey við mær, greiðir Kim Nielsen frá. Ein telefonsamrøða stutt eftir skuldi tó broyta alt. Kim fór eftir einum av børnunum í sama frí­tíðar­skúla. Og tímar seinni ringdi eitt av starvsfólkunum til mammuna at teimum trimum børn­unum og boðaði frá, at Kim Nielsen var ónærisligur móti børn­ um. Mamman trúði tó ikki ákær­ unum, og tað fór ikki víðari enn sum so. Fyrr enn í 2008, tá ið yngsta barn­ið byrjaði í skúla og harvið í sama frítíðarskúla. Ein dagin skuldi yngsta barnið standa á skoytum við flokkinum. Barnið gjørdist frá sær sjálvum, og tordi ikki at gera hvørki eitt ella annað. – Orsøkin var, at vit báðir høvdu staðið á skoytum dagin fyri, og tá datt hann og skar seg av skoyt­ unum. So hann tordi ikki at gera tað aftur, greiðir Kim frá. Hendan hendingin gjørdi tað, at skúlin setti spurnartekin við, um alt nú var sum tað skuldi hjá lítla barninum. Og uttan at vita júst hvussu farið var fram, fekk frí­tíðar­skúlin boð um hendingina og ill­grunan hjá fólkaskúlanum. – Flokslærarin var tá uppringdur av onkrum í frítíðarskúlanum sum segði, at orsøkin til barnið reageraði Eg minnist, at eg plagdi at læsa hurðina, sløkkja telefonina og seta meg í eitt horn í kamarinum. Og har kundi eg sita í fleiri dagar« Kim Nielsen MYND: ÁLVUR HARALDSEN