hósdagur 17. mars 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
13
so var tí, at eg hevði gjørt meg inn á
hann, greiðir Kim Nielsen frá.
Og hendan telefonsamrøðan
skuldi seinni vísa seg at vera grund
arlag fyri mong ár av arbeiðsloysi,
svøvnloysi og rættarmálið.
Løgreglan kundi einki gera
Hetta fekk av álvara Kim Nielsen
at rakna við. Flokslærarin gjørdi
tað, sum hann sjálvandi skal. Hann
meldaði málið til barnaverndina.
Og síðani varð farið undir eina
størri kanning, har endamálið var
at kanna um barnið hevði verið fyri
kynsligum ágangi.
Men um sama mundi fekk Kim
nóg mikið. Hann hevði tá hoyrt
uppá hesar ákærur í 7-8 ár, og hann
orkaði ikki meira.
– Eg fór rættarliga vegin, og
kærdi hann, sum segði tað fyrst,
fyri ærumeiðing. Men eingin vildi
siga í rættinum, at eg av summum
varð kallaður fyri pedofil, so málið
var slept, sigur Kim Nielsen.
Mánaðir seinni kemur Barna
verndin til sína niðurstøðu. Eingin
tekin eru um, at barnið hevur verið
fyri kynsligum ágangi.
– Eg fekk einki at vita sjálvur,
men mamman at dreinginum vísti
mær tað, greiðir Kim Nielsen frá.
Kim er ongantíð meldaður til
løgregluna. Tað er í flestu førum
ein jalig staðfesting, men ikki í
hesum førinum. Hví? Tí tað merkir,
at hann ongantíð er kannaður fyri
ákærurnar, og harvið ongantíð er
fríkendur ella dømdur.
– Eg vildi so ynskt, at onkur
meldaði meg til løgregluna. Eg havi
fingið at vita frá løgregluni, at tey
kunnu ikki kanna nakað, tá ið eing
in hevur meldað. Tí verið eg ongan
tíð fríkendur, sigur Kim Nielsen.
Seks sjálvmorðs
royndir síðani
Hóast onga politimelding og niður
støðuna frá Barnaverndini, hava
árini síðani verið tung fyri Kim.
Stutt eftir niðurstøðuna frá dóm
stólinum valdi Kim at flyta til Dan
markar. Ella flýggja til Danmarkar,
sum hann sjálvur málber seg.
– Eg kláraði ikki at fyrihalda
meg til slaturin meira, so eg
rýmdi. Men eg gjørdist meira og
meira keddur av, at mítt lív var
blivið soleiðis orsaka av nøkrum
so óneyðugum sum slatri, sigur
Kim Nielsen.
Í Danmark megnaði hann ikki
at fóta sær. Hann fór at drekka
illa fyri at doyva pínuna, og megn
aði ikki at halda fast í nøkrum
starvi.
– Eg minnist, at
eg plagdi at læsa
hurðina, sløkkja
telefonina og
seta meg í eitt
horn í kamar
inum. Og har
kundi eg sita
í fleiri dagar.
Eg boðaði ikki
frá, at eg ikki
kom til arbeiðis,
og eg megnaði ikki
at rinda húsaleiguna,
so eg misti íbúðina, greiðir
Kim Nielsen frá.
Støðan bara versnaði og ein
dagin fyri áleið 5 árum síðani
gjørdist ov nógv.
Eftir at hava søkt sær hjálp frá
kommunulækna í Danmark, og
fingið boð um, at tað ikki var møgu
ligt at fáa stuðul til sálarfrøðiliga
hjálp, misti Kim móti. Hann gekk
sær ein túr í býnum Randers, eftir
at hava tømt seks øl heima við hús.
Kom fram á eina høga standmynd
royndi Kim at klintra upp við tí fyri
eyga, at enda sínar dagar á vegnum
har. Men móti hvarv, og Kim fór
niður aftur. Seinastu fer Kim
royndi at taka lívið av sær, var fyri
einum mánaði síðani. Tá tók hann
yvirdosis av heilivági, men heldur
ikki hesaferð gjørdist úrslitið tað,
sum hann upprunaliga ætlaði.
– Eg havi ikki veruliga havt móti
til at gera tað. Men onkuntíð tekur
sorgin yvirhond og eg gevi upp.
Nú eri eg komin har til, at eg havi
einki at missa, so um eg skal bjarga
mær sjálvum, má eg kempa ímóti
slatrinum, sigur Kim Nielsen.
Fara aftur á
rættarliga vegin
Kim Nielsen og sakførari hansara
ætla ikki at geva upp. Tá málið um
ærumeiðing mótvegis Kim fall,
kendi Kim tað sum, at hann gav
skarvin yvir. Í oktober í fjør flutti
Kim Nielsen aftur til Føroya. Og
síðani hevur hann fingið óteljandi
prógv um, at slaturin um pedofili
framvegis er í hásæti.
Í gerandisdegnum fáa fólk, sum
hava eitt hvørt við Kim at gera,
uppringingar ella boð á annan hátt
um hendan slaturin. Foreldur vera
biðin um at halda børnunum frá
Kim. Dagstovnar og frítíðarskúlar
vilja einki hava við Kim Nielsen at
gera. Ikki tí hann er dømdur fyri at
hava gjørt seg inn á nakran – nei, tí
soleiðis sigur slaturin.
Vikuskiftis Sosialurin hevur
tosað við tvær familjur, sum Kim
hevur starvast hjá seinastu árini.
Báðar familjurnar – foreldrini
og børnini – vilja leggja høvdið á
blokkin fyri, at tað ikki er satt, sum
ført verður fram um Kim. »Tað er
eingin kjansur, at tað passar. Hálv
vaksnu børnini hjá mær rista bara
uppá høvdið, tí hann hevur ongan
tíð gjørt nakað líknandi«, sigur ein
av foreldrunum, sum Vikuskiftis
Sosialurin hevur tosað við. Tey
vilja ikki leggja navn til hesa grein,
tí tey eru eisini merkt av tí slatri,
sum hevur gingið seinastu 15 árini.
Og tí, at tey skulu stuðla Kim
Nielsen, tá ið rættarmálið kemur
fyri aftur.
Enn er ikki greitt, júst hvussu
Kim Nielsen og sakførari hansara
fara fram. Ætlanin er tó, at stevna
starvsfólki, sum talan er um, fyri
ærumeiðing. Og kanska aðrir
partar verða inndrignir eisini. Tað
má tíðin vísa.
Tað er tó vandi fyri, at Føroya
rættur ikki vil taka málið upp
aftur av nýggjum. Um so er, so fer
Kim Nielsen at kæra málið fyri
Evropeiska Mannarættindadóm
stólin.
– Eg má hava uppreisn. Tað er
tað einasta eg hugsi um. Um tað er
tað sum skal til, so geri eg tað, stað
festur Kim Nielsen.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
»Hann er
eitt fantastiskt
menniskja«
Les meir á síðu 16-17
»Eg vildi so ynskt, at onkur meldaði meg til
løgregluna. Eg havi fingið at vita frá løgregluni,
at tey kunnu ikki kanna nakað, tá ið eingin hevur
meldað. Tí verið eg ongantíð fríkendur«