Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 14 TEMA Slatur – tá tað er ringast KENNA IKKI TRUPULLEIKAN Í PEDAGOGFELAGNUM – Eg kenni ikki til, at nakar mismunur verður gjørdur á fólkum á líknandi hátt sum dømi, ið sipa verður til. So slett ikki, tá tað kemur til starvssetanirnar innan tað kommunala økið. Stovnsleiðararnir á barnagørðum eru sundurskildir og hava ikki so nógv samband við hvønn annan, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, tá hann verður spurdur, um slatur kann ávirka starvsmøguleikarnar hjá einum umsøkjara. HALLUR AV RANA A ðrastaðni í blaðnum ber til at lesa drúgva sam­ røðu við 36 ára gamla Kim Nielsen, sum fyri 15 árum síðani misti starvið hjá sær sum hjálparfólk á dagstovni, tí slatur byrjaði at ganga um, at hann var pedofil. Sambært honum sjálv­um, so hevur slaturin gjørt tað ómøguligt hjá honum, at fáa nakað líknandi starv innan økið. Pedagogfelagið er fakfelagið hjá hjálparfólkum og námsfrøðingum, og sostatt fakfelagið hjá Kim Nielsen. Vikuskiftis-Sosialurin hevur spurt Jógvan Philbrow, for­ mann í Pedagogfelagnum, um slík mál eru vanlig í Føroyum og um hvønn leiklut slatur hevur í setan­ ina av starvsfólkum. – Eg kenni ikki til, at nakar mis­ munur verður gjørdur á fólkum á líknandi hátt sum dømi, ið sipa verður til. So slett ikki, tá tað kemur til starvssetanirnar innan tað kommunala økið. Stovns­ leið­ararnir á barnagørðum eru sundur­skildir og hava ikki so nógv sam­band við hvønn annan, sigur for­maðurin, men leggur afturat. – So havi eg størri varhuga til, at tað verður meira snakkað um slík viðurskiftir millum leiðarar á al­mannaøkinum, har fleiri stovns­ leiðarar kunnu sita á somu skriv­ stovu og snakka um fólk, ið ikki eru so væl dámd. Men at nakar hevur fingið noktað starv vegna slatur, kenni eg einki til. Leiðarar hava tagnarskyldu Formaðurin í Pedagogfelagnum vísir á, at tað eru greiðar reglar, ið mugu fylgjast, tá leiðarar seta starvs­fólk. Millum annað hava leið­arar tagnarskyldu um starvs­ fólk­ini. – Á økinum eru rímiliga greiðar reglur, m.a. fyrisitingarlógin, ið ásetir at leiðarar hava tagnarskyldu í slíkum málum. Tað vil siga, at leið­arar kunnu ikki snakka síná­ mill­um um starvsfólkini, og um tey ynskja at spyrja ein annan stovns­leiðara um ein umsøkjara, so mugu tey fyrst fáa samtykki frá um­søkjaranum til tess. Ásetingin um at leiðarar mugu spyrja um samtykki frá um­ søkjarum er tó serliga galdandi fyri at verja tey starvsfólk, ið longu hava eitt starv. Tað kann vera nevniliga vera óheppið, um teirra leiðara finnur útav, at tey eru ónøgd í verandi starvi og søkja eitt annað. Kunnu krevja grundgevingar Hóast Jógvan Philbrow ikki kenn­ ir til nakað dømi, har slatur hevur ávirkað lagnuna hjá einum um­ søkj­ara, so veit hann um dømir, har fólk halda seg ikki hava fingið starv, tí tey ikki eru væl lýdd í skipan­ini. Tá er tað vanliga tí tey al­ment hava funnist at skipanini. Jógvan Philbrow vísir tó á, at um ein umsøkjari fær noktandi svar upp á eina umsókn, so hev­ur viðkomandi rætt at krevja nærri grundgevingar fyri hví við­kom­ andi ikki fekk starvið. Tá kann fak­ felagið veita hjálp at greina svarið. Næsta stigið kann so vera at kæra málið, men tað kann gerast ein longri søga. – Um umsøkjarin er ónøgdur við grundgevingunum, so ber til at kæra málið. Tað verður gjørt við at venda sær til kommunalu umsit­ ing­ina í galdandi kommunu, ið varðar av dagstovnunum, og kæra av­gerð­ina hjá stovnsleiðaranum, greiðir Jógvan Philbrow frá og heldur fram. – Um viðkomandi ikki fær við­ hald har, men metir fram­hald­andi, at avgerðin ikki er røtt, so ber til at fara víðari við málinum. Tá er tað Mentamálaráðið, ið er næsti kæru­ myndugleiki. – Um heldur ikki tann kæran ber á mál hjá umsøkjaranum, so hevur hann sjálvandi síðsta møgu­ leik­an, ið er at kæra setanina til Løgtingsins Umboðsmann. Ein heilt annar møguleiki er at royna málið í rættarskipanini, men har vísir formaðurin í Pedagog­fel­ ag­num á, at tað sjáldan loysir seg. – Tað er ivasamt hvussu væl tað virkar, tí hóast viðkomandi fær við­hald, so er tað neyvan sannlíkt, at við­komandi fær starvið. Tað er nevn­iliga torført at døma fólk í starv. HALLUR@SOSIALURIN.FO Jógvan Philbrow MYND: ÁLVUR HARALDSEN – Eg kenni ikki til, at nakar mismunur verður gjørdur á fólkum á líknandi hátt sum dømi, ið sipa verður til. So slett ikki, tá tað kemur til starvssetanirnar innan tað kommunala økið, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum