hósdagur 17. mars 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
16
TEMA Slatur – tá tað er ringast
BARBARA HOLM
E
in av familjunum, sum
Kim Nielsen hevur starv
ast hjá, er tann hjá Rana
Wardum, politisti í Havn.
Rani hevur fýra børn, og frá tí
minsta barnið var 9 mánaðir,
hevur Kim Nielsen virkað sum
barnagenta í húsinum hjá Rana
Wardum. Rani vil fegin gera greitt,
at Kim Nielsen á ongan hátt hevur
forbrotið seg móti børnunum.
– Míni børn eru vaksin í dag, og
tey verða enn fratør, tá tey hoyra
slíkt um Kim. Hann hevur verið
har fyri tey alt teirra lív, og er tað
enn. Í dag eru tey vaksin, men hann
er enn húsfólk hjá okkum øllum,
greiðir Rani Wardum frá.
Eisini hann hevur upplivað, at
fólk eru komin til hansara fyri at
ávara ímóti Kimi Nielsen, tí hann
skal hava verið ónærisligur móti
børnum.
– Eg havi ongantíð trúð eitt orð
av tí, sum fólk hava sagt, tí eg havi
sæð hvussu børnini hava verið
rundan um hann, og hvussu góð
ur hann hevur verið við tey, sigur
Rani Wardum.
Hann er sannførdur um, at
slaturin um Kim Nielsen botnar
í, at Kim kanska er ov góður við
børn.
– Tey, sum upprunaliga settu
spurnartekin við hansara atburð
førdu fram, at hann hevði løgnan
atburð. Og ja, í mun til onnur vaksin
hevur hann ein løgnan atburð.
Hann tímir betri at vera saman
við børnum enn við vaksnum, og
eg haldi tað er tí hann kennir seg
tryggari við børnum. Men tað er
heldur einki galið við tí, sigur Rani
Wardum.
Hann er forfardur um, at ein
slatursøga kann enda við, at ein
maður verður sosialt revsaður í so
mong ár.
– At hann skal missa størv
orsaka av, at fólk ber slatur víðari,
haldi eg vera ótrúliga synd, tí eg
veit, at einki hald er í ákærunum,
sigur Rani Wardum, politistur og
fyrrverandi arbeiðsgevari hjá Kimi
Nielsen.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
HANN ER EITT
FANTASTISKT
MENNISKJA
– Eg kann siga fyri meg og mína familju, at Kim er eitt fantastiskt
menniskja, og børnini hava altíð elskað hann. Tað gera tey enn, nú
tey eru vaksin, sigur Rani Wardum, politistur, sum hevur latið síni
børn í hendurnar á Kim Nielsen frá tí tey vóru heilt smá
Kim hevur ansað børnunum í fleiri ár
Rani Wardum, politistur
Míni børn eru
vaksin í dag, og
tey verða enn
fratør, tá tey
hoyra slíkt um
Kim. Hann hevur
verið har fyri tey
alt teirra lív, og
er tað enn. Í dag
eru tey vaksin,
men hann er
enn húsfólk hjá
okkum øllum«
Rani Wardum
– Eg havi ongantíð trúð eitt orð av tí, sum fólk hava sagt, tí
eg havi sæð hvussu børnini hava verið rundan um hann, og
hvussu góður hann hevur verið við tey, sigur Rani Wardum
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
■ Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við mannin, sum Kim
Nielsen stevndu fyri ærumeiðing fyri nøkrum árum síðani.
Maðurin vil ikki siga annað enn tað, sum hann segði í rætt
inum – at Kim Nielsen hevur løgnan atburð móti børnum.
Vikuskiftis Sosialurin hevur eisini fingið váttað frá sakførara
og frá avvarðandi familju, at niðurstøðan hjá Barnaverndini
– tá ið hon kannaði um ein ávísur drongur hevði verið fyri
kynsligum ágangi – var, at eingin slík tekin vóru at finna.
Nevndi drongurin sigur eisini sína hugsan um málið, í
temasíðunum hesaferð.