Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 17 Hann hevur ongantíð gjørt nakað skeivt Drongurin, sum skal hava verið misnýttur av Kim: – Eg vil gjarna sleppa at siga, at Kim er ein fittur persónur, sum eg enn eri nógv saman við, sigur nú 15 ára gamli drongurin, sum slaturin snýr seg um BARBARA HOLM At finna fram til júst, hvat tað er, sum Kim Nielsen skal hava gjørt, er heldur trupult. Eitt ítøkiligt dømi er tó tað við dreing­inum, sum fólka­skúlin helt uppføra seg løgið, og sum síð­ani var orsøk til, at sam­band­ið millum Kim Nielsen og hend­an unga drongin varð lagt undir luppin hjá Barnaverndini. Barnaverndin kannaði málið og kom fram til, at drongurin ikki varð misnýttur kynsliga. Drong­ urin er ávirkaður av hendingini og slatrinum rund­an um, og tí ynskja hann og mamma hansara at vera dul­nevnd í hesari grein. Tey vilja tó bæði stuðla Kim Nielsen, tí tey eru sannførd um, at hann als einki hevur gjørt skeivt. – Eg vil gjarna sleppa at siga, at Kim er ordiliga fittur og hevur ongantíð gjørt nakað skeivt ímóti mær, sigur ungi drong­urin, sum nú er 15 ár. Hann og mamma hansara ynskja bæði at sláa fast, at við­ ferðin, sum Kim Nielsen hevur fingið í samfelagnum, er bert orsaka av slatri, sum als einki hald hevur í veruleikanum. Hes­ in drongurin er yngstur av fýra systkjum, sum Kim Nielsen hev­ ur ansað eftir. – Vit eru enn ordiliga væl. Vit gera ofta ymiskt saman enn í dag, sigur 15 ára gamli drong­urin. BARBARA@SOSIALURIN.FO Ynski mær bert at arbeiða við børnum BARBARA HOLM K im Nielsen hevur trupult við at tosa við Viku­skiftis Sosial­in. Ikki tí hann ikki vil siga sína søgu, men tí hann er bangin. Bangin fyri, at hann kanska ger okkurt verri, og har­við ongantíð sleppur und­an slatrinum. Hinvegin er hann komin har til, at hann ikki long­ur kennir tað sum, at hann hevur nakað at missa. Hann hevur fingið stað­fest PTSD og tunglyndi orsaka av hes­um slatrinum sein­ astu árini. Tað merkir, at seinastu tvey ár­ini hevur hann ikki megn­að at hildið fast í nøkrum starvi, tí tá ger­andis­dagurin gerst ov tungur, so stongir Kim seg inni og for­ sømir sínar skyld­ur. Men áðrenn tað hevur hann upplivað ferð eftir ferð, hvussu slaturin fylgir honum og fær av­leiðingar fyri hann. Her hava vit nøkur dømi um ítøkiligan slatur og um størv, sum Kim er uppsagdur frá sein­astu árini. Dømi um uppsagnir – Kim hevur koyrt buss í ymisk­um kommunum og hann hevur koyrt buss fyri ferðavinnuna. Allastaðni er hann uppsagdur uttan orsøk. Ein dagin varð hann uppsagdur sum bussførari, utt­an at hann fekk boð um tað. Hann frætti tað bara frá einum starvs­felaga. – Kim hevur eisini søkt eitt ­ ótal av størvum innan frítíðar­ skúlar í Tórshavnar Kommunu, men ongantíð hevur eydnast. Hann verður bara blankt av­vístur, uttan orsøk. – Kim hevur eisini upplivað at verða uppsagdur hjá einari fam­ilju, har hann privat varð sett­ur sum hjálparfólk fyri fam­ilj­una. Orsøkin var, at eftir eina viku í starvinum fekk familjan grann­ar á gátt, sum søgdu hann vera ónærisligan móti børnum. Fam­iljan tordi ikki annað, enn at siga hann úr starvi. Dømi um ítøkiligan slatur – Kim Nielsen leigar eina íbúð í hús­um í Havn, har eigari av hús­ unum eisini búleikast. Ein dagin kom ein granni á gátt hjá eigar­ anum og ávarði ímóti at lata Kim vera einsamallam við børn­unum, tí »hann ger seg inn á børn«. – Kim Nielsen hevur enn sam­ band við tey børn, sum hann hev­ ur ansað privat síðani hann var 17 ár. Ein teirra – ein 20 ára gamal drongur – bað ein dagin Kim koyra seg til mammu sína eftir onkrum. Mamman ar­beiddi á dag­stovni í Havn. Kim so gjørdi, og úrslitið var, at mamm­an varð ávarað av øðrum starvs­fólkum á dag­stovninum um, at Kim var ónærisligur móti børn­ um. BARBARA@SOSIALURIN.FO Sí alla søguna í greinini um Kim Nielsen, aðrastaðni í síð 12-13. – Eg føli ikki hetta málið er yvirstaðið, fyrr enn eg aftur sleppi at gera tað sum eg dugi og sum eg brenni fyri – at arbeiða við børnum, sigur Kim Nielsen