hósdagur 17. mars 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
18
TEMA Slatur – tá tað er ringast
SLATUR ÁVIRKAR
IKKI STARVSETANIR
– Slatur er ikki eitt atlit, ið vit taka við í metingini, tá eitt starvsfólk skal setast. Hvørt
fall ikki í teimum setanum, har eg havi verið ein partur. Vit hava ein politikk, leiðreglur,
mannagongdir og fylgja almenna leistinum, tá tað kemur til starvssetanir. So vítt sum
eg veit, so gongur tað erligt og reiðiligt fyri seg, tá fólk verða sett í starv. Tað sigur
Ingunn Eiriksdóttir, fyrisitingarstjóri og fyribils starvsfólkaleiðari í Tórshavnar
kommunu, um hvørji atlit verður tikin, tá fólk verða sett í starv í kommununi
HALLUR AV RANA
T
að eru fimtan ár síðani,
at Kim Nielsen varð
koyrdur sum hjálparfólk
á eini dagstovni í komm
ununi, men hóast hann hetta tíðar
skeiðið hevur søkt onnur størv,
so metir hann sjálvur, at slatur
millum leiðarar og starvsfólk hava
oyðilagt hansara møguleikar fyri
nýggjum starvi.
Tað eru kommunurnar, ið varða
av dagsstovnaøkinum, og harvið
eru tað kommunurnar, ið hava
ovastu ábyrgd viðvíkjandi starv
setanir á dagstovnum og barna
gørðum.
Ingunn Eiriksdóttir, fyri
sitingarstjóri og fyribils starvs
fólkaleiðari í Tórshavnar komm
unu, ivast tó ikki eina løtu, tá
Vikuskiftis-Sosialurin setir henni
spurningin, um slatur kann hava
eina ávirkan á starvsetanir í
kommuni.
– Slatur er ikki eitt atlit, ið vit
taka við í metingini, tá eitt starvs
fólk skal setast. Hvørt fall ikki í
teimum setanum, har eg havi verið
ein partur. Vit hava ein politikk,
leiðreglur, mannagongdir og fylgja
almenna leistinum, tá tað kemur til
starvssetanir. So vítt sum eg veit,
so gongur tað erligt og reiðiligt fyri
seg, tá fólk verða sett í starv.
Ongar barnaváttanir
Hóast Anders Nielsen ongan dóm
hevur, og Barnaverndin hevur
fríkent hann fyri allan illgruna,
so hevur hann einki skjal, ið kann
prógva at hann er ósekur, og sum
harvið kann brúkast sum svar til
søgurnar, ið verða sagdar um hann.
Ein loysn kundi verið ein sokall
að barnaváttan, ið nógv tos var um
fyri nøkrum árum síðani. Um tær
vóru í gildi, so kundi hann víst á,
at har var einki at koma eftir hjá
honum. Men hóast nógv hevur
verið tosað um barnaváttanir, og
hóast eitt uppskot til samtyktar
um barnaváttanir varð samtykt
í 2013, so røkist einki fyri, at tær
verða veruleiki í nærmastu framtíð,
upplýsir Ingunn Eiriksdóttir.
– Lógin er ikki í gildi, og komm
unan biður ikki um revsiváttan í
slíkum førum. Undantakið er, tá
søkt verður eftir loyvi at koyra
hýruvogn, men teir eru ikki starvs
fólk hjá kommununi.
– Tað var annars ætlanin at seta
barnaváttanir í gildi í Føroyum fyri
nøkrum árum síðani, men arbeiðið
steðgaði, tí fyrst var neyðugt at
lógin um persónsupplýsingar varð
samtykt fyri ríkismyndugleikar, ið
er løgreglan. Tað er dansk málsøki,
og sostatt hevði verið neyðugt við
ríkislógartilmæli ella yvirtøku av
málsøkinum.
– Ikki fyrr enn tá hevði verið
møguligt at smíða eina lóg um
barnaváttanir. Tað hevði givið
heimild at fari inn í eina revsiváttan
og skilt nøkur viðurskiftir, ið
høvdu við børn at gera, frá restini.
Tann lógin varð tó aldrin samtykt
í Føroyum, upplýsir Ingunn Eiriks
dóttir.
Øll fáa somu viðgerð
Vanliga er tað ikki umsitingin hjá
kommununi, ið setir fólk í starv á
teimum ymisku dagstovnunum,
men Ingunn Eiriksdóttir leggur
dent á, at allir umsøkjarar fáa eina
sakliga viðgerð.
– Øll sum søkja fáa somu við
ferð frá kommununi, og teirra um
sóknir verða sakliga og objektivt
viðgjørdar, men tað eru barnagarð
arnir sjálvir, ið seta starvsfólkini.
Undantak er tó, tá eitt starv
verður sett fyrstu fer ella eitt nýtt
starv verður stovnað. Tá er Starvs
fólkadeildin vanliga ein partur av
tilgongdini.
– Tá talan er um størv, ið hava
verið lýst leyst fleiri ferðir, so
er tað leiðarin á dagstovninum
sjálvur, ið setir starvið. Onkuntíð
eru fólk frá Starvsfólkadeildini
við í tilgongdini, men álitisfólkini
verða altíð kunnaði um setanar
tilgongdina. Tað er mín uppfatan,
at tað fyrigongur eftir skipaðum
viðurskiftum, og at tað er tann
best skikkaði umsøkjarin, ið verður
settur, sigur Ingunn Eiriksdóttir at
enda.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Tórshavnar kommuna
»Slatur er ikki
eitt atlit, ið vit
taka við í meting
ini, tá eitt starvs
fólk skal setast«
Ingunn Eiriksdóttir
– Øll sum søkja fáa somu við
ferð, og teirra umsóknir verða
sakliga og objektivt viðgjørdar,
sigur Ingunn Eiriksdóttir
SAVNSMYND