hósdagur 17. mars 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
20
SAMFELAG
Sita á milliardum
HÆTTISLIGUR
BYGNAÐUR Í TF
SAMTAKINUM
Krakka-
veldi
Fyrrverandi bankastjóri og nevndarlimur í Eik Banka, Jørn Astrup
Hansen, er atfinningarsamur móti bygnaðinum í TF samtakinum, sum
eigur bæði Eik Banka og Tryggingarfelagið Føroyar, og kallar bygnaðin
hættisligan. Nevndirnar í dótturfeløgunum eru uttan veruliga ávirkan
og í veruleikanum stýrir ein maður øllum konglomeratinum
RÓGVI NYBO
Í
farnu viku varpaði Sosial
urin ljós á brádliga skiftið í
valdsjavnvágini í nevndini
í Ognarfelag Tryggingar
takaranna og TF Holding, sum er
tann sama, har Gunnar í Liða, for
maður, og Jákup Egholm Hansen,
næstformaður, vórðu skumpaðir
til viks.
Nevndin varð tvíbýtt, tá for
mansskapur skuldi veljast, og eftir
lutakast hevði helst týdningar
mesta nevndin í Føroyum fingið
nýggjan formansskap. Nú sita
vágbingarnir Arni Djurhuus
Brattaberg og Ingeborg Godtfred
sum ávikavist formaður og næst
formaður í TF Holding.
Men broytingarnar í nevndini
í TF Holding hava eisini avleiddar
avleiðingar. TF Holding er einsa
mallur eigari av bæði Eik Banka
P/F og Tryggingarfelagnum Før
oyar P/F, og hevur tí suverenan
avgerðarrætt í hesum báðum feløg
um. Sostatt sita Arni Djurhuus
Brattaberg og Ingeborg Godtfred
nú eisini við valdinum á næst
størsta bankanum og størsta
tryggingarfelagnum í landinum.
Tað skuldi ein í øllum førum trúð.
Spurningur kann tó setast við,
hvør veruliga situr við valdinum á
størsta fíggjarsamtakinum í Føroy
um og milliardunum í kassunum.
Nevndirnar tora
ikki at tala at
Í donsku lógini um fíggjarligt virk
semi, sum eisini er galdandi fyri
Føroyar, verða strong krøv sett
nevndarlimum og leiðslu í einari
fíggjarfyritøku. Høvuðsuppgávan
hjá nevndini er at seta yvirskipaðu
og strategisku karmarnar fyri fyri
tøkuna og fyri arbeiðið hjá stjórn
ini í fyritøkuni.
Samstundis hevur nevndin
skyldu til leypandi at meta, um hon
hevur neyðuga vitan og royndir til
at tryggja ábyrgdarfullan rakstur
og handfaring av váða í fyritøkuni.
Tann vitan og tær royndir, nevndin
sum minsta krav skal hava, skulu
tryggja at hon er før fyri at bjóða
leiðsluni av, eitt nú við at seta neyð
ugar og týðandi spurningar og at
verða vandin um tey svar, hon
fær. Endamálið er at tryggja, at tað
altíð er nevndin, ið hevur valdið í
fyritøkuni, og at leiðslan arbeiðir
fyri nevndina.
Men tað er ikki nokk, at nevnd
arlimir í einari fíggjarfyritøku
eru dugnaligir og fakliga væl
fyri. Dømini við gamla Eik Banka
í Føroyum, sum kollsigldi í 2010,
og fleiri av kollsigldu bankunum í
Danmark, vísa á serliga týdningin
av at hava nevndir, ið vísa neyðuga
óheftni, integritetin og heiðursemi
til at halda munadygt eftirlit við
avgerðunum hjá dagligu leiðsluni í
fíggjarfyritøkuni, sum tað stendur
í §64, stk.2 í lógini um fíggjarligt
virksemi.
Jørn Astrup Hansen hevur
royndir sum fáur við samspælinum
millum leiðslu og nevnd í bankum.
í tveimum umførum var hann
bankastjóri í Føroyum, fyrst sum
stjóri í Føroya Banka frá 1993 til
2005, síðani eisini vegna Fíggjar
ligt Støðufesti í Eik Banka frá
2010 til 2011. Áðrenn hann kom
til Føroya, hevði Jørn Astrup
Hansen verið stjóri í Midtbank (nú
Handelsbanken).
Harafturat hevur Jørn Astrup
Hansen verið nevndarformaður
vegna Fíggjarligt Støðufesti í
danska EBH Bank frá 2008 til 2010,
og nevndarlimur í nevndini fyri
Eik Banka frá 2011 til í januar í ár,
Eg kann vissa
teg um, at tað
nokkso ofta bilar
við integriteti,
heiðursemi og
óheftni í stýr
unum. Tað er
jú ikki nokk at
vita av einum
trupulleika.
Mann skal eisini
hava dirvið og
kraftina til halda
fast móti dagligu
leiðsluni, tá tað
er neyðugt«
Jørn Astrup Hansen