hósdagur 17. mars 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
21
Sambært Jørn Astrup Hansen kundi eitt uppskot verið at loyst
Eik Banka úr TF Samtakinum og latið partapeningin í bankanum
til ein grunn, sum er óheftur av TF Samtakinum og bankanum.
Bankin vil við hesum verða ogn hjá føroyska fólkinum.
– Rímiligt nokk, heldur Astrup, tað var jú tað føroyska fólkið,
sum høvdu spart pengarnar upp, ið bankin varð keyptur fyri
tá hann tók seg burturúr nevnd-
ini.
Sambært honum er høvuðs
trupulleikin í nevndunum í fíggj
arligu risunum í Føroyum ikki
neyðturviliga, at fólkini ikki hava
neyðugu førleikarnar.
– Eg kann vissa teg um, at tað
nokkso ofta bilar við integriteti,
heiðursemi og óheftni í stýrunum.
Tað er jú ikki nokk at vita av einum
trupulleika. Man skal eisini hava
dirvið og kraftina til halda fast
móti dagligu leiðsluni, tá tað er
neyðugt, greiðir Jørn Astrup
Hansen frá.
Fittir fýrar eru farligir
Tá Jørn Astrup Hansen á fyrsta
sinni kom til Føroya og varð settur
sum stjóri í Sjóvinnubankanum
undir kreppuni í 1993, slapp hann
av fremsta bonki at uppliva hvussu
nevndararbeiði í Føroyum gekk fyri
seg. Tá hann sum nýliga innkomin
bankastjóri spurdi seg fyri um
nevndarlimir, vinnulívsmenn og
onnur fólk í Føroyum, fekk hann
ofta bara turrisliga at vita, at við
komandi var ein fittur fýrur.
At reka eina stóra fíggjarfyri
tøku krevur tó meira enn bert
fittar fýrar. Tað krevur dirvið at
taka truplar avgerðir og at standa
ímóti, tá trýstið er størst. Men hesir
eginleikar hava skortað í føroyska
fíggjargeiranum, tá tørvurin á tí
hevur verið størstur.
– Eg havi áður sagt tað, at
Føroyar kunnu tykjast at vera eitt
konsekvensleyst samfelag. Har eru
nógvir fittir fýrar, og mann dvølur
við at taka avgerðir, sum kunnu fáa
avleiðingar fyri onnur. Tað er jú eitt
lítið samfelag, har sambondini eru
tøtt. Føroyar eru í vanda fyri at
koma at líða undir tí, mann kann
kalla »hensynsbetændelse«, greiðir
fyrrverandi bankastjórin frá.
Sambært honum er hetta eitt
sjúkueyðkenni, ið gongur aftur í
báðum bankakreppunum. Hann
er avgjørdur um, at føroysku
bankarnir kundu – og áttu at
havt – byrgt upp fyri at kreppan
gjørdist so mein í 90’árunum, men
at teir ikki orkaðu at ganga ímóti
streyminum. Tað sama er galdandi
fyri nevndirnar í Eik Banka upp
undir fíggjarkreppuna. Tær vóru
ov veikar og tordu ella vildu ikki
at siga ovurhonds sterku dagligu
leiðsluni í bankanum ímóti.
Bygnaðurin eigur
at verða bannaður
Veikar nevndir eru tó ikki allur
trupulleikin. Nevndarlimir kunnu
skiftast út og nevndin kann styrkj
ast. Trupulleikin við veikum
nevndum gerst fyrst serliga vanda
mikil, tá tað er blandað saman við
einum bygnaði, ið líkist tí vit síggja
í TF Samtakinum í dag. Talan er
nevniliga um neyvt sama bygnað,
vit sóu í flestu av krakkaðu spari
kassunum í Danmark og í gamla
Eik Banka, ið eisini fór av knór
anum.
Tá donsku og føroysku spari
kassarnir eftir lóg í 1988 fingu loyvi
at broyta bygnað til partafeløg,
fingu teir tveir møguleikar. Annar
var hylkismøguleikin, har egin
ognin í sparikassanum varð stand
andi í felagnum sum reserva. Tann
seinni og betri kendi í Føroyum
er møguleikin at skipa spari
kassan um til ein grunn. Tann
møguleikin merkir, at sparikassin
letur øll aktiv og passiv til eitt ný
stovnað partafelag, sum so verð
ur bankin, meðan sjálveigandi
sparikassin verður broyttur til ein
vinnurekandi grunn, sum so eigur
øll partabrøvini í nýstovnaða bank
anum. Sostatt verður grunnurin
einsamallur eigari í sparikassanum,
og kann so selja burturav parta
brøvunum, eitt nú um mann ynskir
at verða skrásettur á einum virðis
brævamarknaði, ella velja at varð
veita einsamalla ognarrættin.
Ein av treytunum fyri at
henda lógin fekk undirtøku frá
donsku sparikassunum, var tó
at grunnurin ikki fekk eitt alt ov
sjálvstøðugt lív í mun til nýstovn
aða partafelagið. Tí setti danska
Sparekasseforeningen sum krav,
skuldi grunnurin, sum var einsa
mallur eigari fáa ræðisrættin á
sparikassanum, at tað var eitt
týðiligt samanfall millum nevndar
limir í partafelagnum og nevndar
limir í grunninum. Av 18 donskum
sparikassum, sum valdu henda
møguleikan, eru 7 farnir av knór
anum, meðan 6 máttu lata seg yvir
taka av øðrum banka. Bert fýra av
teimum upprunaligu 18 sparikass
unum eru eftir í dag.
Tað var eisini sami bygnaður,
vit sóu í gamla Eik Banka. Eik
Grunnurin átti til yvir 50 prosent
av partabrøvunum í Eik Banka, og
hevði sostatt ognar- og ræðisrættin
á bankanum. Samstundis varð
nevndin í Eik Grunninum neyvt
tann sama sum í nevndini fyri Eik
Banka. Og tað var sama nevnd, ið
ikki megnaði at seta seg upp móti
ella bjóða stjóranum í Eik Banka av,
tá størri og størri ævintýr vórðu
sett út í kortið, og sum at enda
koyrdu bankan á heysin.
Framhald á næstu síðu
»Súni Schwartz Jacobsen er ein
dugnaligur grannskoðari og ein
dugnaligur stjóri, sum vil valdið.
Og tað skal ein stjóri í einum stórum
banka jú helst eisini. Trupulleikin
uppstendur, tá stjórin, sum vil
valdið, ikki fær nóg nógv mótspæl,
og tað fær Súni Schwartz
Jacobsen ikki«
Jørn Astrup Hansen
MYND: ÁLVUR HARALDSEN