hósdagur 17. mars 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
22
– Tað er eingin ivi um, at hetta
var viðvirkandi til at bankin fall.
Tú hevði í roynd og veru ein stjóra
í bankanum, sum endaði við at
vera stjóri yvir øllum, bæði banka
og grunni, og sum stýrdi øllum at
kalla einsamallur. Eik Grunnurin
og Umboðsráðið, sum kundarnir,
ikki partabrævaeigararnir, valdu,
áttu bankan. Men ongin evnaði at
siga Marner Jacobsen ímóti sum
stjóra. Og dømini úr Danmark
vístu júst sama bygnaðarfeil,
greiðir Jørn Astrup Hansen frá.
Hann er ikki í iva um, at hesi
bygnaðurin er lívshættisligur fyri
bankar.
– Stóð tað til mín, varð hesin
bygnaðurin bannaður við lóg í
morgin, staðfestir hann.
Í 2011 varð við lóg bannað spari
kassum og sparikassagrunnum
at hava somu nevnd. Men meðan
bankalóggávan og bankaeftirlitið
er danskt, er tryggingarlóggávan
og tryggingareftirlitið yvirtikið
málsøki. Tí er eingin, ið heldur eyga
við bygnaðinum í TF Samtakinum
í dag.
Endurtaka sama feil
við TF Samtakinum
Sambært Jørn Astrup Hansen eru
føroyingar nú við at endurtaka júst
sama feil við Eik Banka og bygnað
inum í TF Samtakinum, sum vit
gjørdu fyri bert fáum árum síðani
við Eik Banka og Eik Grunninum.
Bygnaðurin í TF Samtakinum
er soleiðis bygdur upp. Allir trygg
ingartakararnir í P/F Tryggingar
felagnum Føroyum eiga L/F Ognar
felag Tryggingartakaranna, sum so
eigur móðurfelagið í TF Samtak
inum, P/F TF Holding.
TF Holding eigur seks dóttur
feløg, harav tvey eru av serligum
týdningi. TF Holding eigur 100
prosent av P/F Tryggingarfelagið
Føroyar og so eisini 100 prosent
av P/F Eik Banka. Tað er sostatt
nevndin í TF Holding, sum eigur
og velur nevndina í Eik Banka.
Nevndin í Eik Banka er tann sum
hevur eftirlit við og setur stjóra og
dagligu leiðsluna í Eik Banka, sum
í dag er Súni Schwartz Jacobsen.
35 umboðsráðslimir, sum
verða beinleiðis valdir av øll
um tryggingartakarunum, velja
nevndina í Ognarfelag Tryggingar
takaranna, og sambært viðtøk
unum skal nevndin í Ognarfelag
Tryggingartakaranna verða tann
sama sum í TF Holding. Á aðal
fundinum velur TF Holding allar
limirnar í nevndini fyri Eik Banka,
sum harumframt eisini fevnir um
starvsfólkaumboð.
Forstjóri í Eik Banka er Súni
Schwartz Jacobsen. Men Súni
Schwartz Jacobsen er eisini
forstjóri í TF Holding, hvørs nevnd
velur nevndina í Eik Banka, sum
skal hava eftirlit við stjóranum í
Eik Banka, sum er Súni Schwartz
Jacobsen. Sum vit sóu í gamla Eik
Banka, er stórur vandi fyri at ein
sterkur stjóri klárar at yvirtaka
valdið á einari veikari nevnd.
Hetta merkir so, at er nevndin í TF
Holding ov veik at siga forstjór
anum ímóti, so yvirtekur forstjórin
valdið á øllum samtakinum.
Nevndarsessir sum bein
Sambært Jørn Astrup Hansen er
hetta ein av vandunum, vit síggja
í verki í TF Samtakinum í dag.
– Súni Schwartz Jacobsen er ein
dugnaligur grannskoðari og ein
dugnaligur stjóri, sum vil valdið. Og
tað skal ein stjóri í einum stórum
banka jú helst eisini. Trupulleikin
uppstendur, tá stjórin, sum vil
valdið, ikki fær nóg nógv mótspæl,
og tað fær Súni Schwartz Jacobsen
ikki. Hann er bankin og hann er
aðalfundurin. Hann er forstjóri
í TF Holding og umboðar sostatt
eigaran hjá nevndini, sum er stjóri
hjá honum. Sostatt er hann eisini
sín egni stjóri og sítt egna eftirlit
í Eik Banka, sigur Jørn Astrup
Hansen.
Samanfallið millum nevndirnar
í TF Holding og Eik Banka ger tað
eisini møguligt at viðlíkahalda
henda bygnaðin uttan mótmæli.
– Vandin er jú stórur fyri, at
nevndarsessirnar í Eik Banka
verða nýttir sum bein at býta út
til fólkini í TF Holding og Ognar
felag Tryggingartakaranna. Tað er
væl tað, vit hava sæð heilt fram til
í dag, sigur Jørn Astrup Hansen,
sum hevur sitið á fremsta bonki og
eygleitt tað, ið fer fram í samtak
inum, tá hann var nevndarlimur í
Eik Banka.
Inntil nýliga varð nevndin í
TF Holding stýrd av fyrrverandi
nevndarformanninum og næstfor
manninum í TF Holding, Gunnar
í Liða og Jákup Egholm Hansen,
sum eisini vóru ávikavist næstfor
maður og nevndarlimur í nevndini
fyri Eik Banka. Við hjálp frá for
stjóranum høvdu teir sostatt
buktina og báðar endarnar at deila
beinini í samtakinum út.
At nevndarsessir verða býttir
út sum bein, kann stóra og javna
útskiftingin í nevndini benda á.
TF Holding hevur síðani 2011 havt
tríggjar nevndarsessir í Eik Banka.
Gunnar í Liða hevur sitið á einum
av hesum sessunum. Hinir báðir
sessirnir hava síðani TF keypti
bankan í 2011 gingið upp
á skift millum seks onnur
fólk, nevniliga Birgir Mohr,
Jóannes Danielsen, Regin
Hammer, Árna Jacobsen,
Jákup Egholm Hansen og
Marion á Lakjuni.
Hóast valdsjavnvágin í TF
Holding tó skifti fyri tveimum
vikum síðani, og nýggj leiðsla er í
samtakinum, er einki, ið forðar fyri
at nýggja leiðslan heldur áfram í
sama stíli. Trupulleikin er nevn
iliga innbygdur í sjálvum bygnað
inum í samtakinum.
Eiga at upploysa samtakið
Sambært Jørn Astrup Hansen eru
tó onkrir møguleikar í at velja, fyri
at loysa bygnaðartrupulleikan. Ein
av møguleikunum er at loysa Eik
Banka úr TF Samtakinum og lata
hann aftur til fólkið, sum av upp
runa eigur bankan.
Tá monopolið á tryggingar
økinum varð avtikið í Føroyum
í 1998, og Tryggingarsambandið
varð umskipað til eitt partafelag
undir navninum P/F Tryggingar
felagið Føroyar, varð bert partur
av peninginum, sum tryggingar
takararnir høvdu spart upp, settur
í sjálva tryggingarfelagið.
Samlaða eginognin í Tryggingar
sambandinum var um 1,3 milliardir
krónur um ta tíðina. 300 milliónir
krónur vórðu settar í nýggja trygg
ingarpartafelagið, meðan 1 milliard
krónur vórðu settar í TF Holding.
Tað vóru eisini hesir uppspardu
pengarnir, ið vórðu nýttir at keypa
Eik Banka frá Fíggjarligum Støðu
festi.
Sambært Jørn Astrup Hansen
kundi eitt uppskot tí verið at loyst
bankan úr TF Samtakinum og latið
partapeningin í bankanum til ein
grunn, sum er óheftur av TF Sam
takinum og bankanum. Bankin vil
við hesum verða ogn hjá føroyska
fólkinum.
– Rímiligt nokk, heldur Astrup,
tað var jú tað føroyska fólkið, sum
høvdu spart pengarnar upp, ið
bankin varð keyptur fyri.
Framtíðin avgerast
í komandi mánaði
Um ein góðan mánað verður aðal
fundur í Ognarfelag Tryggingar
takaranna. Tá skulu teir 35 limirnir
í umboðsráðnum, sum eru valdir av
fólkinum, velja nevndina í Ognar
felag Tryggingartakaranna, og so
statt eisini nevndina í TF Holding.
Hetta verður gjørt eftir inn
stilling frá tilráðingarbólkinum,
sum verður valdur av Umboðs
ráðnum. Tríggir limir í tilráðingar
bólkinum verða valdir millum
Umboðsráðslimirnir, meðan ein
ella tveir limir verða valdir grund
að á førleikar og vitan. Tað er tó
ikki altíð, at tilráðingarnar frá til
ráðingarbólkinum verða fylgdar.
Í apríl verður aðalfundur í
Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Tá liggur framtíðin hjá Eik Banka
og øllum feløgunum undir TF
Holding í hondunum á teimum
35 umboðsráðslimunum. Bert teir
hava møguleika at ávirka, hvørja
kós vit seta fyri størsta fíggjar
samtak og næststørsta banka í
Føroyum.
ROGVI@SOSIALURIN.FO
SAMFELAG
»Stóð tað til mín, varð hesin bygnaðurin
bannaður við lóg í morgin«
■ TF-Holding P/F
Nevndin er tann sama sum í
L/F Ognarfelag Tryggingartakaranna
Forstjóri: Súni Schwartz Jacobsen
Stjóri: Regin Hammer
L/F Ognarfelag Tryggingartakaranna
Nevndin verður vald av Umboðsráðnum, sum verður
valt av tryggingartakarunum við beinleiðis vali
■ Tryggingarfelagið Føroyar P/F
Nevndin verður vald av einsamalla
eigaranum, sum er TF-Holding P/F
Forstjóri: Regin Hammer
■ Eik Banki P/F
Nevndin verður vald av einsamalla
eigaranum, sum er TF-Holding P/F
Forstjóri: Súni Schwartz Jacobsen
SAVNSMYND
Bygnaðurin í TF Samtakinum. Bæði nevndir og stjórar ganga aftur í øllum samtakinum. Í apríl
verður aðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna. Tá liggur framtíðin hjá Eik Banka
og øllum feløgunum undir TF Holding í hondunum á teimum 35 umboðsráðslimunum
Krakka-
veldi