Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 23 SØLA AV TEKNISKUM VØRUM Í FØROYUM Tekniskt kompetentur seljari Vit leita eftir einum tekniskt kompetentum sølufólki til deild okkara í Tórshavn. Fakliga bakgrundin kann til dømis vera sum elektrikari ella líknandi tekn iskt øki. Gott er við royndum innan sølu úr líkn andi vinnu. Tað er somuleiðis ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til CRM og SAP, men tað er tó ikki eitt krav. Vit hava nógvar uppgávur, og tí er tað umráðandi, at tú trívist í einum hendingaríkum umhvørvi við nógvum broytingum, har vit tó eisini leggja stóran dent á trivnaðin. Millum arbeiðsuppgávurnar eru eitt nú: ■ Søla og handfaran av viðskiftafólki – fyrst og fremst umvegis telefon og teldupost ■ Veitan av tilboðum til fastar kundar ■ Taka lut í virksemi vent móti viðskiftafólki ■ Viðvirka til at optimera lønsemi og vøksturin hjá Lemvigh-Müller ■ Viðvirka til at Lemvigh-Müller verður samstarvsfelagin, sum kundin velur fyrst Tú kemur at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í Føroyum, men tað er sjálvsagt eisini eitt umfatandi samstarv við starvsfelagar í Danmark. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og lønin er eftir avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Peter Lund Kofod, stjóra, á tlf. +298 281155 ella umvegis teldupost á pelk@lemu.fo Vit gleða okkum at fáa umsókn tína á pelk@lemu. fo - ella umvegis vanligan post til: Lemvigh-Müller P/F R. C. Effersøesgøta 10 Postboks 1379 FO-110 Tórshavn Umsóknarfreistin er 23. mars, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Meiri kunning um fyritøkuna og okkara vørur síggjast á www.lemu.fo Sølufólk Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Giljagarður, Leirvík. Arbeiðið fevnir um at keypa inn, tilevna góðsku máltíðir til húsfólkini umframt at halda køkin. Talan er um eitt starv á 30 tímar. Førleikakrøv Umsøkjari við køksfakligari útbúgving hevur fyrimun. Vit ynskja, at tú • sært týdningin av at gera føðsluríkan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur • ert sjálvstøðug/ur og fleksibul • ert fyrikomandi fyri eldri fólki og hevur virðing fyri teimum Setan og løn Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 1.maj 2016. Starvið verður at seta sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara á tlf. 730282. Umsókn Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. mars 2016 kl. 14.00. Umsóknin skal sendast til: Nánd – Kulibakki 8 – 520 Leirvík, ella á teldupost: nand@eystur.fo Kostrøktarstarvsfólk til eldrasambýlið Giljagarður Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Dagliga umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51 ársverk. Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkra røktar- frøðingar, reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss er fyri 15 húsfólkum, 5 av hesum eru á demensdeildini. Sí meira um Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir stabbanum “eldri”. Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo