hósdagur 17. mars 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
24
Matgerð
TJÓÐHILD PATURSSON
R
ulla páskaregg, rulla
páskaregg, rulla reyð,
rulla blá – við sjokoláta
omaná (og innan í). Ja,
eg fann ongan lit sum rímaði við
innan í…
Heldur eitt lítið páskaregg, fylt
við sjokolátu, nøtum, marsipan
og øðrum góðum, enn eitt stórt
innantómt, uttan nakran stórvegis
sjokolátasmakk! Dótturin er ikki
samd, hon vil hava eitt stórt!
Verður hon nakrantíð klókari?
Í seinastu viku skrivaði eg um
mína fyrstu sjokolátaroynd, fyri
nú trimum árum síðani, og um
hvussu hendan var byrjanin til
eitt langt forelskilsi. Men eisini um
trupuleikan við at fáa heilt røttu
munnkensluna í heimagjørdu
sjokolátuna. Til nú havi eg sligið
meg til tols við hendan veikleikan.
Men hesa vikuna rendi eg meg inn
í trupuleikan, sum var byrjanin
til loysnina – eg skuldi gera
páskaregg… og tá ber ikki til at
sjokolátan eftir eitt døgn verður
bleyt og kornutt, ha?
Ofta kann eg vera eitt sindur
sløsut, eg minnist mínar karakter
bøkur úr fólkaskúlanum: Góðir og/
ella hampuligir karakterir í øllum
fakum – men fyri røkisskap! Ja, lat
okkum bara siga, at tað er ikki mín
sterka síða. Ella hvat, møguliga er
tað mín sterkasta og veikasta síða
samstundis. Tað er sum um, at mítt
fokus ofta verður so fokuserað, at
eg ikki síggi nakað annað rundan
um meg. Tað sum er undir míni
linsu beint NÚ fær alt mítt
uppmerksemið, og hitt rundanum
má bíða – og ja, fellur ofta í órøkt.
Í gjár var tað sjokolátan, ið fekk
mítt fokus:
– Hakka, hakka, smelta, smelta,
røra, røra, mála hita, hita eittsindur
meira, køla, mála, røra. Og alla
tíðina gera smáir dryppitestir,
fyri at vita hvussu standurin á
sjokolátuni var nú. Nevndi eg,
at hetta var mitt um náttina? Eg
kundi gott hugsað mær at verið
mínir grannar í gjár. Ja,
guðviti hvat teir hava hildið,
at eg havi bryggjað. Ella
drukkið. Siti uppi á miðjari
nátt, út á trappuna at røra í
skálini hvønn fimta minutt.
Men eg kom á mál, og tað er
torført at lýsa innaru gleðina
av at verða komin á mál við
nøkrum, sum hevur ligið aftanfyri
í tilvitskuni so leingi. Perfekta
sjokoláta, vælkomin fram í ljósið!
Ná, men aftur til páskareggini.
Um mínir grannar hava undrast á
virksemið í gjáranáttina, munnu
teir hava hildið meg verið heilt
skeiva í morgun, tá ið eg kl 6 setti
meg at tekna páskaregg. Men nógv
ger man fyri eina betri mynd, ikki
so? Eg náddi tó ikki at tekna meira
enn tvey, fyrrenn eg kom í tankar
um, at tað óivað var betur at fylla
eggini, áðrenn eg málaði tey. Rætt
hevði eg.
Páskaregg
Umleið 150 gram av sjokolátu
• Tú kanst gera hana sjálv/ur (sí
uppskrift aðrastaðni á síðuni),
ella keypa onkra lekkra sjoko
látu tær dámar.
1 pk marsipan
1 pk nougat
nakrar hasselnøtir
møguliga lakretspulvur
møguliga alt møguligt annað, sum
tú kundi hugsað tær at fylt eggini
við.
4 tóm eggjaskal (minnst til at
reinsa tey væl áðrenn)
Smelta fyrst sjokolátuna. Sjoko
látan má smelta í vatnbaði. Óan
sæð um tú gert sjokolátu sjálv,
ella brúkar keypta, so er neyðugt
at temporera sjokolátuna. Googla
tað, ella ger sum eg sigi her – tað
finnast ymiskir mátar. Hakka
sjokolátuna og hita
hana yvir vatnbaðið
upp til umleið 46 hita
stig. Ímeðan sjoko
látan kólnar, rørir
tú alla tíðina. Tá ið
tú nært 27 hitastig
setur tú sjokolátuna aftur á
hitan, og hitar til 32 hitastig. Nú
er klárt. Ikki SO trupult ha? Koyr
tvær teskeiðir av sjokolátu í fyrsta
eggjaskalið. Lat tað fara runt í
øllum egginum, soleiðis at eitt lag
av sjokolátu leggst um alt. Ger
tað sama við hini trý eggini. Bíða
í umleið 5 minuttir. Endurtak. Eg
gjørdi hetta tríggjar ferðir, men
tað er upp til tín, hvussu tjúkt
tú vilt hava fyrsta sjokoláta-
lagið. Sker marsipan og nougat í
terningar. Hakka hasselnøtirnar
– tær smakka best um tær verða
ristaðar eina løtu á pannini. Fyll
eggjaskalini við marsipan, nougat,
hakkaðum hasselnøtum og tí, tú
annars hevur hug til. Stoyt nú
sjokolátu niður í eggini, fyll upp,
soleiðis at sjokolátan fyllir øll
av nógvum royndur frá gjáranáttini. Fokus er
mín valsigning og mítt forbannilsi. Beint nú eigr
sjokolátan meg! Eksamia, tú mást bíða!
Eg vónaði at eg kundi skriva okkurt um allar
ælaboðans litir – men eg haldi at ef fari at
bíða til at Føroyar veruliga rúma tí
Mála páskaregg úti í svensku morgunvársólini. Ikki so galið
RULLA PÁSKAREGG,
SJOKOLÁTA
PÁSKAREGG
– Ella lat vera við at rulla tey, og et tey ístaðin