hósdagur 17. mars 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
25
Lítlasystir fekk kaffimunn og sjokolátaegg afturfyri at eg
slapp at vakja hana tíðliga á morni til myndatøku
holini ímillum nougat og
marsipan. Lat eggini
kólna. Mála tey, og gleð
teg til páskini koma.
Um at tøma og
reinsa eggjaskal
Tað er ógvuliga lætt gera
eggjaskalini klár, men tað
tekur teimum áleið eitt
døgn at torna, so ger hetta
í góðari tíð.
Prika hol í annan endan
á egginum, eg haldi at tað
lættasta er at sláa spakuliga
við endanum á eini skeið. Pilka
skalið av toppinum. Holið
má vera 1-2 cm í diametur.
Sting ein pinn niður í eggið,
soleiðis at blomman brestur.
Tøm nú eggið úr eggjaskalinum
– mmmhhh… speilegg!
Tá ið øll eggini eru tømd, skolar
tú tey í køldum vatni. Legg tey nú
í eina grýtu við køldum vatni +
eini súpiskeið av edikki. Lat koma
upp á kók, og smákóka í um
leið 10 minuttir. Tað kann koma
skúm á yvirflatuna á vatninum,
tak hetta omanav. Køl nú eggja
skalini, og skola tey væl. Set tey
í ein eggjabakka, við holinum
niðureftir. Lat tey standa soleiðis
og torna. Minst yvir nátt. Helst eitt
døgn ella tvey. Nú er klárt.
Heimagjørd sjokoláta
– nú við temporering
100 gram av kakaosmøri
30 gram av siroppi
30 gram av kakopulvuri
Hakka kakaosmørið groft, ella fínt
– so smeltar tað skjótari. Koyr vatn
í eina grýtu, og fá hana upp á kók.
Lat smábløðra. Koyr kakaosmørið
í eina skál av glasi ella av stáli. Eina
sum passar útyvir grýtuna. Lat nú
kakaosmørið smelta í vatnbaði.
Tá ið næstan alt kakaosmørið er
smeltað (tað skal raka 46 hitastig –
vilt tú eydnast, er gott at brúka eitt
termometur), tekur tú skálina úr
vatnbaðnum og rørir runt. Koyr nú
siropp og kakaopulvur útí eisini.
Rør, rør, rør og rør so eittsindur
meira. Rør heilt til termometrið
nær 27 hitastig. Nú skal sjokolátan
hitast spakuliga, spakuliga upp
aftur. Tú skalt nú náa umleið 32
hitastig. Nú er klárt.
Minnist til at mála eggini, eftir at tit hava
fylt tey - lærið av mínum feilum.
Um tú fert út at røra í sjokolátuni, so kólnar hon
skjótari. Eg tók mær temunnin við í termofløskuni.
Eggini kunnu fyllast við júst tí tær dámar, eg
brúkti nougat, marsipan og hasselnøtir. Okkurt
egg fekk eittsindur av lakretspulvuri eisini
Preið:
Við
at
temperera sjokolátuna, fært tú
eina lekkra útgávu, sum heldur
sær longri, og í langa tíð gevur júst
røttu munnkensluna. Tað finnast
nógvar greinar á netinum um tem
perering. Lesið og gerist klókari
Eggini eru klár. Eg setti tey inn í køliskápið at kólna.
Sólarljósið var bert fyri at fáa eina betri mynd
Preið:
Við at temperera
sjokolátuna, fært tú eina
lekkra útgávu, sum heldur sær
longri, og í langa tíð gevur júst
røttu munnkensluna. Tað finnast
nógvar greinar á netinum um
temperering. Lesið og gerist
klókari