Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 26 Forfylging SÝRIA – Tárini runnu úr eygunum á Dimu, tá hon fyri fyrstu ferð kendi seg nóg trygga til at skriva eina almenna viðmerking á alnótini. Í 2010 flýddi hon til Bretlands, eftir at hava verið jagstrað av Assad stjórnini. Tey seinastu fimm árini hevur hon saman við vesturheiminum hugt at, meðan heimlandið hevur verið vígvøllur til eitt borgarakríggj, sum er ein av atvoldunum til størstu flóttafólkakreppuna í nýggjari tíð JAGSTRAÐ AV SÝRISKA STÝRINUM BRANDUR NOLSØE 27 ára gamla Dima Basri úr Aleppo í Sýria tekur ikki talu- og skrivifrælsi fyri givið. Hóast hon hevur búð í Bretlandi í fimm ár og er blivin von við fólkaræðisligu siðvenjurnar í Bretlandi so nýtir hon mangan høvi at siga sína hugsan alment, um evnið hevur hennara áhuga. Tó so ber Dima seg bara fram í al­ menninginum undir øðrum eftir­ navni enn tí upprunaliga, tí hon hevur framvegis familju eftir í Sýria. Dima fekk friðskjól í Bret­ landi í 2010 – árið fyri at sýriska borgarakríggið brast á, og hevur hon havt leiklutin sum áskoðari, meðan heimlandið er lagt í oyði, og hennara fólk herjað við bumbum hjá síni egnari stjórn. Dima hevði alt lívið verið undir strongum eftir- liti av sýriska valdinum. Tí var tað ein kensluborin løta, tá hon fekk møguleikan at taka lut í almenna kjakinum fyri fyrstu ferð, eftir at hon var komin til Bretlands. – Eg sat heima hjá vinfólki í London og las eina grein um egypt­ isku kollveltingina á einum bretsk­ um tíðindaportali. Eg minn­ist, at eg var spent teirra vegna og vildi leggja upp í kjakið, so eg skrivaði eina viðmerking til greinina. Eg hvakk eitt sindur við av mær sjálv- ari, tí beint sum eg trýsti á enter og sendi viðmerkingina avstað, fór eg at gráta. Ein hálvan tíma seinni gekk tað upp fyri mær, at nú hevði eg borið mína per­sónligu meining fram fyri fyrstu ferð, uttan at óttast fyri, at sýriska stjórnin fylgdi við. Nú hevði eg smakkað veruligt frælsi, sigur Dima smílandi. Politistatur Barndómsdreymurin var at flyta til Fraklands, og tí hevði Dima eisini valt sær franskt sum lærugrein í mið­námsskúlanum. – Eg havi mong góð minnir frá skúlatíðini, men sæð í baksýni, minnist eg, at eg var altíð bangin fyri, at sýriska stjórnin skuldi fáa illgruna um okkurt og handtaka meg. Sýria, áðrenn uppreisturin, var ein politistatur, sigur Dima, sum minnist serliga væl eina hend­ ing í skúlanum, ið væl lýsir munin millum at búgva í einum kúgaðum samfelagi og einum fólkaræði. – Vit høvdu fingið ein nýggjan fransktlærara, sum sjálvur var frak­ lendingur. Ein dagin spyr hann okk­ um á fronskum: Hvat mann forsetin takast við í løtuni? Tá bleiv deyða­ kvirt í skúlastovuni, og lærarin stóð sum kánus. Hann royndi so tann sama spurning umaftur, men hesa ferð á enskum, og tá læt frið­ar­liga Eg græt, beint sum eg trýsti á »enter«