hósdagur 17. mars 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
27
í einari
gentu:
Í Sýria tosa vit
ikki um politikk.
Lærarin helt
seg yvirhøvur ikki hava sett ein
politiskan spurning, men royndi
bara at fáa okkum at seta saman ein
einfaldan setning í eintali og nútíð,
sigur Dima og flennir.
– Tá so lærarin hevði verið og
fingið sær ein kaffimunn, orðaði
hann spurningin eitt sindur
øðrvísi og spurdi, hvat franski
forsetin, Nicolas Sarkozy, mundi
takast við í løtuni – og tá rættu
fleiri hondina upp.
Dima greiðir frá, at hon og
javnaldrar hennara um alt Sýra
vóru bebbarædd, tí tosaði tú ilt
um forsetan, skuldi tú vænta tær
at blíva handtikin.
Gubbadóttir
»sýriska
Mandela«
Dima kendi seg sera
ótrygga í heimlandinum, og
við ráðum frá familjuni søkti hon
um friðskjól í Bretlandi, har hon
hevði onkrar vinir. Hon goymdi
seg í roynd og veru fyri sýriska
stýrinum og var í vanda fyri at
verða tikin í varðhald. Bleiv tað
lagnan, var ikki til at spáa, um
hon nakrantíð slapp heim aftur
til familjuna.
– Eg eri á sokallaða reyða list
anum hjá stýrinum. Ikki tí eg sjálv
havi verið virkin í mótstøðuni hjá
Assad, men tí fleiri av familju
limunum eru politisk mótstøðu
fólk, sigur Dima.
Menninir úr fleiri ættarliðum í
familjuni hjá Dimu hava antin sitið
fangar ella eru bannlýst. Eitt nú
er gubbin, Riad al-Turk, víðagitin
politiskur mótstøðumaður hjá
Assad stýrinum. Al-Turk hevur
sitið í varðhaldi í fleiri enn 20 ár,
13 av teimum sum avbyrgdur fangi.
Hóast hann í dag hevur fleiri enn
80 ár á baki, heldur hann fram
at stríðast fyri fólkaræðinum í
Sýria. Hansara stríðsvilji er vorðin
ímyndin av mótstøðurørsluni,
ikki ólíkt øðrum heimskendum
fyrimyndum í stríðnum um fólka
ræði. Hann verður róptur tann
»sýriski Mandela«, tí hann er
ikki ólíkur Nelson Mandela, sum
bleiv ímyndin av stríðnum fyri
fólkaræði í Suðurafrika, sigur
Dima, sum eftir fá ár sameindist
við mammuni, sum eisini er flýdd
til Bretlands.
Gloymið børn tykkara
Tað var sjón fyri søgn í februar í 2011.
Nakrir tannáringar høvdu málað
rakstrarrópini, sum teir høvdu
hoyrt í sjónvarpinum dagin fyri, á
ein vegg í skúlagarðinum í býnum
Daraa í Sýria. – Arabiska várið
hevði ført Tunesia og Egyptalandi í
ruðuleikar, og í Jemen og Libya var
kollveltingingarandin eisini farin
at nørast. Hesar hendingar vóru
huganum á sýriska fólkinum,
og ein hevði varhugan av,
at Assad fór at eiga tørn.
Tannáringarnir vóru ikki
varugir við politisku støðuna
í landinum. Teir vóru hand
tiknir, og tá foreldrini spurdu
myndugleikarnar eftir børnum
sínum, varð svarað, »gloymið børn
tykkara. Gerið nøkur fleiri. Duga
tit ikki tað, skulu vit vísa tykkum«.
Spakuliga vuksu kravgongurnar
seg størri í vavi. Tá umleið 200 fólk
høvdu savnað seg at mótmæla
handtøkuna av hesum børnum,
útloysti sýriska stjórnin tey fyrstu
skotini, og sostatt blivu friðarlig
mótmæli til harðligar bardagar.
Týsdagin 15.
mars 2016 vóru
fimm ár liðin, síðani
blóðuga stríðið brast
á í Sýria
Í 2011
var fólkatalið í
Sýria 11 milliónir.Í
dag er umleið helvtin
antin flýdd frá
heiminum ella
dripin