Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 28 POLITIKKUR ÁRNI GREGERSEN B orðreitt var til veitslu, tá ið Føroya Løgting fór undir 2. viðgerð av upp­ skotinum um at broyta hjúnabandslógina, so samkynd kundu giftast. Men kvøldið endaði við, at gestirnir fóru heim og maturin tikin órørdur av aftur borðinum. Stórur meirluti í Løgtinginum samtykti at beina málið aftur í trivnaðarnevndina, so málið kann viðgerast betur. Greitt er framvegis ikki um ein meirluti fer at taka undir við málinum, men avgerðin um at beina málið aftur í nevnd var beint móti ætlanini hjá trivnaðarnevndini. Trivnaðarnevndin helt seg hava vissu fyri, at málið fór at fáa meirluta, so tað kundi fara til endaliga viðgerð fríggjadagin. Drúgvt og hart orðaskifti Viðgerðin byrjaði av álvara í ting­ inum klokkan 11 fyrrapartin og helt á til klokkan 19 á kvøldi. Tá høvdu so at siga øll tingfólk havt orðið og tey flestu teirra høvdu greitt givið sína mening til kennar. Spurningurin um rættindini hjá samkyndum at giftast stingur ómetaliga djúpt. Gjøgnum orða­ skifti kom hetta greitt fram og nøkur tingfólk vóru so sannførd um sína støðu, at tað beinanvegin sást, at tey fóru ikki at lata seg vika. Tær fýra, sum settu uppskotið fram: Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, Hanna Jensen, Framsókn, og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka, vóru heilt samdar um, at málið nú hevði fingið so góða og drúgva viðgerð í nevnd, at tað nú var klárt at samtykkja. Tað sama helt forkvinnan í trivnaðarnevndini, Katrin Kalls­ berg, Tjóðveldi. Eisini hon vísti til allar fundirnar, sum nevndin hevur havt og allar innkallingarnar, sum hava verið í málinum. Løgtingið tók hetta tó ikki heilt fyri fult, tí sama dag, sum álit­ið stkuldi viðgerast, tá kom trivnaðarnevndin við einum broyt­ ingaruppskoti. Einum broytningar­ uppskoti, sum nevndin annars hevur havt drúgva tíð at gera, meðan málið hevur verið í nevnd. Talan var um at taka grein 14, stykkið 2 úr donsku hjúna­bands­ lógini, so tað ikki hevur gildi í Føroyum. Trivnaðarnevndin metti, at hendan broyting fór at tryggja, at borgarliga giftan av samkyndum ikki á nakran hátt fór at hava møguleika at enda innan kirkjugátt. Etiskt mál Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur alla tíðina víst til, at tað í samgonguskjalinum stendur, at í etiskum málum kunnu sam­ gongufólk atkvøða eftir egnari sann­føring. Hann hevur eisini vísti til, at júst rætturin hjá samkyndum at giftast er eitt etiskt mál. Undir sjálvari viðgerðini kom eisini greitt fram, at hetta er eitt mál, sum stingur djúpt etiskt. Serliga Jógvan á Lakjuni, Fólka­ flokkurin, vísti ferð eftir ferð á, at spurningurin at loyva sam­kyndum at giftast gongur bein­leið­is móti Skriftini. Samstundis undirstrikaði hann, at hann er sinnaður at geva samkyndum øll borgarlig rætt­ indir, men at um tað er tað, Løg- tingið vil, so ber tað til at gera uppá aðrar mátar enn at fara inn í hjúna­ bandslógina. Løgmaður sjálvur tók eisini lut í orðaskiftinum. Hann segði, at hann Broyting av hjúnabandslógini Flestu væntaðu, at broytingarnar í hjúnabandslógini blev samtykt í gjár, men nú er tað aftur í nevnd VEITSLAN AVLÝST – MÁLIÐ BEINT AFTUR Í TRIVNAÐARNEVNDINA