hósdagur 17. mars 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
29
er sannførdur um, at málið fór at
verða atkvøtt ígjgønum.
– Verður tað ikki í dag, so verður
tað í næstu tingsetu ella einari
aðrari. Friður verður ikki fyrr enn
málið er samtykt, segði hann.
Løgmaður vísti á, at hetta er
eitt mál, sum er viðgjørt gjølla í
okkara grannalondum og har er
tað samtykt.
Óvissa
Tað hevur verið nokk so kent, at
tá ið málið kom aftur úr trivn
aðarnevndini, so vóru tað eini fýra
fólk, sum øll hini ikki vistu, hvat
tey fóru at atkvøða.
Tí royndi andstøðan at ávirka
tað hon kundi. Sambandsflokkurin
hevði eitt uppskot um, at loyva
samkyndum skrásett parlag og
at geva teimum øll borgarlig
rættindir.
Flokkurin slapp tó ikki at leggja
málið fram, tí seiasnta freist at seta
fram uppskot var úti 4. mars. Skal
okkurt uppskot leggjast fram nú,
so skulu 17 undirskriftir til fyri at
hetta kann gerast.
Sambandsflokkurin fekk 16
undirskriftir, men ongin í sam
gonguni vildi skriva undir, so
uppskotið kom ongantíð á ting-
borð.
Sum orðaskiftið leið, so var fyrst
púra greitt, at Annika Olsen, sum
eitt skifti umboðaði Framsókn, ikki
fór at taka undir við uppskotinum.
– Eg vil fegin vera við til at
geva samkyndum øll borgarlig
rættindi, men eg atkvøði ikki
fyri uppskotinum, sum liggur á
borðinum nú, segði hon.
Ein annar tingmaðåur í and
støðuni, sum ivi hevur verið um,
er Magni Laksáfoss.
Hann helt eina ógvuliga fevn
andi røðu og segði, at sum støðan
var blivin gjøgnum orðaskiftið, so
var ikki so langt millum partarnar.
Tí helt hann, at tað var skilabetri
at brúka neyðugu tíðina og vita
um ikki ber til at finna eina loysn
– ella eina orðing – sum ger, at alt
Løgtingið tekur undir við málinum.
– Tí skjóti eg upp, at málið fer
aftur í trivnaðarnevndina, so tað
kann fáa eina fullfíggjaða viðgerð
og svar uppá teir ivaspurnignar,
sum eru reistir í orðaskiftinum,
segði hann.
Onnur tingfólk høvdu mælt til
tað sama, men kortini bert and
støðutingfólk.
Tí var spenningurin stórur,
tá ið fyrst Kristin Michelsen og
síðan Heðin Mortensen, báðir úr
Javnaðarflokkinum, tóku orðið.
Millum tingfólk var greitt, at
tað var avgerandi fyri lagnuna hjá
málinum, hvørja støðu hesir báðir
samgongutingmennirnir tóku.
Tað vísti seg, at teir báðir mæltu
til at málið fór aftur í nevnd.
Seinasti maður, sum hevði orðið
áðrenn tingformaðurin niðurlegði
fundin, var Pauli Trond Petersen,
Tjóðveldi.
Hann fanst hvassliga at gongdini
í málinum og serliga eftir teimum
báðum javnaðartingmonnunum,
sum vildu hava málið beint aftur
í trivnaðarnevndina.
– Hetta líkist ongum og er for
kastiligt. Eg má siga tað soleiðis,
at eg veit ikki um vit hava nakra
samgongu longur.
Eftir eins teðg uppá góðan
hálvan tíma var atkvøtt m málið
skuldi fara aftur í nevnd.
26 atkvøður vóru fyri – fimm
blankar og tvær ímóti.
Málið er nú aftur í trivnaðar-
nevndini.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Myndir: Álvur Haraldsen