Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 30 POLITIKKUR ÁRNI GREGERSEN P olitisku brotasjógvarnir hava ikki lagt seg enn, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa samtykt lógaruppskotið, sum skuldi geva samkyndum loyvi at giftast borgarliga. Uppskotið frá javnaðarting­ monn­unum Heðin Mortensen og Kristin Michelsen loypti ilt í stórar partar av samgonguni og fingu fólk at tosa innanhýsis við stórum bókstavum. Stóra etiska málið fekk drúgva viðgerð í trivnaðarnevndini, men tá ið avtornaði, tá kom meir­lut­in í nevndini við einum broyt­ingar­ uppskoti beint undan 2. við­gerð av málinum. Hetta fekk fleiri tingfólk at ivast í, hvat tey skuldu gera við málið og sum kunnugt endaði tað við, at ein stórur meirluti tók undir við at beina málið aftur til víðari viðgerð í trivnaðarnevndini. Hetta fekk øði í Tjóðveldi, serliga tí at tveir tingmenn úr samgonguni ikki tóku undir við málinum. – Eg haldi vit mugu siga, at vit í veruleikanum ikki hava nakra samgongu og heldur ikki nakra samgonguleiðslu, segði Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi. Onnur tjóðveldisfólk taka undir við tí, tingmaðurin úr Vestmanna segði. Formaðurin krevur áralag Gongdin í málinum um broytingar í hjúnabandslógini er klárt signal um, at ringt áralag er í samgonguni í løtuni. Løgmaður hevur fleiri ferðir sagt, at uppskotið ikki er eitt sam­ gongumál og at tingfólk sjálvi velja hvat tey atkvøða. Hetta stendur eisini í sam­ gongu­skjalinum, men kortini gjørd­ist viðgerðin ein klár uppgerð mill­um samgongu og andstøðu. Tá ið tingfundurin var liðugur vísti tað seg, at Høgni Hoydal, for­ maður í Tjóðveldi, kendi, at nú er komið ov langt. Nú er neyðugt at samgongan stendur saman og samtykkir nøkur uppskot við signalvirði, sum vísir, at samgongan er arbeiðsfør. Uppboðssølan Tí var politiski bardagin í gjár fluttur úr trivnaðarnevndini yvir í vinnunevndina. Vinnunevndin hevur síðani undan jólum havt eitt uppskot frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, til viðgerðar. Higartil er málið ikki komið úr nevndini, men fyrr í vikuni var boðað frá, at samgonguumboðini í nevndini vóru komin til eina semju og høvdu skrivað eitt álit. Eftir hesum uppskoti, so skuldi bert svartkjaftur seljast á upp­ boðssølu. Hetta er nú broytt. Uttan at vita tað, so bendir alt á, at landsstýrismaðurin og sam­ gonguleiðarin Høgni Hoydal hevur kravt av samgonguumboðunum í vinnunevndini, at nú syrgja tey fyri at fáa hetta uppskotið ígjøg- num. – Uppskotið í álitinum líkist ómetalig nógv uppskotinum hjá landsstýrismanninum, men nakrar justeringar eru gjørdar, sigur formaðurin í vinnunevndini, Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin. Álitið er ikki lagt fram í skriv­ andi stund, men tað kemur helst fram í dag. Andstøðan tekur sum heild ikki undir við álitinum hjá samgongu­ umboðunum í vinnu­nevnd­ini, men tað er soleiðis, at hóast samgongan er í minnilutan í vinnunevndini, so hevur hon meirluta í tingsalinum. Brotasjógvar og ringt áralag Tá ið samgongan tapti slagið um tey samkyndu í fyrsta umfari, so er bardagin nú fluttur í vinnunevndina NÝGGJUR VÍGVØLLUR TIL POLITISKU BARDAGARNAR