hósdagur 17. mars 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
31
T
að gekk á leið eitt hálvt ár, har tað eydnaðist
samgonguni at sleppa undan teimum stóru
atfinningunum.
Gott nokk hevur onkur fýlst at, at samgongan
ikki sjálv loysir trupulleikar í samfelagnum, men leggur alt út
í nevndir.
Neyvan er hetta ringasti arbeiðshátturin, men tað krevur,
at leiðslan í samgonguni megnar at tryggja, at baklandið og
fær tað við til tær broytingar, sum samgongan hevur boðað
frá at hon fer at gera.
Innanhýsis samskiftið hevur ikki rigga væl higartil. Serliga
fyrstu tíðina eftir at samgongan var skipað, funnust fleiri
tingfólk á, at tey fingu ov lítið at vita um, hvat samgongan
ætlar.
Síðan hevur tað verið frægari, men okkurt bendir á, at
samskifti enn ikki er komið heilt uppá pláss.
Vit sóu tað í vikuni, tá ið uppskotið um at broyta
hjúnabandslógina var fyri.
Sjálvt um talan í prinsippinum ikki var um eitt
samgongumál, so var tað tað kortini. Hóast tað, so høvdu
leiðararnir í samgonguni ikki holla vitan um, hvat hvør
einstakur tinglimur fór at atkvøða.
Tað endaði eisini við, at leiðslan í samgonguni fekk
ein frammaná frá sínum egnu, tá ið málið endaði aftur í
trivnaðarnevndini.
Eitt annað »mistak« í samskiftinum stóð Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna. Hóast fyrsti fundurin um yvirtøku av
familjurætti var fríggjadagin, so boðaði hon ikki frá hesum,
fyrr enn eftir at broytingarnar í hjúnabandslógini høvdu
verið til 2.viðgerð.
Og hví hevur tað áhuga?
Jú, hjúnabandslógin er undir familjurætti. Í tíðinda
skrivinum sigur landsstýriskvinnan, at familjurætturin
verður yvirtikin í 2018.
Samstundis er eitt uppskot frá meirlutanum í
trivnaðarnevndini um at strika grein 14, stykki 2 í donsku
hjúnabandslógini, so tað ikki er í gildi í Føroyum.
Helst fara danir at siga, at hetta kunnu tit sjálvi broyta, tá
ið tit yvirtaka familjurættin í 2018.
Nógv stórmál eru fyri framman. Tí eiga samgongu
leiðararnir at seta seg saman, tosa við tingbólkarnar og
tryggja samgonguni sama áralag.
Eydnast tað ikki, so eru onnur, sum fegin vilja sleppa
framat.
Kanska eisini saman við onkrum av núverandi
samgonguflokkunum.
Aksel, Poul og
Høgni mugu tosa
við tingmann
ingarnar
Klumma
Árni Gregersen
journalistur
Stórmálini fyri framman
At formaðurin í Tjóðveldi nú vil
hava, at mál, sum samgongan
hevur sett sær fyri at fremja, eisini
skulu loysast nú, hongur saman
við, at fiskivinnan skal nýskipast
áðrenn 1.januar 2018.
Uppskotið um uppboðssølu er
ein roynd. Landsstýrismaðurin fær
heimild til í ár á uppboðssølu at
selja rættin at veiða:
1) 10.000 tons av makreli,
2) 5.000 tons av norðhavssild,
3) 25.000 tons av svartkjafti og
4) 3.000 tons av botnfiski í
Barentshavinum.
Rætturin at veiða kvotuna, hevur
bert gildi í 2016.
Keypta kvotan verður latin
keypara í fiskiloyvi til fiskifarið
sum egin árskvota sambært regl
unum í løgtingslóg um vinnuligan
fiskiskap.
Kvotan gevur ikki rættindi
fram í tíð sambært ásetingunum
í løgtingslóg um vinnuligan fiski
skap og kann ikki avhendast sam-
bært reglunum í løgtingslóg um
vinnuligan fiskiskap.
Hendan uppboðssølan verður
í veruleikanum at rokna sum ein
roynd, tí her er talan um lítlan part
av samlaðu fiskirættindunum.
Politiskt er hetta eisini ein
roynd at staðfesta, at uppboðssøla
er eitt orð í føroysku fiskivinnuni,
sum so kann brúkast aftur seinni.
Sjálvt tað grundleggjandi
arbeiðið í bólkinum, sum skal
skipa fiskivinnuna til 1. januar 2018
er lagt út til ein arbeiðsbólk, sum
kortini hevur fingið eitt rættuliga
trongt kommisorium at arbeiða
eftir.
Vøkstur í búskapin
Umleggingin hevur til endamáls at
skapa størri virðisøking í Føroyum
og at loyva øðrum at sleppa framat
í fiskivinnuni.
Samgongan hevur higartil
staðið ógvuliga einsamøll um
hetta mál, men okkurt bendir á,
at Sambandsflokkurin hevur rætt
hondina út til samstarv.
Flokkurin hevur lagt eitt
uppskot fram á ting um at vit fáa
kanna, um tað ikki ber til at fáa
betri handilsavtalur við ES, so vit
kunnu fáa uppaftur meira burtur-
úr okkara fiskatilfeingið.
Sambandsflokkurin hevur eisini
í fleiri førum víst huga til at fara í
samstarv við samgonguna um at
gera eina nýggja fiskivinnuskipan.
Sterkari samgongu
Samgongan hevur sitið í eitt hálvt
ár.
Nøkur mál vóru loyst undan
jólum, tá ið fíggjarlógin var sam
tykt, men tey stóru málini annars
eru í nevndum, sum skulu koma
við tilráðingum til politiska geiran.
Trupulleikin er, at ófriður er í
samgonguni júst nú.
Uppskotið um broytingar í
hjúnabandslógini bar boð um, at
serlgia Javnaðarflokkuri gongur í
meira enn einum bólki.
Málið um uppboðssøluna hevur
higartil eisini víst, at illa gongst at
halda áralagið í flokkinum.
Men Tjóðveldi hevur eisini
trupulleikar.
Tá ið uppskotið um miðlastuðul
var fyri, gjørdu bæði Pauli Trond
Petersen og fyri ein part eisini Páll
á Reynatúgvu úr Tjóðveldi vart
við, at teir ikki taka undir við út
beringarstuðli.
Hesi málini hava fingið fyrst
Høgna Hoydal, Tjóðveldi, men
eisini samgonguleiðaran Aksel V.
Johannesen, til at viðurkenna, at
hesin arbeiðshátturin gongur ikki
meira.
Nú má áralag fáast millum
tey 16 og helst eisini við Sonju
Jógvansdóttir, sum er parlamen
tariskur stuðul undir samgonguni.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi,
krevur nú betri áralag í samgonguni
Heðin Mortensen atkvøddi ikki fyri
broytingunum í hjúnabandslógini
Kristin Michelsen atkvøddi ikki fyri
broytingunum í hjúnabandslógini