hósdagur 17. mars 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016
SOSIALURIN 33
32
Óli Jacobsen
SJÓLÁT OG
VANLUKKUR Í HÚSAVÍK
Lívið var hart tá í tíðini. Umframt at missa foreldur og systkin var
Hervør eisini eygnavitni, tá ið tveir ungir menn umkomust
Hervør Djurhuus:
2. partur
H
ósdagin tann 26. februar 1942
var eg vitni til eina syrgiliga
vanlukku í Húsavík, sum kostaði
tveimum ungum monnum lívið.
Motorbáturin Immanuel, eisini kallaður
Sabburin, hann hevði ein Sabb motor, hevði
verið á útróðri. Tað var gott veður, tá teir
fóru. Men tá ið teir komu heim aftur, var
vindurin vaksin nógv. Tá teir koma inn móti
Rimilin komu knappliga nøkur stór óløgir.
Samstundis hendir eisini tað óhepna, at
motorurin steðgar.
Teir vóru fimm menn við bátinum. Teir
vóru Jóan Petur Magnussen, í Toft, Jákup
Sørensen, undir Leitinum, Jógvan Joensen,
hjá Dion, Óli Johannesen, nevndur Ollin, og
Søren Sørensen, sonur Antines Sørensen,
kendur løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum.
Tað eydnaðist Jóan Petur og Jákupi at
kom upp á land, meðan hinir tríggir fóru
á sjógv. Søren fekk tikið í mastrina og eini
ár, og hann varð bjargaður, meðan tann
26 ára gamli Óli Johannesen, kallaður
Ollin og tann eitt ár yngri Jógvan Joensen
druknaðu. Óli kom eina ferð nakað nær, og
Søren roynda at skjóta eina ár til hansara.
Men Óli rakk henni ikki. Hann fór undir og
kom ikki upp aftur.
Jógvan hjá Dion hevði fingið fatur í eina
línu. Hann kom ongantíð rættiliga upp
undan, áðrenn hann hvarv.
Olli var sonur Óla við Á í seinni giftu
við Dagmar av Bø. Hon var ommusystir
mín. Hon var eisini á annan hátt hart rakt.
Sonurin Annbjørn var avlamin og sat í
koyristóli. Hann doyði ungur.
Óli doyði í 1945, 92 ára gamal. Til upp
móti 90 ára aldri tók hann lut í tí arbeiði,
eitt stórt føroyskt bóndabrúk førir við
sær. Ein dóttir hansara í fyrru giftu giftist
við Poul Niclasen, kendur sum blaðstjóri
á Dimmalætting og sum landstingsmaður
fyri Sambandsflokkin.
Báðir teir umkomnu vóru ógiftir, men
mamma Jógvan, Anna Sofía, sum var
einkja, sat eftir við tveimum børnum. Hon
hevði mist mannin, Dion, av tuberklum .
Jógvan var tí roknaður fyri at vera for
syrgjari. Hetta hevði týdning fyri trygg
ingina. Mamman, sum var nakað veik
frammanundan, tók tapið av soninum
ógvuliga tungt og kom ikki fyri seg aftur.
Vit vóru eisini skyldfólk.
Systrarnar hjá Jógvani vóru Lena og
Fridrikka. Eg stóð og eygleiddi hendingina,
bert 9 ára gomul. Eg stóð undir liðini á Lenu,
sum sá beiggja sín Jógvan drukna. Hetta
var skakandi at uppliva, og enn verri var tað
sjálvsagt hjá Lenu, sum sá beiggja sín fara
á henda hátt.
Eg minnist, at báturin rak inn móti
skerinum, og at menn sendu boð eftir
pápa, sum teir so settu eina línu á. Síðani
svam pápi út á skerið at fáa bjarga tí eina
manninum. Pápi var ein óvanliga djarvur
maður, kanska legði hann stundum nakað
nógv fyri.
Lena hevði brek í hondunum. Sagt verður
um Fridrikku, at hon hevði sjáldsama góðar
gávur. Hon fór á háskúla í Havn, har hetta
rættuliga kom til sjóndar. Jóhannes av
Skarði, sonur Símun, vildi hava hana í húsið
hjá honum. Men mamman vildi hava hana
suður aftur at vera hjá sær. Hon giftist ikki.
Teir menninir, sum vórðu bjargaðir, vóru
Jóan Petur Magnussen, Jákup Sørensen og
bróðursonur hansara Søren. Hann býr í
Noregi. Jákup hevði fyrst í januar fingið ein
son, sum ikki var doyptur, tá ið vanlukkan
hendi. Hann varð uppkallaður Óli Jógvan
eftir teimum báðum, sum umkomust.
Líkið av Óla rak á land sunnudagin eftir,
meðan einki sást aftur til Jógvan.
Hetta var sjálvsagt ein hvøkkur fyri alla
bygdina, sum tað stóð í Dagblaðnum: »Húsa
vík er ikki stór bygd, so tað er stórur saknur
og missur í hesum báðum unglingum í bestu
árum«.
Báturin var ikki so illa skaddur, hann
kom at vera í drift í fleiri ár eftir hetta.
Útigloymdir á minnisvarðanum
Her skal skoytast uppí, at teir báðir Óli og
Jógvan eru útigloymdir á listanum yvir
teir, sum fórust á sjónum bardagaárini. Á
minnisvarðanum í Viðarlundini í Havn eru
allir teir nevndir, sum fórust á sjónum frá
tí seinni heimsbardagi byrjaði í september
1939 uttan mun til, um teir vóru farnir av
krígsávum ella ikki.
Tað er bert ein húsvíkingur á hesum
minnisvarðanum. Tað er 32 ára gamli Han
us Sørensen. Hann var sjálvur annar í
stýrihúsinum á Loytnantinum á veg heim
úr Grønlandi, tá ið teir á Kappanum tann 1.
oktober 1939 fingu ein sjógv. Teir vóru tveir
staddir í stýrihúsinum. Sjógvurin rakti so
meint, at hann tók Hanus úr stýrihúsinum
og fyri borð. Bløðini skrivaðu, at hann
skuldi giftast hendan veturin. Hann hevði
ætlað, at hetta skuldi verða hansara seinasti
túrur, tí hann skuldi leggjast heima at fáast
við jørðina. Hanus er vist tann fyrsti før
oyingur, sum doyði á sjónum, eftir at heims
bardagin byrjaði.
Hanus var pápabeiggi systkinabarn mítt,
Hanus undir Leitinum, sum býr í mínum
barndómsheimi, sum hann eigur. Hanus,
sum varð føddur í 1940, er uppkallaður eftir
pápabeiggjanum.
Hanus hevur eisini dugnað hesi frásøgn
við upplýsingum, sum hann kennir til.
Vanlukkan í Dali
Undir krígnum hendi ein ræðulig vanlukku
í Dali. Tveir dreingir høvdu funnið eina
spreingiløðing í fjøruni og fóru saman við
einum vaksnum manni inn í skúlan at taka
hana sundur. Løðingin sprongdist, og allir
tríggir doyðu. Hetta minnist eg væl. Pápi
Siðsøga
Staðið, har bátavanlukkan hendi í 1942 er fremst á myndini. Hervør
og onnur eygleiddi hendingina úr bygdini aftast í myndini
Lastbilurin hjá Poul Johan, her avmyndaður saman við børnum, sum hildu hetta
vera eitt stórt upplivilsi. Tey eru f.v. Magnus í Toft, Jóannes Clementsen, Hanus
í Skumputoft, Anfinn Danielsen, Ernst Danielsen og Dánjal Danielsen.