Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 33 Komandi partur Í komandi parti verður millum annað greitt frá, tá ið Andrew ótilvitað gjørdist partur í eini flagggølu. var ein av teimum, sum bar eina av teimum trimum kistunum til jarðarferðina. Tá var ikki kirkja ella kirkjugarður í Dali. Kisturnar vóru bornar úr Dali til Húsavíkar, har teir vórðu grivnir. Tað var so stutt millum Dal og Húsavík, at fólkið í hesum bygdum føldi við hvørjum øðrum. Tað var ikki longri millum bygdirnar at tað lættliga kundi gangast ímillum. Fyrst eg minnist var eingin vegur, gingið varð eftir gøtu. Tað var nógv samband millum Dal og Húsavík, men tað var eisini nógv samband við Skálavík, har tað var eins høgligt sum til Dals. Eg plagdi at fara til Skálavíkar saman við pápabeiggjanum Óla. Hann átti onga jørð og plagdi at fara til Skálavíkar at hoyggja. Hetta kundi geva ein kjøtbita í løn. Mær dámdi so ógvuliga væl í Skálavík. Eg kom tá at kenna fleiri skálvíkingar sum Óla í Geil, sum nú býr í Klaksvík. Har var eitt forkunnugt, sum ikki var í Húsavík. Tað var revafarmur, og tað var stuttligt at eygleiða revarnar. Enn ein vanlukka hevur rakt ættina. Tann 19. januar 1970 skolaðu tveir ungir dreingir á sjógv av lendingini í Húsavík. Teir vóru 16 ára gamli Antines Magnussen og 14 ára gamli Virgar Dam. Eg og Virgar vóru systkinabørn. Eg var eisini í ætt við Antines. Skúlagongd Lærarin í Húsavík var Magnus Magnussen í Toft. Hann dugdi væl at greiða frá. Tað vóru tveir flokkar, sum var vanligt tá í smáum bygd­um, teir vóru yngri flokkur og eldri flokk­ur. Umframt at vera lærari var Magnus deknur, urguspælari, limur og formaður í kirkjuráðnum, formaður í sjúkrakassanum og limur í sóknarstýrinum, ein rættiligur álitismaður. Magnus var eisini ein framúr hegnismaður. Tað var ein góð tíð í skúlanum. Tað var ein sjálvfylgja at ganga í kirkju, vit vistu ikki um nakað annað. Var ikki farið í kirkju, so var einki sum æt at fara út fyri dyr í kirkjutíð. Eg bleiv konfirmerað heima á Sandi 14 ára gomul. Presturin var danin Blicher Winther, sum í eitt mannaminni var prestur á Sandoynni. Kríggið forskrekti neytini Eitt, sum eg minnist frá mínum ungu døgum, vóru neytaframsýningar inni í Dalinum í Húsavík. Hermenn vóru í Sandoy undir krígnum, men teir búðu ikki í Húsavík. Vit sóu teir onkuntíð marsjera við sekkjapípum. Eitt flogfar fleyg eina ferð so lágt yvir bygdini, at neytini vórðu púra forskrekt. Men tað hendi ikki meira enn tað. Minur vóru nógvar. Húsfrúgvin í Húsavík skal hava sagt, at bygdin hvørki skuldi vera skaðað frá landi ella sjógvi. Undir krígnum vórðu tríggjar minur í eini brimódn slongdar heilt niðan í ánna. Tað vóru tey, sum hildu, at húsfrúgvin eisini hevur rúnarbundið fyri hesum vanda. Tíbetur gingu minurnar ikki av. Annars hevði stórur skaði verið gjørdur, tí tær lógu tætt hjá húsunum. Vit búðu ovarlaga í bygdini, so nógv fólk komu niðan til okkara og til onnur fjart liggj­ andi hús, tá ið tað sá mest hættisligt út. Tað vóru annars tríggir handlar í Húsa­ vík. Umframt tann hjá Suffíu, konu Thomas Paula, var handil hjá Antines Sørensen og hjá Gustav Viderø, beiggi prestin Viderø. Antines plagdi at taka ímóti fiski frá út­ róðrar­bátum. Vaksin og húspláss Tá ein genta var blivin 14 ár var at fara heim­ ani frá og fáa húspláss. Mítt fyrsta pláss var í Skopun hjá kenda skiparanum, Andrias í Hvannasundi. Kona hansara, Mona, var úr Skopun. Tey búðu fyrst i Hvannasundi. Men hann var jú sjómaður og burtur ein stóran part av tíðini. Andrias hevði eisini siglt undir krígnum við teimum vandum, sum vóru við hesum. Hetta endaði so við, at tey fluttu til Skopunar. Eg minnist eisini væl, hvussu hugnaligt tað var hvørja ferð, Andrias kom heim av skipi. Tað var altíð nakað serligt, tí tað varð gjørt nógv varð burtur úr. Tey vóru nógv fólk í húsi, og har andaði av gestablídni, offur­vilja og kærleika. Hetta var ein deilig tíð í Skopun. Tey fluttu seinni til Havnar. Vit komu at verða nærmastu grannar úti í Grønlandi í Havn. Hetta var so hugaligt, tí vit kendust so væl frá Skopun. Tað var bert garður ímillum húsini. Tað var altíð tætt tilknýti millum bæði húsini. Tá gestir komu úr Skopun til Andrias og Monu, so komu teir eisini til okkum, og tað varð gingið ímill­um. Eg minnist so væl, at tá Andrias kom heim eftir langan skipstúr, so fingu Andrew og eg altið trolarafisk frá Andriasi. Poul Jóhan, sonur okkara sigur, at eitt, sum hann minnist so væl frá barnaárunum og í samband við fiskin, sum vit fingu frá Andriasi, er tann turri fiskurin, sum Andrew tá bankaði á trappusteinunum. Poul Jóhan og yngsti sonurin hjá Andrias og Monu, Sonni, sum í dag er skip­ari á Enniberg, spældu nógv saman sum smá­ dreingir. Úr Skopun fór eg til Havnar á Dr. Alexan­ drines Hospital eina tíð sum gongsgenta. Hetta var í tíðini hjá kenda yvirlæknanum Paula Dahl. Hann var ógvuliga fittur, men hann kundi eisini físa, tá ikki alt gekk eftir vild. Síðan fór eg at arbeiða hjá John Sivert­ sen, sum var ættaður frá Gjógv. John hevði matstovu, har tað komu nógv fólk. Har gistu fólk eisini. Kona John var Hallgerð, dóttir tann kendu læraran og politikaran, Johan Kalsoy á Eiði. John gjørdist seinni stjóri í Føroya Van­ lukkutrygging og seinni aftur flutti hann til Gjáar, har hann bygdi og rak Gjáargarð. Kom at kenna Andrew Tað var á matstovuni hjá John, at eg kom at kenna Andrew Djurhuus, ættaður Innan frá Glyvur. Hann búði og át har, so tað lá væl fyri! Andrew átti grundstykki í J. Nolsøesgøtu, tá eg kom at kenna hann. Tað var tá eins og nú, at ein treyt fyri at varðveita grund­ stykkið var, at bygt varð á tí innan eina ávísa freist. Tað var nú einki at bíða við. Petur í Gong bygdi húsini. Vit giftust 3. apríl 1950 og fluttu inn í húsini í september sama ár. Hetta var tá í tíðini langt uttan fyri býin, og har vóru fá onnur hús. Tí var hetta kallað úti í Grønlandi. Men nú er tað nærum mitt í býnum. Um somu tíð bygdu Magnus, Absa­lon og Esmar Jacobsen úr Norðragøtu grannahúsini, sum vórðu kallað Gøtuborg, tí tey vóru tvær hæddir hægri enn hini húsini. Vit hava havt stak gott grannalag fram til dagin í dag. Tá í tíðini sást Gøtuborg allastaðni í bý­ num. Tað var vanligt, tá bygdafólk komu til Havnar, og tey vóru mong, sum skuldi vitja meg og Andrew, at vit søgdu teimum, at tey skuldu bara peila seg eftir teimum høgu gulu húsinum, so komu tey fram. Húsini sóust longu niðri á keiuni, har postbátarnir løgdu til. Barndómsheimið hjá Hervør í Húsavík. Myndin er tikin undir krígnum ella stutt eftir. Merkið er í húnar hátt. Poul Johan var loysingarmaður og stoltur av Merkinum Sitandi á trappuni er Poul Jóhan, sonur Hervør, sum stendur aftanfyri saman við mammubeiggjanum Lýðar Poul Jóhan Djurhuus: Tey eru ikki meir (Barnaminnir úr Húsavík) 1 Lívligt á garði einaferð var, tá maður og kona búðu har. Bygdamyndina málaðu tey, í huganum kennist hon ljósareyð. 2 Tó ikki altíð hugaligt var, myrkgráu strokini stundum tey sóu - í túninum spor eftir sorgina stóðu. 3 Men lat okkum minnast teir ljósbornu dagar, í andanum leita vit hagar. Dagligan setning tey høvdu, okkum tey lunnar løgdu. 4 Í fjósi og kjallara neytini standa, trúfastur bátur í neysti man bíða, á bønum sæst græsið at anda, og torvheiðar liggja so víða 5 Maður sæst koma við leypi, ein annar við haka; í køki, konurnar ábyrgd taka – yvir tað flýtur av gleðissteypi. 6 Men nú – lonirnar myrkar standa, ei roykur úr ljóðara kennist, eingin longur har dregur anda, ei hugsjón úr stovu mennist. Eri og vitji í Húsavík í 1995. Gangi mær fram við ánni og síggi gomlu húsini, sum eru avtoftað. Hugsi um mínar barndómsdagar í Húsavík og um fólkið, sum fylti so nógv í míni bygdamynd – eg hoyri tey! síggi tey! føli tey! kenni luktin millum húsini – tey eru ikki meir…..eg sakni tey!