Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 34 ÍTRÓTTUR Ikki við: Hanus Torleifsson, knæskaði (4-5 vikur), Robert Heðin Brockie (knæskaði, óvist), Høgni Eysturoy (lærkrikin 4-5 vikur) Við aftur: Jákup á Borg og Andriasi H. Eriksen Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (knæið, langtíðarskaddur), Øssur Dalbúð (burturstaddur til apríl) Við aftur: Poul Ingason (lærkrikin) Ikki við: Jón Krosslá Poulsen (Skallabrot, 2-3 vikur afturat), Hans Jørgen Djurhuus (Ryggskaði, 2-3 vikur afturat) Ikki við: Haraldur R. Højgaard (mjødnin, langtíðarskaddur) Andras Frederiksberg (lærkrikin, langtíðarskaddur) Ikki við: Ivan Joensen (Fiburspreinging, 1 vika afturat) Ivasamur: Óli Højgaard Olsen (Trupulleikar við knænum) og Pedro (skaddur í lærkrikanum) JÓANNES HANSEN T riðja umfar í fót­bólts­ kappingini er á skrá í viku­skiftinum. Pálma­ sunnu­dagur er stóri fermingar­dagurin. Tí eru tveir dystir ásettir at vera leygardagin, meðan tríggir verða spældir sunnu­dagin. Eftir tvey umfør hevur einki lið fulla úrtøku, og øll liðini hava vunnið stig. Soleiðis hevur støðu­ talvan ikki sæð út síðani í 1990. Kommunuuppgerðin verður á aldukambinum NSÍ - SKÁLA RÚNI GAARDBO leygardagin kl. 15.00 Tað er skjótt hvønn vegin í fótbólti. Tað eru avrikini og úrtøkan hjá teim­um báðum, sum í morgin hitt­ast í kommunuuppgerðini við Løkin í Runavík, góð dømi um. Eftir vónbrot á heimavølli ímóti HB svaraði NSÍ aftur við sann­før­ andi avriki og sigri í Klaksvík. Eftir vónbrot í Sarpugerði ímóti Víkingi svaraði Skála aftur við sann­førandi avriki og sigri á heima­vølli ímóti B36. Nú tørna tey bæði liðini í fremstu deildini í Runavíkar komm­unu saman. – B36 hevði bóltin meiri enn vit, men tað bilti ikki, tá ið máltalvan vísti 1-0 til okkum. Gongdin verð­ ur ivaleyst tann sama ímóti NSÍ. Um máltalvan vísir sama úrslit, so hava vit einki ímóti tí, um NSÍ hevur bóltin meiri. Ímóti meist­ar­ unum vunnu vit trý stig, og nú er avbjóðingin at vinna úrtøku ímóti liðnum, sum í fjør vann silvur­ krónurnar, sigur Skála miðvallarin Pauli G. Hansen. Í Runavík er lagið gott: – Nú ræður um at vísa sama hugburð, sum vit vístu í Klaksvík. Hann var nógv betri, enn tann, sum vit vístu í fyrsta heimadystinum ímóti HB, sigur NSÍ málverjin Símun Rógvi Hansen. Skála hevur bara einaferð vunnið í bestu deildini við Løkin – í 2007. Tað var merkisvert, at Skála 19. august vann 2-1, tí nakrar vikur seinni tryggjaði NSÍ sær FM. Fyri tveimum árum síðani vann NSÍ 6-1 á heimavølli ímóti Skála. Hetta er einasta kommunu upp­ gerðin, sum hevur verið síðani 2008. Víkingur fær einki ókeypis ÍF - VÍKINGUR ALEX TROLEIS leygardagin kl. 16.00 Í morgin fáa ÍF og Jógvan Martin Olsen vitjan av grannunum. ÍF venjarin var 2009-2013 venjari í Sarpu­gerði. Nógvir teirra, sum fram­vegis manna Víkinga liðið, vóru eisini á liðnum, tá ið Jógvan Martin helt um stýrisvølin. Nú eru teir í besta fótbóltsaldri, og tað verð­ur roknað nógv við Víkingi: – Verjan hjá teimum eigur nógv­ar royndir, og í framrættaða part­inum er Philip Djordjevic flúgv­andi. Teir hava fingið Hans Paula Samuelsen aftrat, og í hin­ um borðinum er Andreas Lava Olsen ógvuliga væl fyri. Á sentrala mið­vøll­inum eru Gert Hansen, Heðin Hansen og ikki minst Sølvi Vatnhamar, so talan er um fram­ úr samansett lið, staðfestir fyrr­ ver­andi Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen. So tað verður torført hjá tykk­ um? – Víkingur er favorittur, men tað verður ikki uttan svørðsslag, at teir vinna stig frá okkum. Hetta er gott høvi at vísa, at tað er nakað í tí, tá vit siga, at vit ætla okkum at kappast um europeisku plássini. Mótstøðan verður av sama slag, sum hon var í fyrsta umfari, tá ið vit spældu í Gundadali ímóti B36. Tá taptu vit 4-1, hóast vit vístu góðan hugburð og ikki vóru nakað aftan­fyri í spælinum. Trupulleikin var, at vit ikki vóru nóg savnaðir og tilvitaðir um avrádda setningin. Tað skulu vit vera ímóti Víkingi. Um tað eydnast, so hava vit møgu­ leika at vinna, sigur Jógvan Martin Olsen. Væl upplagdi Andreas Lava Olsen er ikki nøgdur við javnleik á útivølli: – Bæði ímóti Skála og HB komu vit ikki fyri okkum fyrrenn í seinna hálvleiki. Tað mugu vit vera betri til. At vit hava vunnið fýra stig burtur­úr tveimum teimum fyrstu um­førunum er betri, enn tað hevur ver­ið undanfarnu árini, og vit ætla okk­um trý stig í Fuglafirði, sigur Andreas Lava Olsen. Brent barn ræðist eld B68 - B36 EILER RASMUSSEN sunnudagin kl. 15.00 Leygarkvøldið fóru meistararnir í B36 av Skála við ongum. Tað var óvæntað og stórt vónbrot. Nú skulu teir aftur á Skálafjørðin – hesa­ferð á Svangaskarð. Har hevur B36 ikki verið síðani 19. oktober 2014, tá ið tað við 3-1 sigri varð greitt, at B36 hevði vunnið FM. Tá kend­ist tað annars sum skelkur hjá FM favo­rittunum, tá ið B68 í fyrsta min­utti legði seg framum 1-0! – Vit vistu, at talan fór at verða um stóra avbjóðing á Skála, men kort­ini vórðu vit tiknir á bóli. Tann royndin er góð at hava við á LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Avrikini í tveimum teimum fyrstu umførunum bera við sær, at tað framvegis valdar óvissa um, hvussu liðini eru fyri Upptakt PÍLARNIR PEIKA Í YMSAR ÆTTIR MYND: ÁLVUR HARALDSEN