Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-17, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 2016síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. MARS 2016 SOSIALURIN 33 35 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 Ivasamir: Ísak Simonsen (er farin at venja aftur eftir skaðasteðg) og Semir Hadzibulic (bíðar eftir loyvum) Við aftur: Sørmundur Kalsø (eftir leikbann) Ikki við: Dánial Pauli Højgaard (brotið hondina - langtíðarskaddur) og Poul Nolsøe Mikkelsen (skaddur í knænum - langtíðarskaddur) Ivasamur: Oliver Korch (er farin at venja aftur eftir skaða) Ikki við: Andri Freyr Bjørnsson (skaddur í knænum - 1 dyst), Gert Drangastein (slitið hælsinuna), Gunnar Haraldsen (hevur vant lítið og onki) Ivasamir: Kári Nielsen og Símun Samuelsen (nýliga byrjaðir at venja) Við: Aron Clementsen Ikki við: Absalon Eliasen (skaddur) Ivasamur: Jákup Johansen (lærkrikin) Svanga­skarð, og eg rokni avgjørt við, at spælararnir verða savnaðir og tendraðir frá fyrsta bríksli, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein. Tað stóð øgiliga nógv á hjá B68 síðsta sunnudag. Í evstu løtu javn­aði Hákun Edmundsson við beinleiðis fríspark, og harvið hevur B68 higartil hvørki tapt ella vunn­ ið, men í staðin verið partur av tveim­um 1-1 javnleikum. Felags fyri dystin á Argjum og ímóti TB er, at B68 málini eru skorað í sambandi við fríspørk. Toftamenn hava har­ við ikki megnað higartil í ár at skora í opnum spæli. Vánirnar fyri at tað skal eydnast ímóti B36 eru ikki vornar betri av, at tað er ivasamt, um teir báðir við mest broddi í eru ivasamir. Óli H. Olsen og Pedro hava orsaka av skað­um ikki vant í vikuni. B68 hevur ikki vunnið á heima­ vølli ímóti B36 síðani 2010, tá ið úrslitið var 1-0. Síðani tá eru tveir dystir endaði við javnleiki, og B36 hevur vunnið tríggjar ferðir. – Vit eru ósigraðir, og tað taka vit við okkum. Eingin ivi er um, at avbjóðingin ímóti B36 verður stór. Skála­menn vístu okkum, at tað ber til at vinna á FM favorittum, og hvussu tað skal gerast, sigur B68 lið­for­maðurin André Olsen. Sjálvsálitið er stórt í Gundadali HB - KÍ PETUR REINERT sunnudagin kl. 15.00 Sunnudagin hittast tey bæði liðini í Gundadali, sum oftast hava spælt ímóti hvørjum øðrum, síðani tað í 1942 varð farið undir at kappast um FM í fótbólti. Hetta er fyrstu ferð síðani 2011, at HB eigur tveir heimadystir ímóti KÍ. Fýra tey seinastu árini hava tveir dystir verið í Klaksvík og ein í Gundadali. Fýra tey seinastu árini hevur KÍ einki stig vunnið í Gundadali. Í 2011 var KÍ tvær ferðir í høvuðsstaðnum og telvaðist við javnaldran, og tá eydnaðist tað at draga seks stig norður til Klaksvíkar, tí KÍ vann 4-1 og 3-1. Skráin fyri 2016 sigur, at KÍ aftur í ár skal tvær ferðir í Gundadal: – Vit kundu havt vunnið ímóti Víkingi, men vit kunnu ikki siga annað, enn at vit eru nøgdir við úrtøkuna higartil. Tað gongur rætta vegin, og vit rokna við, at vit eru førir fyri at vinna á øllum – eisini á KÍ, sigur Christian R. Mouritsen, sum er ein av lyklaspælarunum hjá HB. Fróði Benjaminsen hevur nógvu tey síðstu árini verið ein av HB lyklaspælarunum. Í javnleikinum ímóti Víkingi varð hann skiftur inn. Tað kann væl vera, at hann fær størri leiklut sunnudagin. Klaksvíkingar vóru vónbrotnir eftir heimatapið ímóti NSÍ. – Hugburðurin var ikki nóg góð­ ur. Vit arbeiddu ikki nóg nógv, og vit vístu alt ov lítið sjálvsálit. Tað sást aftur í, at vit ikki bjóðaðu upp á at spæla, sum vit høvdu ætlað, og at vit í staðin sparkaðu. At spæla í Gunda­dali ímóti HB er altíð stór av­bjóð­ing, og vit eru uppsettir at vísa betri hugburð og betri avrik enn ímóti NSÍ, sigur KÍ miðvallarin Atli Danielsen. TB og AB taka ikki av TB - AB KÁRI J. Á HØVDANUM sunnudagin kl. 15.00 Eftir tvey umfør eru TB og AB undir niðurflytingarstrikuni. TB hevur longu tapt einaferð á heima­ vølli, og sunnudagin var tað stórt vón­brot, tá ið tvøramenn í evstu løtu mistu sigurin og harvið tvey stig á Svangaskarði. – Vit vóru vónbrotnir á Toftum. Um væl hevði viljað við, so høvdu vit havt í hvussu so er fýra stig. Trupul­leikin er eyðsýndur. Vit taka ikki av, tá ið vit spæla okkum til møgu­leikar, og vit verða sektaðir, tá ið vit gera mistøk, sigur TB lið­ for­maðurin Rógvi Joensen. Í fjør var Albert Adu besti TB málskjúttin. Hann skoraði tíggju mál, men higartil í ár hevur hann einki skorað. Ein av orsøkunum man vera, at hann nú er fluttur í høgra borð at spæla, meðan Hervé Din Din er fremsti maður. Hann er stórur, og álopsspælið verður lagt eftir at spæla hann leysan. Higartil hevur tað ikki riggað so væl, sum tað í fjør gjørdi, tá ið Albert Adu átti størri leiklut. – Enn er kappingin ung, men vit eru greiðir yvir, at talan er um lyklauppgerð ímóti AB, og vit skuklu vinna fulla úrtøku á heima­ vølli, sigur Rógvi Joensen. Tríggjar ferðir áður hava TB og AB spælt við Stórá í bestu deildini. Í fjør endaði tað 1-1, og í 2013 vann TB tvær ferðir 2-0 við Stórá. Nógvir nýggir spælarar eru á Argjum, har venjarin eisini er nýggjur. AB liðformaðurin Rói Danielsen hevur gott mót: – Vit hava eitt stig, men vit kundu havt seks, um marginalirnir høvdu havt verið við. Higartil hava vit ikki spælt ímóti nøkrum liði, sum hevur verið betri enn vit. Avbjóðingin er, at vit higartil hava gjørt ov nógv persónlig mistøk, og at tey eru sektað. Vit hava fingið nógvar svangar spælarar, og teir fara at vera við til at seta dám á liðið, og úrslitini fara at verða betri, sigur AB liðformaðurin. JOANNES@SOSIALURIN.FO KÍ ÍF AB TB SKÁLA Besta deildin støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 Víkingur 2 1 1 0 5 2 +3 4 2 HB 2 1 1 0 3 2 +1 4 3 B36 2 1 0 1 4 2 +2 3 4 NSÍ 2 1 0 1 4 3 +1 3 5 KÍ 2 1 0 1 2 3 -1 3 6 Skála 2 1 0 1 2 4 -2 3 7 ÍF 2 1 0 1 2 4 -2 3 8 B68 2 0 2 0 2 2 0 2 9 TB 2 0 1 1 1 2 -1 1 10 AB 2 0 1 1 1 2 -1 1 MYND: SIGMAR MØRKØRE 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur NSÍ - Skála ÍF - Víkingur HB - KÍ TB - AB B68 - B36 KENDI TIPPARIN Poul Michelsen Landsstýrismaður í vinnumálum Kendi tipparin hesaferð: Seinast tippaði formaðurin í sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen Hann hevði tveir rættar, men talan var um torført umfar at tippa. Hann tippaði: Skála - B36 2 (1-0), KÍ - NSÍ X (1-3), B68 - TB 1 (1-1), ÍF - AB 1 (1-0) og HB - Víkingur X (1-1)