mánadagur 21. mars 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
FRITS JOHANNESEN
UMMÆLI Á SÍÐU 13
High
School
Musical
LILLIAN BJARNADÓTTIR
POULSEN
KJAK Á SÍÐU 14
Skulu
vit hugsa
um pen
sjónina,
heldur enn
at verða
heima hjá
børnunum?
Spurningurin um landsstýrisfólk
og løgmaður skulu sleppa at at
kvøða í løgtinginum hevur verið til
umrøðu seinastu vikurnar.
Síðani
stýrisskipanin
varð
broytt miðskeiðis í nítiárunum,
hevur als einki verið kjakst um
júst hesi viðurskifti, um løgmaður
og landsstýrisfólk skulu hava at
køvðurætt í løgtinginum.
Tað hava tey ikki, og tað kunnu
tey ikki sambært stýrisskipanini. Tí
har er ásett, at tá tú tekur við sum
landsstýrisfólk ella løgmaður, so
skalt tú í farloyvi úr løgtinginum.
Tað er eyðsæð, at landsstýrisfólk
hava ikki stundir at arbeiða sum
løgtingsfólk við at luttaka í nevnd
ararbeiði og so framvegis.
Men hinvegin kunnu vit spyrja,
um tey 25 fólkini, sum eftir eru
í løgtinginum, tá landsstýrið er
mannað, ikki saktans klára ta upp
gávuna, sum tað er at manna allar
tingnevndirnar og tað dagliga løg
tingsarbeiðið, sum landsstýrisfólk
ikki hava møguleika at røkja.
Men er tað ikki gott fyri flokk
arnar, at teir fáa fleiri fólk á ting,
kunnu vit spyrja.
Jú, sjálvandi er tað kærkomið.
Taka vit til dømis Javnaðarflokkin,
so hevur 13. maður á listanum fast
sæti á tingi. Hetta er tí, at flokkurin
hevur fýra landsstýrisfólk og ein
fólkatingsmann. Øll hesi hava vikið
sætið á tingi. Saman við borgar
stjóranum í Klaksvík, sum ikki
slapp á ting, so eru varafólkini 10
í tali.
Tað kann vera, at hetta ger,
at formenninir í flokkunum ikki
hava tamarhald á tingmanning
ini. Til dømis sita tríggir floks
formenn í Tinganesi. Aksel V. Jo
hannesen, løgmaður og formaður
Javnaðarfloksins,
hevur
stórar
trupulleikar við at fáa tingmann
ingina at lurta eftir sær.
Fýra av teimum átta tingfólk
unum hava provokerað flokkin,
floksagan og floksformannin við
at ganga egnar leiðir: Sonja Jógv
ansdóttir er rýmd úr flokkinum,
tingmenninir á Tvøroyri, Bjarni
Hammer og Kristin Michelsen hava
hótt við at spreingja vallyftið um
uppboðssøluna, og Heðin Morten
sen vildi ikki gera sum løgmaður
vildi við hjúnabandslógini. Hini
fýra tingfólkini eru varafólk.
Tað kann væl vera, at hetta hevði
verið øðrvísi, um landsstýrisfólkini
høvdu atkvøðurætt á tingi. Tað
kann eisini vera, at vit høvdu fingið
meira fyri pengarnar, um tey 25
tingfólkini, sum eftir eru, høvdu
røkt allar nevndarsessirnar.
Jú, hetta er eitt mál, sum vit eiga
at kjakast um.
FÁ TINGFÓLK – BETRI AVGERÐIR
Soleiðis segði Anker Jørgen
sen, fyrrverandi forsætisráð
harri – sum doyði í gjár – tá
hann vitjaði í Føroyum sein
astu ferð í 2002.
Tá
hann
skuldi
hitta
pensjónistar í Norðurlanda
húsinum høvdu nakrir limir í
Føroya Ellisakførum til stutt
leika hálað gamla ráðharr
abilin hjá Anker Jørgensen,
sum hevur verið í Føroyum
síðani einaferð í sjeytiár
unum, oman í Norðurlanda
húsið.
Tað var ein Ford Granada,
ein sera vælútgjørdur Gran
ada Ghia við sóltaki, auto
matiskum gearum og einum
v-6 motori.
Bilurin er frá 1976, og er
vist tann næsti ráðharrabil
urin hjá Anker Jørgensen.
Tað hevur í mong ár ver
ið siðvenja, at ríkisumboðs
maðurin í Føroyum fær
gamla forsætisráðharrabil
in. Soleiðis fekk Leif Groth
gamla Volvo 164 bilin, sum
Jens Otto Kragh hevði sum
ráðharrabil. Síðani kom hes
in hjá Anker Jørgensen. Niels
Bendtsen fekk Granadablin
hjá Schlüther, sum Anker
Jørgensen helst eisini hevur
havt, og tann síðsti var tann
grøni BMW 735, sum nú
koyrir í Havnini sum privat
bilur.
Anker Jørgensen greiddi
Sosialinum frá, at tá hann
gjørdist forsætisráðharri í
1972, vísti skrivstovustjórin í
forsætismálaráðnum honum
bilin, ein Mercedes.
– Men den ville jeg ikki ha',
segði Anker Jørgensen – og
legði afturat, at skrivstovu
stjórin gjørdist sera bilsin.
Anker Jørgensen segði,
at hann vildi demonstrera.
Hann vildi ikki koyra í einum
fínum Mercedes, tí tað gjørdi
Hitler eisini, tá hann sá hann
gjørdi innrás í Pólland og
Eysturríki. Og so leggur hann
skemtandi afturat, at hann
hevði ikki brúk fyri einum
bili, sum var til fólk við long
um beinum.
Endin var, at tann blað
ungi ráðharrin, Svend Auken,
fekk Mercedesbilin, meðan
Anker Jørgensen fekk ein
Ford – ein »menigmandsbil«,
sum hann tók til.
Jeg ville ha' en menigmandsbil
Er tað ov stór gjógv mill
um ting- og landsstýrisfólk?
Í 1976 var hesin
Ford Granada
Ghia V6 Auto
matic ráðharra
bilur hjá Anker
Jørgensen.
Sum so nógvir
aðrir forsætis
ráðharrabilar
endaði hann í
Føroyrum – gjøg
num ríkisum
boðið, sum hevur
arvað nógvar
bilar frá forsæt
ismálaráðnum
Fyrrverandi danski forsæt
isráðharrin, Anker Jørgen
sen, er deyður 93 ára gamal.
Anker Jørgensen var for
sætisráðharri frá 1972-73 og
frá 1975-82 og var formaður í
danska Javnaðarflokkinum
frá 1973 til 1987.
Hann var giftur við Ing
rid Kvist Pedersen, sum
doyði í 1997. Tey áttu børn
ini Peter, Lars, Mette og Kir
sten.
Anker Jørgensen sovn
aði stillisliga í deyðin við
sínum nærmastu kring seg.
Hann varð føddur 13. juli
í 1922 í einum vesaligum kol
onihavahúsi á Irlandsvej á
Amager – sonur kuskin Jo
hannes Albert og vaskikon
una Karen Marie.
Bæði foreldrini doyðu
tíðiliga av tuberklum, og
sum fimm ára gamal var
Anker Jørgensen foreldra
leysur. Hann flutti tá til
fastur sína at búgva.
Politiska yrkisleiðin hjá
Anker Jørgensen byrjaði, tá
hann sum 28 ára gamal varð
valdur til næstformann í
Lager- og Pakhusarbejder
nes Forbund. Seinni gjørd
ist hann formaður í Dansk
Arbejdsmands- og Special
arbejderforbund, sum nú
eitur 3F.
Í 1964 varð hann valdur
í fólkatingið, og hann tók
við sum forsætisráðharri,
tá Jens Otto Krag brádliga
legði frá sær sum forsætis
ráðharri dagin eftir fólkaat
kvøðuna um EF limaskapin,
3. oktober í 1972.
Vaktarskifti 1972: Anker Jørgensen tók við sum forsæt
isráðharri, tá Jens Otto Krag brádliga legði frá sær
dagin eftir fólkaatkvøðuna um EF limaskapin í 1972