Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KANNA STØÐUNA HJÁ TEIMUM GOMLU Í HAVN Tórshavnar Býráð fer nú at kanna, hvusu viðurskiftini hjá teimum eldru eru, og hvørji ynski tey hava til framtíðina Áki Bertholdsen Nú skal greiða fáast á, hvussu umstøðurnar hjá teim­um eldru í kommununi eru. Tórshavnar Býráð hevur arbeitt við eini ætlan um at útvega serligar íbúðir til eldri og í hesum sambandi hevur býráðið nú samtykt at gera eina tørvskanning. Nú skal so ein hálv milli­ ón krónur brúkast til at gera tørvskanningina, har endamálið er at lýsa støðuna, sum hon er nú, og at vita, hvørji ynski tey eldru hava til framtíðina. Samstundis skal greiða fáast á, hvussu aldurs­saman- setingin verður frma í tíðina, og hvussu nógv fólk fara at vera yvir 60 ár, og yvir 85 ár. Hendan kanningin skal geva býráðnum eitt betri grundarlag at leggja eldra­ politikkin til rættis í fram­ tíðini. – Endamálið er, at tey eldru skulu kunna búgva heima sum longst, heldur enn at fara á stovn, kanska í eini vardari íbúð, sum ein heimatænasta er knýtt at, sigur Bjørghild Djur­huus, for­kvinna í trivn­aðar-nevnd- ini hjá býráðnum. Ætlanin er, at kanningin skal vera liðug seint í summar. – Vit skulu hava fleiri møgu­leikar til tey eldru enn bara røktarheimspláss, sigur Bjørghild Djurhuus. – Fólk vilja búgva heima sum longst heima, og tað skulu tey fáa loyvi til, eisini sum hjún. – Tað er ikki altíð at tað ber til á einum røktarheimi og í sær sjálvum er tað ein stór sorg, at hjún verða skild sundur á ellisárum. Hon sigur, at aðrastaðni eru ofta eftirlønargrunnar hjá løntakarafeløgum,virknir á íbúðarmarknaðinum, har tey eru við til at veita hósk­ andi bústaðir sínar pen­sjón- eraðar limir. – Ein slík loysn átti at borið til í Føroyum eis­ini, heldur forkvinnan í Trivn- aðarnevndini. Næsta stig Eisini Halla Samuelsen, sum er limur í Trivnaðarnevndini, sigur, at øllum var greitt, at tá ið Boðanesheimið var liðugt, skuldi næsta stigið vera at útvega eldravinarligar íbúðir, so at tey, ið enn kunnu búgva heima við røktarstuðli frá heimatænastuni, hava eitt alternativ til røktarheim. – Allar kanningar siga, at tey eldru vilja búgva heima, og uppgávan er tá at gera nýggja heimið hóskandi til umstøðurnar. – Yvirhøvur eru røktar­ heimini roknað til eitt fólk at búgva í og hjá fleiri er tað svárt, at hjún verða skild sundur, tá ið anna teirra fer á røktarheim. – Eg haldi, at vit sum samfelag kunnu ikki loyva okkum at skilja hjún soleiðis sundur. Við eldraíbúðum kann tað gerast øðrvísi, sigur Halla Samuelsen. Hon sigur, at verða eldra­ bústaðir bygdir í einum íbúðardepli, er fyrimunurin, at tað ber at hava fleiri felagshentleikar, bæði útiøki og felagshús, har tað ber til at eta saman, hava samkomur, ítriv, venjingar, og annað. ELDRARØKT BETRI OG NEYVARI Tórshavnar Býráð brynjar seg nú til at føra ein betri og neyvari eldrapolikk, og fyrsta stigið verður nú at kanna støðuna og ynskini Eysturskúlin fær nú bát til næmingarnar SJÓVINNUBREYT Skúlin má fáa eina bát, annars verður virksemið munandi skert Áki Bertholdsen Nú fær Eysturskúlin í Havn, sín egna bát. Tað munnu ikki vera nógvir fólkaskúlar í landin­ um, sum eiga sín egna bát, men nú hevur Tórshavnar Býráð samtykt at játta skúl­ anum 200.000 krónur til at keypa ein útróðrarbát fyri Talan er um ein glas­ trevjabát upp á 27 føtur, sum serliga skal brúkast til Nám X á Eysturskúlanum, sum er 10. flokkur í Tórs­ havnar Kommunu. Nám X hevur eina sjó­ vinnubreyt at bjóða næm­ ingunum, og sagt verð­ ur, at tað er ein tann best umtókta breytin á skúla­ num yvirhøvur. Har fáa næmingar við áhugi fyri okkara høvuðsvinnu, og sum hava áhuga fyri sjóvinnu sum lívsstarv, høvi at nema sær átøðiliga og verkiliga vitan og royndir um sjómanslívið. Ein partur av undir­ vís­ingini er, at næm­ ing­ar­nir fáa prógv sum frí­tíðarsiglarar, og trygdar­ skeið, so teir kunnu fara beint til skips. Annars eru teir á floti, í grind, eftir nátungum, á hemaraveiði, við kalvalínu og annað mangt, sum hevur við sjógvin at gera. Higartil hevur skúlin dúva upp á at fáa privatan bát til taks, men tað ber ikki til longur. Men skúlin heldur, at tað hevði verið eitt stórt afturstig at mist hendan møguleikan, og tí hava tey søkt Tòrshavnar Býráð um stuðul til ein bát. Og tað hava tey fingið, tí býráðið hevur nú samtykt at játta skúlanum 200.000 krónur til endamálið. Samstundis átekur skúlin sær at reka og halda bátin sjálvur.