mánadagur 21. mars 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
SKULU RINDA MINST
TVÆR FERÐIR SO NÓGV
KORTANEI Smyril Line sleppur ikki undir nøkrum umstøðum, at leiga Sjóvinnuhúsið á
Vestarubryggju í Havn til hotell, fyri hasar pengarnar, sigur býráðslimur í Havn
Áki Bertholdsen
Smyril Line sleppur ikki at
leiga stóra Sjóvinnuhúsið í
Havn til Hotell, fyri ta upp
hæddina, sum nú liggur í
kortunum.
Tað staðfestir Annfinn
Brekkstein, býráðslimur í
Havn.
Og aðrir býráðslimir, vit
hava tosað við, eru samdir í,
at leigan er alt ov lág, og at
kommunan kann ikki for
svara at leiga bygningin út,
uttan at leigan svarar til van
ligu leigu á marknaðinum í
Havn.
Nakað síðani lýsti Tórs
havnar Kommuna Sjóvinnu
húsið til leigu, ella til sølu.
Eitt tilboð kom inn, og
tað var frá Smyril Line, sum
vildi leiga húsið til Hotell og
matstovu.
Og á seinasta býráðsfundi
í Havnskuldu býráðið við-
gera málið, men tað var tikið
av skrá. Har stóð, at leigan
var góðar 3,3 milliónir krónur
um árið. Men tvey tey fyrstu
árini verður leigan stívliga 1,6
millión og tvey tey seinastu
árini verður hon slakar 1,2
milliónir.
Veruleikafjart
Annfinn Brekkstein sigur, at
hetta er alt ov lítið at rinda
í leigu og at tað er veru
leikafjart,
at
kommunan
kann leiga eini fyritøku
bygningin fyri hasara peng
arnar.
– Sjóvinnuhúsið er 7000
fermetrar og í Havn liggur
leigan fyri slíkar bygningar
um 1000 krónur fyri fermet
urin, og sostatt skal Smyril
Line rinda minst tvær ferðir
so nógv í leigu, sum ætlanin
er, staðfestir hann.
Hann veit ikki, hví málið
varð lagt fyri býráðið at taka
støðu til, tí tað er yvirhøvur
ikki viðgjørt og sostatt var
tað heldur ikki klárt at taka
støðu til.
Sjálvur visti hann púra
einki um hetta, og aðrir bý
ráðslimir, vit hava verið í
samband við, vistu heldur
einki um hetta.
Kappingaravlagandi
Annfinn Brekkstein sigur, at
sleppur Smyril Line at leiga
Sjóvinnuhúsið fyri hasar
pengarnar, er tað beinleiðis
kommununalur stuðul til
eina einstaka fyritøku í
kommununi.
Og hann heldur, at tað
kann kommunan undir ong
um umstøðum gera ímóti
øðrum fyritøkum. – Tað hevði
verið
kappingaravlagandi
so tað munar ímóti øðrum
fyritøkum við sama slag
virksemi, at latið eina ávísa
fyritøku sloppið at leiga ein
bygning langt undir vanligu
marknaðarprísinum.
– Sum kommuna mugu
vit arbeiða undir teimum
marknaðartreytum,
sum
eru, og vit kunnu ikki gera
kappingarlagandi avtalur við
ávísar fyritøkur, leggur hann
dent á.
Býráðslimurin sigur, at
spurningurin um Sjóvinnu-
húsið má tískil viðgerast av
nýggjum við einum leigu
sáttmála, sum er á einum
heilt øðrum stigi.
Hann heldur, at ein spurn
ingur, sum eisini má við
gerast, er, um býráðið skal
royna einaferð afturat at
leiga, ella selja Sjóvinnuhúsið.
– Riggar tað ikki, og vit
ikki fáa eina nógv betri
avtalu við Smyril Line, mugu
vit heldur drála á og vita,
hvat vísir seg í framtíðini,
sigur hann.
– Okkara uppgáva er at
røkja áhugamálini hjá skatt
gjaldaranum og tað gera vit
ikki við at leiga ein bygning
fyri undirprís. Spurningurin
er eisini um vit yvirhøvur
hava loyvi til tað, ella um
kommunana eftirlitið hjá
landinum hevði góðtikið tað,
leggur hann afturat.
SJÓVINNUHÚSIÐ
Vilja gera Hotell
á bryggjuni í Havn
Gongst sum Smyril Line
ætlar,
verður
illa
um
strídda Sjóvinnuhúsið á
Vestarubryggju í Havn, nú
gjørt til hotell.
Smyril Line ætlar nevni-
liga at víðka um virksemið
við at gera Sjóvinnuhúsið
til eitt stórt hotell, við
matstovum, fundarhølum,
og tí, sum annars hartil
hoyrir.
Tórshavnar
Býráð
kom í neyð av húsinum, tí
tað varð umvælt fyri 100
milliónir krónur, men tað
eydnaðist ikki at fáa nakað
virksemi í tað.
Tí varð 7000 fermetra
stóra húsið lýst til sølu
ella leigu, og har kom eitt
tilboð inn upp á leiga tað.
Tað var frá Smyril Line,
sum er sinnað at leiga hús
ið í 30 ár til hotell.
Síðani hava býráðið og
Smyril Line samráðst um
ein sáttmála, og býráðið
skuldi taka støðu til leigu-
málið í gjárkvøldið, men
málið varð útsett.
Tað, Smyril Line ætlar,
er at gera eitt hotell við 91
dupultkømrum og fleiri
smærri fundarhølum.
Í sjálvari siluni verður
matstova í niðastu hædd
við plássi til 350 fólk, við
trappu upp á aðru hædd,
har ein minni matstovu er.
Á fjórðu hædd er høli til
fyrilestrar, og annað, við
plássi til 300 fólk.
Eftir ætlan skal talan
vera um eitt hampiliga gott
hotell, við millum trimum
og fýra stjørnum, sum fer
at gera tað heldur bíligari
at gista enn tað annars
er gista á teimum bestu
hotellunum í Havn
Smyril Line skal rinda
3,3 milliónir í leigu, men
tvey tey fyrstu árini verður
leigan stívliga 1,6 millión
og tvey tey seinastu árini
verður hon slakar 1,2 milli
ónir.
Heldur leigumálið fram,
verður leigan 3,3 milliónir
um árið.
Harafturat skal Smyril
Line rinda fyri tað, tað
kostar at byggja húsið um
til hotell og felagið skal eis
ini halda.
VIÐGERAST AV NÝGGJUM
Vit mugu gera eina roynd afturat at leiga, ella selja Sjóvinnuhúsið, tí tað er ómøguligt, at
Smyril Line kann fáa tað fyri hasar pengarnar, sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn