Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Hetta er ein gleðisdagur fyri Havnina. Tað halda býráðslimir í Havn. Í eini sjey ár hevur ein ætlan um at byggja nýggjan musikkskúla í Havn verið politisk kastibløka í býráð­ num, men nú er avgerð loks­ ins tikin um at byggja hann. Á býráðsfundi hósdagin varð einmælt samtykt at bjóða arbeiðið út. Boðini skulu latast inn seinni í vár, og so verður grabbin settur í jørð­ina eftir summarferiuna. Tað tekur minni enn tvey ár at byggja skúlan, og so­ statt verður hann liðugt á sumri í 2018, í seinasta lagi. Av tí at skúlin verður boðin út, vil býráðið ikki siga, hvat hann er mettur at kosta. Fluttur fleiri ferðir Musikkskúlin hevur havt eina umskiftiliga lagnu. Upp­ runa­liga skuldi hann verða í Sortudíki, við Norður­landa­ húsið, men síðani varð hann fluttur út á Landavegin, tí hildið varð, at tað var ikki byggjandi í Sortudíki. Samstundis varð skúlin skerd­ur nakað, serliga varð skert burtur av kon­ serthøllini, og tað vóru tað fleiri býráðs­limir, sum átal­ aðu og ikki sóu nakra mein­ ing í. Síðani tók ein ætlan seg upp um at byggja Tjóðpall í Skálatrøð og í tí sambandi var ætlanin eisini at flyta Musikk­skúlan oman í Skála­ trøð, og byggja hann uppat Tjóð­pallinum. Men ongin tíðar­ætlan er fyri Tjóð­pall­ inum, og tí kú­vendi býráðið aftur og sam­tykti at halda fast um ætlanin at byggja skúlan á Landa­veg­num, á stykk­inum, sum upp­runa­ liga skuldi vera ítróttar­høll, og sum longu er gjørt byggi­ búgvið. Og nú er ætlanin so komin so mikið langt, at ar­ beiðið verður boðið út. Og fleiri býráðslimir bóru upp á mál, at verður skúlin ikki bygdur nú, kann tað ikki vera annað enn tekin um, at býráðslimir ikki eru sinnaðir at byggja hann, men vilja for­ koma honum. BYGGJA NÝGGJAN MUSIKKSKÚLA Í HAVN Hetta var ein gleðisdagur fyri Havnina, tí eftir politiskt drál í eini sjey ár, verðu nú loksins farið undir at byggja nýggjan musikkskúla í Havn NÚ ERU VIT TRYGGJAÐ 50 ÁR FRAM Í TÍÐINA Tað var stríðið vert Nú hava vit bara eitt at gera, og tað er at halda tað, vit hava lovað, heldur Halla Samuelsen Áki Bertholdsen – Vit hava bíðað leingi, men tað var stríðið vert Tað sigur Halla Samuelsen, býráðslimur fyri Tjóð­veldi, og limur í byggi­nevnd­ini fyri nýggja Musikk­skúlan. Serliga fegnast hon um, at konserthøllin verður 20 pro­sent størri enn upp­ runa­liga ætlað. – Eitt ivamál, vit alla tíð­ ina hava havt, er, at skúlin, ið ætlanin var at byggja, var ov lítil til at nøkta tørvin til undirvísing, umsiting og framførslur, sigur hon. Sjálv er hon limur í byggi­nevndini og hon stað­ festir, at nú hava tey loks­ ins fingið eina verk­ætlan, ið øll eru nøgd við, ikki minst leiðsla og lærarar í musikk­skúlanum. – Vit hava bíðað leingi, men tað hevur verið stríðið vert og nú hava vit bara eina uppgávu, og at halda givin lyfti, og at útvega fígg­ing­ina til skúlan. Serliga fegnast Halla Samuelsen um, at konsert­ høll­in nú verður 20 prosent størri enn upprunaliga ætlað. – Eitt ivamál, vit alla tíð­ ina hava havt, er, at skúlin, ið ætlanin var at byggja, var ov lítil til at nøkta tørvin til undirvísing, umsiting og framførslur. Men hon staðfestir, at nú hava tey loksins fing­ið eina verkætlan, ið øll eru nøgd við, ikki minst leiðsla og lærarar í musikk­skúl­ anum. Onki drál Bogi Andreasen, býráðs­lim­ ir heldur, at nú ber ikki til at draga málið longur út. – Tað hevur verið ført fram, at tað er so nógv at gera í Føroyum, at prísurin verður trýstur upp, men er tað støðan, eiga vit at um­hugsa at bjóða hann út uttan­lands eisini, tí nú má málið avgreiðast, sigur hann. Hann sigur, at verður tað neyðugt at taka lán til bygg­ingina, má býráðið eis­ini viðgera tann spurn­ ingin. Jógvan Arge, býráðs­ lim­ur fyri Tjóðveldi, held­ur, at nú hevur býráðið bølt iva­leysa leingi Musikk­skúl­ a­num og nú ber ikki til at bíða longri. Hann held­ur, at eru tað fram­vegis býráðs­ lim­ir, sum hava fyrivarni fyri bygg­ing­ini, er tað tí, at teir vilja ikki vita av hon­ um. Tróndur Sigurðsson, bý­ráðslimur fyri Javnaðar­ flokkin minnir býráðið á, at eitt er at byggja skúlan, men býráðið má eisini tryggja raksturin, so at hann fær virkað. – Vit mugu koma burtur úr teirri støðu, sum ein 25 ára gamal maður kom í, tá ið hann turrisliga staðfesti, at Musikk­skúlin, tað var ein skúli hann aldrin slapp inn á. Helena Dam á Neystabø ásannar, at tað er mein­ ings­leyst at for­eldur søkja um pláss á Musikk­skúl­ anum, longu áðrenn tey eru fødd, men utt­an at tey kanska nakran­tíð sleppa inn. Eitt nú verður ar­beitt við eini sam­starvs­av­talu við Menta­málaráðið við tí enda­málið at stytta um bíði­listar­nar. Marin Katrin Frýdal minti á, at hóast býráðs­ limir hava bedýrað í fleiri ár, hvussu stóran dent teir leggja á Musikkskúlan, er tað hent aftur og aftur, at ítróttar­hallir og fótbólts­ vøllir eru tiknir framum. Men nú vónar hon, at onki kem­ur ímillum einaferð afturat, men at skúlin verð­ ur bygdur nú.