mánadagur 21. mars 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
BYGGJA NÝGGJAN MUSIKKSKÚLA Í HAVN
Ein fantastiskur dagur
Áki Bertholdsen
– Nýggi musikkskúlin, sum
nú skal byggjast, er ein
fínur skúli.
Tað staðfestir Andrea
Heindriksdóttir, leiðari fyri
Musikkskúlan.
Á
býráðsfundi
hós
kvøldið
samtykti
Tórs
havnar Býráð einmælt at
bjóða arbeiðið at byggja
nýggjan musikkskúla, út.
Hetta er ein ætlan, sum
hevur verið politisk kasti
bløka í býráðnum í Havn í
samfull sjey ár, og Andrea
Heindriksdóttir ásannar,
at hósdagurin var ein fan
tastiskur dagur.
Býráðslimir
í
Havn
førdu fram, at skúlin er
lagdur til rættis í sam
starvið við starvsfólkið
á
Musikkskúlanum
og
Andrea
Heindriksdóttir
himprast heldur ikki við at
siga, at nýggi musikkskúlin
er eitt ordiliga fínt projekt.
– Hetta fer at geva okk
um heilt aðrar møguleikar
at undirvísa, og hetta fer
at geva okkum heilt aðrar
møguleikar fyri at taka
næmingar inn á skúlan og
sostatt at stytta bíðilistan,
sigur hon.
Í løtuni húsast Muskikk
skúlin í fleiri hølum, og
samstundis hevur hann
onga orkesturhøll.
Avgerandi fyrimunur
Og nettupp tað, at nýggi
skúlin fer eina nýggja,
orkesturhøll, er ein av
gerandi fyrimunur fyri
musikkskúlan.
– Orkesturhøllin er eitt
týðandi undirvísingarpart
ur av skúlanum. Vit hava
orkestur við upp til 60- 70
næmingum,
sum
eisini
mugu hava eitt gott høli at
venja í.
– Tí mugu vit hava eitt
stórt og gott rúm, sum er
gjørt til musikk, og har
orkestur kunnu venja, og
spæla.
– Orkesturundirvísing
setur krøv til støddina á
hølinum og rummetrunum
sum ljóði ferðast í.
– Sjálvandi er tað eisini
avgerðandi at hava eitt
høli at spæla í, og har tað
er pláss hjá foreldrum og
næstringum at koma at
lurta eftir næmingunum.
Ein orkesturhøll gevur
eisini
møguleikar
fyri
verkætlanum av ymsum
slagi, sigur hon.
– Orkesturhøllin er rætt
og slætt savningarstaðurin
á skúlanum, og í nýggja
skúlanum er ein fín høll til
endamálið, sigur leiðarin
fyri Musikkskúlan.
Í løtuni eru 600 næm
ingar á Musikkskúlanum.
Hinvegin
standa
nógv
fleiri á bíðilista og tað er
ikki óvanligt, at foreldur
skriva børnini á listan
longu tá ið tey vera fødd,
so bíðilistin er ikki heilt
eftirfarandi.
– Men tað standa einir
300 næmingar á bíðilista,
sum av røttum áttu at
sloppið inn á skúlan.
Andrea Heindriksdóttir
hevur góðar møguleikar
fyri at fáa bíðilistan burtur
eftir nøkrum árum.
– Tað krevst nakað av
pengum til læraralønir,
men nýggi skúlin fer at
geva okkum heilt aðrar
møguleikar
at
bjóða
undirvísing til børn undir
skúlaaldur, og tað hevði
beinanvegin ført við sær,
at bíðilistin fer at minka.
Hinvegin vísir Andrea
Heindriksdóttir á, at tað er
serliga til undirvísingina í
klaver, at bíðilistin er lang
ur.
Hinvegin er ongin bíði
listi til at sleppa at spæla
messingljóðføri, og onnur
ljóðføri, sum kanska ikki
eru so kend.
Undir skúlaaldur
– Tá ið foreldur skriva
børnini upp, verða tey ofta
skrivað upp til ljóðførið,
foreldrini
kenna.
Men
aðalmálið hjá okkum í
musikkskúlanum er eisini
at geva børnum og ungum
kunnleika til øll møgulig
ljóðføri.
– Og ein máti kundi ver
ið at havt fleiri tilboð til
børn undir skúlaldur.
–
Á
tann
hátt
koma børnini at kenna
ymsu ljóðførini og velja
tá kanska meiri eftir hvat
tey sjálvi hava hug til, sigur
Andrea Heindriksdóttir.
Hinvegin leggur hon
afturat, at tey umhugsa
eisini at fara til eina skipan,
har fólk skriva seg upp á
hvørjum ári Hettar er fyri
at fáa eina skipan har tey
sum vilja sleppa inn á skúl
an, at gera vart við seg á
hvørjum ári, ístaðin fyri at
standa fast á einum lista ár
undan ári.
– Samanumtikið síggi
ikki so svart upp á at fáa
bíðilistan
burtur
eftir
nøkrum árum, leggur leið
arin afturat.
aki@sosialurin.fo
Hetta er ein fín ætlan, sum fer at geva okkum heilt
aðrar møguleikar, sigur Andrea Heindriksdóttir
Framtíðartryggjaðir
Helena Dam á Neystabø, for
kvinna í Mentamálanevndini
hjá Tórshavnar Býráð, sigur,
at skúlin, sum nú verður
bygdur, verður hann nakað
størri enn ætlað.
Tilsamans er skúlin 436
fermetrar størri enn ætlað,
og serliga er konserthøllin
gjørd
størri,
soleiðis
at
hon nú kann rúma øllum
hugsandi orkestrum, um
framt at pláss er fyri 350
áhoyrarum.
Konserthøllin verður ikki
bara til gagns fyri skúlan,
men fyri allan býin, tí har ber
væl til at skipa fyri konsert
um, sangleikum, ella hvat tað
skal vera.
– Hetta er eitt stórt
framstig fyri Havnina, tí
Musikkskúlin liggur í einum
býarparti við nógvum ung
dómum, tí har verður bæði
nýggi stórskúlin á Fløtum,
umframt
miðnámsdepilin,
Glasir, við hundraðtals ung
dómum.
Men umframt konsert
høllin er sjálvur skúlabygn
ingurin eisini rúmligari, so
leiðis at bæði næmingar og
lærarar fáa betri umstøður,
umframt at inngongdir og
durur verða rúmligari.
– Skúlin er lagdur til rætt
is í tøttum samstarvi við
starvsfólkini í Musikkskúl
anum og sostatt hava vit
fingið ein skúla, sum er fram
tíðartryggjaður tey næstu
50 árini, sigur forkvinnan í
Mentamálanevndini.
– Tað kann ikki annað
enn vera ein fyrimunur,
at vit byggja ein skúla, við
vakstrarmøguleikum,
og
sum er framtíðartryggjaður
tey næstu 50 árini, leggur
Helena Dam á Neystabø
afturat.
aki@sosialurin.fo
FRAMTÍÐARTRYGGJAÐUR
Nýggi Musikkskúlin verður størri enn upprunaliga ætlað og nú
fáa vit ein skúla, sum er framtíðartryggjaður í 50 ár, sigur Helena
Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar
Býráð. Modellmyndirnar vísa, hvussu hann fer at síggja út
Í nýggja skúlanum er ein fín høll