mánadagur 21. mars 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FØROYA ARBEIÐARAFELAG
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, væntar, at
samráðingarnar, sum verða í næstum, verða harðar
Áki Bertholdsen
Tá ið samráðingar verða í
næstum ímillum arbeiðara
feløgini, og Arbeiðsgevara
felagið um nýggjan sáttmála,
fara tær at verða harðar.
Tað
væntar
Georg
F.
Hansen, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag.
Hann sigur, at tær sein
astu samráðingar vóru harð
ar til tíðir, og tað væntar
hann eisini, verður støðan
hesa ferð.
Hann staðfestir, at ar
beiðarafeløgini fara at krevja
lønarhækking, tá ið sam
ráðingar verða við arbeiðs
gevararnar nú í vár. Men
arbeiðarafeløgini fara eisini
at krevja, at ymsar viðbøtur
skulu hækkast.
Hann sigur, at tey fimm
arbeiðarafeløgini fara aftur
at samráðast saman hesa
ferð.
Tað eru Føroya Arbeiðara
felag, arbeiðsmannafelagið
og
arbeiðskvinnufelagið
í Havn og arbeiðsmanna
felagið og arbeiðskvinnu
felagið í Klaksvík.
Tey fimm feløgini hava
gjørt eitt samráðingarupp
skot, og formaðurin í Føroya
Arbeiðarafelag sigur, at tey
eru væl fyrireikað. Men
hann vil ikki siga, hvussu
stór lønarkrøvini vera.
Kortanei
Hinvegin væntar Georg F.
Hansen eisini, at arbeiðsgev
ararnir fara at seta krøv, ar
beiðarafeløgini aldrin fara at
góðtaka.
Hann sigur, at seinast
samráðingar
vóru,
setti
arbeiðsgevarafelagið
krøv
fram, sum arbeiðarafeløgini
undir
ongum
umstøðum
vildu góðtaka.
Eitt krav frá arbeiðsgevar
unum var, at verkafólk skulu
ikki hava yvirtíð, fyrrenn tey
fyrst hava arbeitt átta tímar.
– Tað merkir, at sama, nær
tey fara til arbeiðis, skulu tey
ikki fáa yvirtíð, fyrrenn tey
hava arbeitt átta tímar.
Georg F. Hansen væntar
sama krav í samráðingunum
hesa fer.
Men hann staðfestir, at
hetta fara arbeiðarafeløgini
aldrin at góðtaka.
– Í øllum føri ikki so leingi
eg eri formaður í Føroya
Arbeiðarafelag, leggur hann
afturat.
Seinastu samráðingarnar
vóru í í 2014, og tá hækkaði
á tímalønin tilsamans 4,80
krónur í tvey ár, og sostatt er
tímalønin nú 120,44 krónur.
Lønin hjá teimum, sum
fáa hægstu aldursviðbótina,
tað vil siga, at tey hava arbeitt
í níggju ár, er 125,26 krónur.
Georg legði seg tvøran
Annars staðfesti Georg F.
Hansen, at seinastu tvey
árini hevur fiskavirkisskip
anin hjá ALS verið ógvuliga
umstrídd. Hon ber í sær, at
tá ið ov lítið arbeiðið er á ein
um fiskavirki, ber til at fáa
ískoyti frá Als.
Hendan skipanin er kom
in undir stórt trýst, tí dømi
hava verið nevnd um fólk,
sum hava havt eina løn upp
á 500.000 krónur í einum ári,
men sum kortini hava fingið
stuðul úr Als.
Tí hava sterkar røddir
verið frammi um at avtaka
skipanina. Eisini hevur talan
verið um at broyta skipan
ina, so at hon bara fevndi um
fólk á virkjum, sum arbeiða
botnfisk, altso bara vanlig
flakavirki og saltfiskavirki.
Hinvegin skulu fólk á upp
sjóvarvirkjum ikki kunna
vera í skipanini. Ført varð
nevniliga fram, at tað vóru
fólk
á
uppsjóvarvirkjum,
sum forvinna 500.000 krónur
í eitt ár, men sum kortini fáa
Als, tí virkið liggur stilt ávíst
Samhaldsfasti skal vera álitið
KREVJA LØNAR
Samhaldsfasti skal vera
álitið í eini framtíðar eftir
lønarskipan.
Tað halda tey í Føroya
Arbeiðarafelag
Georg F. Hansen, for
maður í Føroya Arbeiðara
felag ásannar, at tað hevur
leingi verið stórur ótrygg
leiki um ftirlønirnar í
framtíðini.
–
Undanfarna
sam
gonga framdi eitt stórt
inntriv í allar pensjónir við
at forskatta tær við 40%,
og tað er ein dýr søga fyri
verkafólk, tí nú fara vit at
fáa 1000-1500 krónur minni
í pensjón um mánaðin.
Sjálvbodna
eftirlønin
hjá Føroya Arbeiðarafelag
er nú komin uppá 10%,
sum verður goldin av ar
beiðsgevaranum.
– Nú vit hava fingið
nýggja samgongu, er gjald
ið til Samhaldsfasta hækk
að 0,5 prosent frá hvørjum
parti. Gjaldið frá arbeiðs
gevara og løntakara er
nú 2,25 prosent í part, og
sostatt er gjaldið til Als
tilsamans 4,5 prosent av
øllum lønum, sum verða
goldnar.
Útgjaldið úr Samhalds
fasta er í ár 3910 krónur um
mánaðin.
– Okkara sannføring
hevur altíð verið, at tað er
Samhaldsfasti, sum er tann
rætta
eftirlønarskipanin
fyri verkafólk.
– Tað eru nógvir fyri
munir við Samhaldsfasta,
eitt nú verða inntøkur
ikki mótroknaðar, og allir
borgarum fáa sama út
gjald.
– Harafturat er grunn
urin bíligur og einfaldur
at umsita, tí øll rinda í pro
sentpart í grunnin og øll
fáa sama krónutal út úr
grunninum, sama hvussu
nógv, ella hvussu lítið, tey
hava goldið í hann, sig
ur Formaðurin í Føroya
Arbeiðarfelag.
aki@sosialurin.fo
HART
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag,
væntar, at tað verður hart, tá ið samráðingar verða við
Arbeiðsgevarafelagið nú í vár um ein nýggjan sáttmála
Myndir: Álvur Haraldsen
FØROYA ARBEIÐARAFELAG