Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 FØROYA ARBEIÐARAFELAG Vit halda eitt vakið eyga við samgonguni Áki Bertholdsen – Vit hava givið nýggju sam­gonguni arbeiðsfrið. Men vit halda eitt vakið eyga við henni. Tað staðfesti Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, á aðal­fund­inum hjá felag­ num seinasta viku­skiftið. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag staðfestir, at fakfeløgini vóru ikki glað fyri undanfarnu sam­gongu. – Hon samtykti bæði flat­skattin, sum ikki var til bata fyri arbeiðsfólk, tí tað vóru bara tey við høg­ ari løn, sum fingu ágóðan av honum. Samgongan fór eisini at forskatta pensjónir, og tað førdi til, at skatturin av pensjónunum hækkaði upp í 40 prosent. – Vit vóru eisini sera ónøgd við broytingarnar á pensjónsøkinum, sum kosta arbeiðarum sera nógv, sigur Georg F. Hansen. Hann sigur, at av­ leið­ing­in er, at nú fara ar­beiðs­fólk at fáa einar 1000 - 1500 krónur minni í pen­sjón um árið. – Harafturat varð Ar­ beiðs­eftirlitið spart inn á bein og lagt saman við Heilsu­frøðiligu Starvs­ stov­uni. Bíða í spenningi Georg F. Hansen sigur, at fakfeløgini bíða í spenn­ ingi eftir, hvat hendan sam­gongan kemur við. – Vit hava givið teim­ um arbeiðsfrið, men hava eitt vakið eyga við teim­ um, og tað vita tey eisini av, sigur hann. Hann sigur, at skatta­ lættin á jólum kom væl við, men hann veit ikki hvussu rætt tað var at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini, hóast hækk­ingini í Sam­halds­ fasta var nakað størri enn lækkingini í grund­ upp­hæddini. – Fyri okkum er tað týdn­ingarmikið, at tað er liviligt her hjá okkum øll­um, og at vit hava eitt væl­ferðarsamfelag, sum loftar tá ið illa vil til. Annars heldur for­ maðurin í Føroya Ar­beið­ arafelag, at tað er neyðugt at eftirmeta kommunala økið væl og virðiliga. – Vit mugu ansa eftir, at vit ikki fáa stóran mun í vælferðini, alt eftir hvar vit búgva í landinum. Før­oyar eru eitt lítið land, og vit mugu taka okkum av hvør øðrum, tí haldi eg tað er skeivt, at stór væl­ferðar­økið liggja hjá komm­ununum. Hann heldur, at eldra­ økið er ikki batnað nú tað liggur hjá kommununum, og hann er stórliga bangin fyri, at um fá ár fara vit at merkja, hvussu stórur munur er á fólki, alt eftir, hvar tey búgva. – Skulu vit halda fast um, at kommunurnar taka sær av eldraøkinum, barna­vernd, barnaansing og skúla­økinum, mugu vit fáa eina skipan við kommun­alari útjavning, tí ein borg­ari má fáa eins góða væl­ferðartænastu, sama hvar í landinum hann býr, heldur Georg F. Hansen. aki@sosialurin.fo Vit vóru ikki fegin fyri undanfarnu samgongu, men vit halda eisini eitt vakið eyga við hesari samgonguni HÆKKING tíðar­skeið. Noktaðu Men Georg F. Hansen, at í stýr­inum fyri Als, noktaði hann at at­kvøða fyri nøkrum, sum gjørdi um­ støðurnar hjá verka­fólki, verri Hann sigur, at hann hevur ført fram, at tað eru ikki verka­fólk, sum hava fingið 500.000 krónur í løn um árið. Hann hevur eisini víst á, hvussu neyðug Fiska­virkis­ skipanin er fyri arbeiðs­fólk á laksavirkjum, upp­sjóvar­ virkj­um og øðrum virkjum, har arbeiðið oftast er óstøð­ ugt Hann sigur, at hann rætt og slætt noktaði at atkvøða fyri nøkr­um, sum gjørdi, at støðan hjá ar­beiðs­fólki versn­aðu. – Soleiðis fekk eg forða fyri, at tær stóru broyt­ingar­ nar vórðu framd­ar í Fiska­ virkis­skipanini. Hann sigur, at einasta broyt­ingin var, at tíðin, ein kundi vera í sjálv­ari Fiska­ virkis­skipanini, varð stytt úr átta vikum, niður í fýra vikur. – Hetta er ein fyrimunur fyri arbeiðsfólkið, tí eftir fýra vik­um kunnu tey fara í van­ligu Als skipanina, og fáa fyri fulla viku, og ikki bara 32 tímar, sum Fiska­virkis­ skipan­in gevur. Størri ábyrgd Georg F. Hansen heldur ann­ ars, at arbeiðsgevarar skuldu tikið størri ábyrgd av sínum arbeiðsfólki. – Teir skuldu syrgt fyri, at ar­beiðið á virkjunum varð meira støð­ugt, soleiðis at tað var nokk av arbeiði til fólkið fulla viku, alt árið. – Tað kann ikki vera rætt, at eitt arbeiðspláss bara hev­ ur arbeiði til fólkið helvt­ina av árinum, sigur Georg F. Hansen. Hann vísir eisini á, at fyri tey flestu arbeiðsfólkini eru bíði­dagar­nir fyri at sleppa upp í Als, farnir niður í tveir dagar, eftir at bíði­dagar­nir hava verið 10 dagar tey sein­ astu árini. Gott fyri arbeiðsgevarar Annars føra limir í Føroya Ar­ beið­ara­felag á, at Fiskavirkis­ skipanin hjá Als, er minst líka hent fyri ar­beiðsgevarar, sum hon er fyri arbeiðs­fólk. – Skipanin tryggjar, at arbeiðs­gevarar kunnu koyra fólk til hús í eina tíð, uttan at stúra fyri, at tey finna sær ann­að arbeiðið. – Tá ið hann so hevur brúk fyri arbeiðsfólkunum aftur, veit hann, at tey eru tøk, og soleiðis tryggjar ar­ beiðs­gevarin sær altíð at tann roynda arbeiðsmegin, hann hevur havt, altíð er til taks. – Sostatt eru arbeiðsfólk í roynd og veru stavnsbundin til sama ar­beiðsgevaran, føra limir í Føroya Arbeiðarafelag, fram. Onnur staðfesta, at tað er sjálv­andi ein stór­ur fyri­ mun­ur fyri ar­beiðs­gev­ar­ar, altíð hevur tað roynda ar­ beiðs­fólkið til taks, og tí er Fiska­virkisskipanin eisini ein stór­ur fyrimunir fyri teir. aki@sosialurin.fo STAVNSBUNDIN Fiskavirkisskipanin hjá Als, er ikki bara góð fyri arbeiðs­fólk. Hon er sanniliga eisini góð fyri arbeiðs­ gevarar, halda limir í Føroya Arbeiðarafelag Myndir: Álvur Haraldsen FØROYA ARBEIÐARAFELAG Vit halda eitt vakið eyga við samgonguni Áki Bertholdsen – Vit hava givið nýggju sam­gonguni arbeiðsfrið. Men vit halda eitt vakið eyga við henni. Tað staðfesti Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, á aðal­fund­inum hjá felag­ num seinasta viku­skiftið. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag staðfestir, at fakfeløgini vóru ikki glað fyri undanfarnu sam­gongu. – Hon samtykti bæði flat­skattin, sum ikki var til bata fyri arbeiðsfólk, tí tað vóru bara tey við høg­ ari løn, sum fingu ágóðan av honum. Samgongan fór eisini at forskatta pensjónir, og tað førdi til, at skatturin av pensjónunum hækkaði upp í 40 prosent. – Vit vóru eisini sera ónøgd við broytingarnar á pensjónsøkinum, sum kosta arbeiðarum sera nógv, sigur Georg F. Hansen. Hann sigur, at av­ leið­ing­in er, at nú fara ar­beiðs­fólk at fáa einar 1000 - 1500 krónur minni í pen­sjón um árið. – Harafturat varð Ar­ beiðs­eftirlitið spart inn á bein og lagt saman við Heilsu­frøðiligu Starvs­ stov­uni. Bíða í spenningi Georg F. Hansen sigur, at fakfeløgini bíða í spenn­ ingi eftir, hvat hendan sam­gongan kemur við. – Vit hava givið teim­ um arbeiðsfrið, men hava eitt vakið eyga við teim­ um, og tað vita tey eisini av, sigur hann. Hann sigur, at skatta­ lættin á jólum kom væl við, men hann veit ikki hvussu rætt tað var at lækka grundupphæddina í fólkapensjónini, hóast hækk­ingini í Sam­halds­ fasta var nakað størri enn lækkingini í grund­ upp­hæddini. – Fyri okkum er tað týdn­ingarmikið, at tað er liviligt her hjá okkum øll­um, og at vit hava eitt væl­ferðarsamfelag, sum loftar tá ið illa vil til. Annars heldur for­ maðurin í Føroya Ar­beið­ arafelag, at tað er neyðugt at eftirmeta kommunala økið væl og virðiliga. – Vit mugu ansa eftir, at vit ikki fáa stóran mun í vælferðini, alt eftir hvar vit búgva í landinum. Før­oyar eru eitt lítið land, og vit mugu taka okkum av hvør øðrum, tí haldi eg tað er skeivt, at stór væl­ferðar­økið liggja hjá komm­ununum. Hann heldur, at eldra­ økið er ikki batnað nú tað liggur hjá kommununum, og hann er stórliga bangin fyri, at um fá ár fara vit at merkja, hvussu stórur munur er á fólki, alt eftir, hvar tey búgva. – Skulu vit halda fast um, at kommunurnar taka sær av eldraøkinum, barna­vernd, barnaansing og skúla­økinum, mugu vit fáa eina skipan við kommun­alari útjavning, tí ein borg­ari má fáa eins góða væl­ferðartænastu, sama hvar í landinum hann býr, heldur Georg F. Hansen. aki@sosialurin.fo Vit vóru ikki fegin fyri undanfarnu samgongu, men vit halda eisini eitt vakið eyga við hesari samgonguni