Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VITJAN ÚR GRØNLANDI Grønland manglar fólk við meðal og hægri útbúgvingum – generella útbúgvingarstøðið ov lágt Árni Gregersen Føroyar og Grønland eru part­ar av danska ríkinum, men bæði londini liggja fjart frá Danmark og eisini fjart hvørt frá øðrum. Kortini vísir tað seg, at lond­ini bæði her norðanfyri á mangan hátt hava somu avbjóðingarnar at taka sær av. Bæði Føroyar og Grønland eru útjaðari, sæð við við eyg­ um teirra, sum búgva á evro- peiska meginlandinum. – Tí er tað gott, at vit tosa saman og møguliga finna loysnir, sum kunnu brúkast bæði í Grønlandi og í Føroyum, sigur Kim Kielsen, grønlendskur lands­stýris- for­maður, sum júst hevur ver­ið á almennari vitjan í Før­oyum Til dømis vísir tað seg, at bæði føroyingar og grøn- lendingar hava trupulleikar at manna heilsuverkið. Í Føroyum er tað fyrst og fremst læknar vit mangla, men í Grønlandi er eisini tørvur á nógv fleiri sjúkra­ røktarfrøðingum. – Sjúkrarøktarfrøðingar verða útbúnir í Nuuk, men tað gongur ikki nóg væl at útbúgva nóg nógv fólk, sjálvt um nýggir sjúkra­røkt­ ar­frøðingar verða klaktir hvørt ár, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin. Grønlendsku avbjóð­ing­ arnar hava eina dimensión afturat tí, sum vit hava í Før­oyum. Avstandirnir eru ómetaliga stórir og tað vísir seg eins og í mongum øðrum londum, at tá ið fólk hava nomið sær eina útbúgving, so vilja tey ofta vera verandi, har sum tey hava fingið sína útbúgving. – Hatta ger seg galdandi hjá okkum í heilsuverkinum, men vit hava somu trupul­leikar, tá ið tað snýr seg um skúlan og lærarar. Sjálvt um vit útbúgva nóg mikið av lærarum, so søkja hesir ikki størvini, sum eru leys runt um í landinum, sigur Kim Kielsen. Ov fjart Eins og í Føroyum, so fara nógvir grønlendingar uttan­ lands at fáa sær útbúgving. Fyrst og fremst til Dan­ markar, men eisini til onnur lond. Hesi ungu fara avstað, tá ið tey eru um 20 ára aldur og eins og hjá okkum vísir tað seg, at tá ið tey hava fingið útbúgving uttanlands, so koma tey ofta ikki heimaftur. – Hesi fólkini eru ung og seta ofta búgv og giftast meðani tey lesa. Tað ger, at tað eru mong, sum ikki koma heimaftur og sum vit sakna í fólkasamsetingini, sigur Kim Kielsen. Hann sigur, at Grønland eisini er ómetaliga langt burt­ur frá tí, sum gongur fyri seg í Evropa. Tí skal okkurt gerast fyri at loysa hesar av­ b­jóðingarnar. Í mun til í Føroyum, so eru tað eisini munandi færri ung, sum velja at fara frá fólkaskúlanum og víðari í miðnámsskúlarnar. Í løtuni vísa hagtølini, at ikki meira enn 14 prosent av teimum, sum fara úr fólka­ skúlanum, velja at fara í miðnámsskúlar og av teim­ um er tað ikki meira enn helvtin, sum fullførir út­ búgvingina. – Hetta er sjálvandi alt ov lítið, so eisini á hesum øki mugu vit eggja til, at enn fleiri taka hægri útbúgv­ing­ ar, so vit koma á støðið við onnur lond, sigur hann. Hann heldur, at Føroyar eru munandi betur fyri á júst hesum økinum, tí nógv fleiri ung fara úr fólka­skúl­ anum og víðari í miðnáms­ skúl­arnar. – Vit merkja væl, at út­ búgvingarstøðið í Føroyum er væl hægri generelt enn tað er í Grønlandi, sigur Kim Kielsen, lands­stýris­for­ maður. VIT MUGU HAVA EITT EINS HØGT ÚTBÚGVINGARSTØÐI SUM FØROYINGAR Kim Kielsen, lands­stýrisfor­maður, og Aksel V. Johannesen, løgmaður Mynd: Álvur Haraldsen