mánadagur 21. mars 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34
VITJAN ÚR GRØNLANDI
Turkur í Suðurgrønlandi, minni ísur og heitari sjógvur er partur av veðurlagsbroytingunum
Vit síggja og merkja
at veðurlagið broytist
Árni Gregersen
Eitt tað land, sum av álvara
merkir verðurlagsbroyting-
arnar er Grønland.
Í Suðurgrønlandi hevur
verið so turt seinastu fimm
árini, at tað av álvara er far
ið at ganga útyvir jarðar
brúkið har suðuri.
– Tað er ein partur av tí,
men vit merkja so sanni
liga eisini at sjógvurin er
munandi heitari og at ísur
minkar meira og meira
og liggur styttri tíð, sigur
grønlendski landsstýrisfor
maðurin, Kim Kielsen.
Fylgjurnar eru, at veiði
mennirnir í Grønlandi fáa
verri veitt, men hetta hevur
eisini við sær, at sjálvt veð
urlagið broytist.
– Nógv meira illveður er
á okkara leiðum og alt flyt
ur seg norðureftir, har tað
enn er kaldari, sigur Kim
Kielsen.
Fleiri fiskasløg flyta seg
eisini norðureftir. Til dømis
er lodna farina t síggjar
á Thule-leiðini, har lodna
ongantíð fyrr hevur verið at
fáa. Eisini nýsa og fleir sløg
av stórhvali ota seg longur
og longur norðureftir.
Vinnuligir fyrimunir
Allur heimurin ótast fyri
veðurlagsbroytingunum
og ongin dugir enn at siga,
hvussu
álvarsligar
tær
kunnu blíva.
Hóast
hendan
óttan,
so kunnnu grønlendingar
síggja nakrar vinnuligar
fyrimunir nú ísurin bráðnar
og sjógvurin gerst heitari.
– Fiskivinnan gremur
seg ikki nú. Meira sjógvur er
at fiska í og fleiri fiskasløg
koma okkara veg. Millum
annað
makrelurin,
sum
hevur verið eitt fantastisk
ískoyti hjá fiskivinnuni,
sigur Kim Kielsen.
Hann sigur eisini, at
norðanfyri har leita hevur
verið og útvunnið blýggj og
sink, er ísurin bráðnaður.
Har sær út til, at stórar
mongdir eru, sum til fer at
bera til at útvinna.
Veðurlagsbroytingarnar
gera eisini, at eitt nýtt slag
av ferðafólki kemur til
Grønlands.
Hetta eru ikki vanlig
ferðafólk, men fólk, sum
hava nógvar pengar og sum
hava áhuga fyr i t fylgja við
í veðurlagsbroytingunum.
– Talið av ferðafólki vaks
við sjey prosentum í fjør,
men hetta hongur eisini
saman við, at íslendingar
hava sett ferð á flúgvingina
til Grønlands, sigur Kim
Kielsen.
Gongur framá
Grønlendski búskapurin er
enn eitt sindur tungur, men
tað gongur framá.
Grønlendski landsstýr
ismaður sigur, at brutto
tjóðarúrtøkan
vaks
2,7
prosent í fjør – eitt sindur
meira enn grønlendska bú
skaparráðið hevði mett.
Grønlendingar fáa í ár
3,6 millijardir í statsstuðli
úr Danmark. Hetta kann
samanberast við tær 650
milljónir Føroyar fáa úr
Danmark í ár.
– Tað ger tað sjálvandi
lættari,
men
vit
mugu
minnast til, at Grønland er
eitt so risastórt land, sum
fá duga at fyristilla sær.
Tað kostar at reka eitt slíkt
samfelag, sigur landsstýris
formaðurin.
Hann sigur, at hann
sum politikari hevur verið
á nógvum altjóða fundum,
men tað er altíð torført at
fáa fólk at skilja, hvussu
stórt land, Grønland er.
– Ikki fyrr enn eg fekk
umhvørvisnevndina
hjá
Norðurlandaráðnum
til
Grønlands, fungu tey eina
hóming av, hvussu stórt
okkara land er og hvussu
stórar avbjóðingarnar eru,
sigur Kim Kielsen.
Hann sigur eisini, at so
hvørt ísurin bráðnar so
gerst tað eisini nógv myrk
ari har norðuri. Tað krevur
meira orku og alt skal flyt
ast langan veg.
Grønland framleiddi 70
prosent av elorkuni úr vatni
í fjør sigur hann.
– Og vit dálka ikki serliga
illa. Alt CO2 útlátið svarar
til tað, sum eitt dansk kol
kraftverk letur út, sigur
hann.
Sjálvt um grønlendingar fingu heimastýri góð 30 ár seinni enn føroyingar,
so virkar umsitingin í Grønlandi eins væl og í Føroyum
Fyrisitingin eins væl fyri í Nuuk sum í Tórshavn
Árni Gregersen
Meðan
Føroyar
fingu
heimastýri í 1948, so gingu
heili 31 ár afturat til Grøn
land eisini fekk heimastýri.
Hóast føroyska heima
stýrið hevur 30 ára meiri
royndir, so meta grønlend-
ingar, at teirra umsiting er
komin eins langt og tann
føroyska og at um-siting
arnar báðar í dag virka á
nøkulunda sama støði.
– Okkara umsiting byggir
í stóran mun á ta fyrisiting,
sum danski staturin hevði
í Grønlandi, tá ið vit fingu
heimastýri, sigur Kim Kiel
sen, landsstýrisformaður.
Tað vil siga, at mong av
teimum, sum búðu í Grøn
landi og arbeiddu í fyri
sitingini hildu fram. Tey
kendu til mannagongdir og
annað.
Tey, sum ikki hildu fram,
vóru tey, sum arbeiddu fyri
heimastýri í Keypmanna
havn.
– Sjálvandi er ein menn
ing farin fram, so eg haldi eg
tori at siga, at vit í dag eru á
sama støði, sum umsitingin
er í Føroyum. Okkara størsti
trupulleiki er finna dugna
lig fólk við røttum útbúgv
ingum til okkara fyrisiting,
sigur hann.
Hann sigur, at Grønland
í dag er at rokna sum eitt
nýmótans samfelag, men
tey hava ein trupulleika, tí
tey arbeiða við tveimum
málum, grønlendskum og
donskum.
Hetta hevur við sær, at
í umsitingini er manningin
blandað við fólki, sum tosa
hvør sítt mál. Á leið 80 pro
sent tosa danskt.
Danskt móðurmál
Í Grønlandi eru á 20 pro
sent av fólkinum, sum
hava dansk sum móður
mál. Hyggur ein eftir í
fyrisitingini, so er tað um
vent har. Har eru tað 80
prosent, sum hava danskt
sum móðurmál, meðan 20
prosent tosa grønlendskt.
Endamálið hjá lands
stýrinum er at seta grøn
lendingar í leys størv í
umsitingini, men tað vísir
seg ofta, at serliga danir,
sum søkja, er betur fyri og
hava betri útbúgvingar til
størvini.
Tí verða tey ofta tikin
framum grønlendignarnar.
– Hetta ger, at vit hava
ov stóra útskifting í fyrisit
ingini, tí mong teirra koma
aðrastaðni frá, sigur Kim
Kielsen.
Í mun til í Grønlandi, so
hendir tað so at siga ikki
longur, at donsk embætis-
fólk verða sett í føroysku
umsitingina.
Hendir tað, so hava hesi
fólkini vanliga tilknýti til
Føroyar á annan hátt eisini.
– Grønland merkir av álvara veðurlagsbroytingarnar, sigur Kim Kielsen, landsstýrisformaður
Mynd: Álvur Haraldsen