Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-03-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2016 · Nr. 34 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Grønlendski landsstýris­ for­maðurin Kim Kielsen og Føroya løgmaður, Aksel V. Johannesen, hava avtala at eftirhyggja avtaluna um samstarv, sum londini hava havt seinastu átta árini. Tann avtalan er ong­antíð brúkt, men nú eru teir báði samdir um, at av­talan, sum verður gjørd, eisini skal brúk­ast. – Hon skal brúkast. Verð­ ur hon ikki tað, so er alt hetta spill av tíð, sigur Kim Kielsen. Hann sigur seg duga at síggja nógvar møguleikar, har londini kujnnu sam- starva og hjálpa hvørjum øðr­um. Hann nevnir serliga um- hvørvisøkið, har til ber at samstarva, men hann sigur eisini, at føroyingar eiga eina uppgávu í Grøn­landi, sum teir ikki hava loyst enn. – Føroyingar hava fiska nógv í Grønlandi, eis­ini róð út. Har standa nógvar toftir eftir enn, sum grønlendingar eru farnir at ilskast inn á. Hetta mugu vit fáa rudda burtur, sigur hann. Hann nevnir serliga Før­ oy­ingahavnina, har fleiri bygn-ingar framvegis standa. Teir eru í ringum standi og skemma náttúr­una. Eisini aðrastaðni standa leivdir eftir skúr­um, sum føroyingar hava brúkt, tá ið teir róðu út við bátum í Grønlandi. – Hetta er ein upp­gáva, sum vit mugu fáa loysta sum skjótast, sig­ur grønlendski lands­stýris­formaðurin. FØROYAR MUGU RUDDA UPP EFTIR SÆR Í GRØNLANDI – Ein avtala er millum Føroyar og Grønland. Hon er ongantíð brúkt VITJAN ÚR GRØNLANDI